Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað átti at ikki at verið so ringt hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, at funn­ið út av, hvat hann skal siga í til­mæli­num til donsku flog­ ferðslu­mynd­ug­leik­ar­nar um tað, at SAS ikki ætl­ar at flúga týsdag og miku­dag í vetrarhálvuni. Hann kann halda tað vera keð­ i­ligt, men tað sigur seg sjálvt, at tørv­ur­in valla er tann sami á vetri sum á sumri. Nú er Atlantsflog »tað stóra flog­fel­ag­ið«, sum skal tryggja okk­um loft­veg­is sam­band við um­ heim­in. Land­ið eig­ur fel­ag­ið, alt sum tað er, og tí kann tað tykjast løgið, at sami lands­stýr­is­mað­ur, sum varðar av At­lants­flog vegna lands­stýrið, skal siga flog­mynd­ug­ leik­u­num, hvat »landið« heldur um tað, at kapp­ing­ar­neyt­in SAS ætl­ar at minka eitt sindur um tæn­ast­ una á vetri. Tá hesi tíðindi frættust, søgdu tey á Atlantsflog, at nú máttu tey eisini um­hugsa sína ferða­ætl­an á vetri. Men tað hava tey longu gjørt. At­lants­flog skerjir hvønn ein­asta vetur flúgv­ing­ina nógv meira, enn tað sum SAS nú ætlar at gera. Vit hava fingið kapping í flúgv­ ing­ina, og vit hava fingið bí­lig­ari ferða­seðl­ar. Tað er gott fyri brúk­ ar­ar­nar. Tað er gott fyri landið, og tað er gott fyri ferða­vinnuna. Tí er tað gott fyri samfelagið alt sum tað er. Vit hava bíðað og bíðað eftir hesi kapp­ing, sum skuldi geva okkum bí­ligari flogferðaseðlar, og nú tá vit hava fingið hesa kapping, so mugu vit fyri alt í verðini ikki kvala hana í tjóð­skap­ar­lig­ari nepotismu. Sjálvandi skulu krøv setast – og vit vita øll, hvat eitt flogfelag sum SAS kann gera, um tað vil. Men valla er føroyski marknaður so á­huga­verd­ur fyri stóra norð­ur­ lendska flogfelagið, at tað hev­ur fyri neyð­ini at spæla við vøddu­ num fyri at gera lítla føroyska flog­fel­ag­num ónáðir. Men okkum tørvar onnur flog­ fel­øg at flúgva til Før­oyar. Okkum tørvar kapping, og hana kunnu vit bara fáa frá út­lendsk­um flog­ feløgum. Okkum tørv­ar eis­ini, at onnur flogfeløg fara at flúgva til Føroyar – helst flogfeløg uttan fyri Dan­mark, sum kunnu fáa ferða­ fólk henda­v­eg­in eitt nú úr stór­ bý­um sum Hamburg, Berlin ella Par­ís. Tað hevði sanniliga ment um før­oysku ferðavinnuna. Tí er tað so týdningarmikið, at lands­stýrið eisini uppførir seg sømi­liga í sínum tilmæli til flog­ ferðslu­mynd­ug­leik­ar­nar – so onn­ur flog­fel­øg verða eggjað at koma henda­vegin, heldur enn at vit styggja tey burtur. Eiga at eggja fleiri flog­ feløgum at flúgva til Føroya Mugu stimbra kapping Hvat við sjúkra­ røktar­frøði í Føroyum? Súsanna fundingKjak Kjak síða 12 Kann ikki tig­ ast burtur longur Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Sum kunnugt samtykti Løg­ ting­ið í august, at nú ber til at inn­flyta úrdráttir úr svíni og mjólk til víðari góðsking í Føroyum. Hetta kom væl við hjá Jógvani Høj og Jo­han Mortensen og teirra pro­jekt­ um, og eru teir nú farnir til verka í størri mun. Í næstum koma 80 skink­ ur til landið – hesar verða salt­að­ar og viðgjørdar, og sum nak­að nýtt verða hesar hongd­ar upp á Trøllanesi, har lík­ind­ini eru sera góð at turka. Tað tekur sum kunnugt um­leið 14 mánaðir at turka eina skinku, so hesar fyrstu 80 verða bún­ar til jólini og nýggjárið 2018. Tær koma at viga millum 3,4 – 4,0 kg. Tað ber nú til at biða um skinku til Jólini 2018. Tað ber til at fáa eina heila skinku, eina hálva, ella sleis­aða. Hetta er gott hugskot hjá virkj­um sum jólagávur. Ætl­anin hjá Jógv­ ani Høj og Johan Mortensen er at nýta Norð­oyggj­ar­nar – og so sjálvandi Múla – til hesa fram­leiðslur og so osta turk­ingina, bæði fyri teir optimalu turk­ing­armøgu­ leik­a­r­nar í Norð­oyggju­m og so brand­ing­ina av hesum okk­ara náttúru perlum við øll­um teimum søgum og sagn­um sum knýta seg at teim­um. Teir báðir heilsa, at áhugað kunnu seta seg í sam­ band við teir á hojjogvan@ gmail.com og johan.m@mail. fo Hví hevur Skúvoyggin broytt navn í nýggja føroyakortinum? Føroya hægst lønti politikari kost­ar skattgjaldaranum umleið 100.000 hvønn mánað – og nú boðar hann alment frá, at hann ikki vil arbeiða fyri allar peng­ar­nar. Jógvan Skorheim, løg­ tings­mað­ur og borgarstjóri í Klaks­vík fær fyri bæði síni al­mennu pol­it­isku størv út­ gold­ið um 100.000 krónur hvønn mánað í ár­i­num – enn­ tá eru partar skatta­fríir so sum ferðaískoyti, í­skoyti upp á 2.000 kr sum øll ting­fólk fáa oman á lønina og í­skoyti upp á 30.000 kr um ár­ið at gera seg betur føran at røkja politiska arbeiðið. Sum tingmaður fær hann 37.866 kr í grundløn, og sum borg­ar­stjóri fær hann 51.935 kr í grundløn – tilsam­ans kost­ar hann yv­ir 100.000 krónur um mán­að­in – um­ framt at hann tjenar sær upp ein tæn­astu­manna­eft­ir­løn upp á nógv styttri tíð, enn aðr­ir al­mennir tænastumenn gera. Tað hevur veirð funnist at borg­ar­stjórum, sum røkja ting­manna­størv umframt. Sama gjørdi Heðin Mortensen og sama ger Kristin Mich­ el­sen. Men teir gera tað í, tí komm­unu­stýr­ið hevur givið teim­um undantaksloyvi til tað. Ann­ars er tað ikki loyvt. Jógvan Skorheim hevur nú boð­að frá, at hann ikki fer at røkja sítt arbeiði sum limur í lands­stýr­is­mála­nevnd­ini. Har­við kann staðfestast, at lands­ins dýrasti politikari nokt­ar arbeiða fyri peng­ar­ nar, hann fær. Vit spyrja: – Er hann so verd­ur at vera lands­ins hægst lønti pol­it­ik­ari? Løg­mað­ur fær til sam­an­ber­ingar »bara« góð­ar 79.000 krón­ur og 15 pro­ sent av tí í pe­n­sjóns­gjaldi. Og lands­stýr­is­fólk fáa »bara« góð­ar 67.000 kr. Her er okk­ urt, sum ikki hong­ur sam­an – ella? Fær 100.000 kr í løn og vil ikki arbeiða Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Sjúrður Poulsen Tað tykist okkum, sum eru fødd og uppvaksin í Skúgvi, ógv­u­liga løgið og ørkymlandi at síggja, at oyggin nú knapp­liga hevur broytt navn og eit­ur Skúgvoy. Málkønir menn sum Heð­ in Brú og Rikard Long, ið um­settu »Før­oy­ing­asøgu« til før­oyskt, hava ikki hildið tað vera skeivt at nýta navnið Skúv­oy og skúvingar. Koma skúvingar hereftir at eita skúgv­ingar? Fyri okkum, ið uppvaksin eru á oynni, hevur ongantíð ver­ið nakar ivi um, at oyggin eit­ur Skúvoy, og bygdin eitur Skúgvi. Vónandi verður hetta rættað. Men gott í tykkum, útvarp og bløð, ið bera okkum tíð­ inda­flutn­ing. Latið tykkum ikki á­virka av hesi skrivligu navn­a­broyt­ ing. Skjótt koma skinkur til landið Her verður skinkan skorin til áðrenn hon kemur til Føroyar Oda K. strøm Kjak Síða 12