týsdagur 19. september 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað verður neyvan nakra-
staðni so nógvur líri veiddur
sum í Skúvoy.
Ungin hjá skrápi, sum lír-
in er, verður tikin við lykt á
kvøldi, tá fuglurin kemur út
úr djúpu holini at royna sínar
veing ir í kvøldarmyrkrinum.
Líradagur er 26. august, og
tá plagdu menn at draga líra,
har líri vanliga varð drig in.
Men, í dag hoyrist einki um,
at nakar dregur líra á pláss-
um, har skrápur reiðr ast.
Í Skúvoy hevur í nógv ár
ver ið loyvt at taka líra við
lykt á kvøldi í eina viku um
heyst ið. Áður var eingin av-
mark ing í tíðini, sum menn
kundu veiða, og vanligt var,
at menn tóku líra í einar 3-4
vik ur ella so.
– Tað eru nógv ár síðan,
at vit ásettu veiðitíðina til at
vera í eina viku. Einasta, sum
er broytt hesi ár, er, at tíð ar-
skeið ið er flutt nakrar dagar.
Seinnu árini hevur veiðitíðin
verið frá 10. september til og
við 16. september. Onkuntíð
hev ur veiðitíðin ligið nakrar
fá ar dagar fyrr, sigur Harry
Jen sen.
Tíðliga búgvin
Men, hvussu hevur so veiði-
tíð in vignast í heyst, spurdu
vit skúvoyingin.
– Vit halda, at tað hevur
ver ið nógvur líri, men okkurt
bend ir á, at ungin hevur ver-
ið nakað fyrr á veg í ár. Í fleiri
før um siga menn, at ungin
hev ur verið rættiliga lættur
og kvikur, og tað vóru nógvir
lír ar, sum fóru á flog undan
monn um, tá teir nærkaðust
við lyktini. Hetta kundi bent
á, at ungin hevur verið nakað
fyrr á veg í ár enn vanligt.
Harry Jensen letur tó ikki
illa at.
– Eg haldi, at menn, sum
hava tikið líra við lykt hesa
vik una, sum heild hava fingið
tað, teir vildu. Sjálvur var eg
tvey kvøld, og tó at vit bara
vóru í eina løtu og góvust
longu um 23.30-tíðina, fingu
vit fýra, sum vóru tað eina
kvøld ið, einar 60-70 lírar í
part.
Hann heldur ikki, at menn
í sama mun sum onkuntíð
áð ur leggja seg eftir tí heilt
stóra talinum.
– Hugsað verður mest um
líra til húsbrúks og kanska
nakr ar fuglar at geva onkr-
um í familjuni, sum ikki hev-
ur høvi at veiða, sigur hann.
1000 lírar um árið
Skúvoyingar hava seinnu ár-
ini veitt einar 1000 lírar í ver-
tíð ini um heystið, og Harry
Jen sen væntar, at talið í ár
man vera á hesi leið.
– Fara vit longur aftur í
tíð ina, var vanligt, at menn
gingu alt kvøldið og út á
nátt ina. Nú er meira vanligt
at gera stytri túrar og ikki
liggja eftir tí heilt stóra tal-
in um.
Hann heldur, at fuglurin
er í góðum standi, og hann
fegn ast eisini um, at broytta
veiði mystrið, har vertíðin er
av markað til eina viku, hev-
ur gjørt, at skrápur aftur er
far in at reiðrast á støðum,
har hann annars hevur verið
burt ur í fleiri ár.
– Vit hava so mikið av
skrápi, sum reiðrast her hjá
okk um, at eitt tal á einar 1000
lírar í vertíðini um heyst ið
eigur ikki at ganga stovn in-
um ov nær, sigur Harry Jen-
sen.
Vilmund Jacobsen
Enn kunnu skúvoyingar
ikki siga, at tann nógvi
lund in, sum var, tá árini
vóru best, er komin aft ur.
Afturgongdin í lunda stovn-
in um, sum verið hevur í
fleiri ár, sæst framvegis.
Tó eru glottar at hóma við
sjó fugl in um.
– Eg haldi ikki, vit
kunnu siga, at nógvur
lundi hev ur ver ið í ár – í
øllum før um ikki í mun til
tey góðu árini. Hinvegin
kunnu vit staðfesta, at tað
síggj ast bat ar, og vit ivast
onga løtu í, at tann fuglur,
sum hev ur reiðrast her hjá
okk um í summar, hevur
havt tað gott.
Harry Jensen í Skúvoy
held ur, at lundapisurnar,
sum flugu úr reiðrinum í
heyst, vóru í góðum standi,
og tað eru helst fleiri ár
síð an, at so væl er komið
und an sum í ár.
– Onkur, sum hevur
leit að gjøgnum ánna her
í bygdini í heyst, hevur
funn ið nógvar lundapisur,
og hesar hava eftir hvat
eg havi skilt verið í góðum
standi. Hetta eru pisur,
sum flúgva úr reiðrinum,
men sum blendast av ljós-
un um í bygdini og end í
ánni.
Harry Jensen sigur, at
tað eru nógv ár síðan, at
hann hevur sæð so nógvar
ritu pisur sum í ár.
– Sama er við ternu pis-
un um, sum í fleiri ár eru
deyðar í raki. Vit hava sæð
rætti liga nógvar ternu-
pisur, sum eisini síggja út
til at hava havt tað gott.
Skúvoyingurin ásannar,
at tá nógv fellirár hava
ver ið, er væntandi, at tað
tek ur nøkur ár at byggja
fugla stovnarnar uppaftur.
– Ikki minst, tá vit hugsa
um lundan. Eitt er, at fugl-
ur in, sum er hevur tað gott.
Ann að er, at tað tekur tíð
hjá stovn inum at byggja
seg upp aftur og mennast,
sig ur hann.
Í Skúvoy hevur seinnu
ár ini ikki verið loyvt at
fleyga lunda. Hetta er
av gjørt á grannastevnu í
bygd ini.
– Nú stendur friðingin
av lund anum við í øllum
før um í eitt ár aftrat, og
so fáa vit at síggja, hvussu
verð ur, sigur Harry Jensen.
LUNDIN HEVUR HAVT TAÐ GOTT
– Vit síggja stóra broyting við
fuglinum í ár, og nú er at vóna, at
góðu útlitini halda fram, soleiðis at
fuglastovnarnir kunnu mennast aftur
FUGLAVEIÐA
– Eg haldi ikki, at tað hevur verið minni av líra at fingið í
ár, men heldur hevur tað verið soleiðis, at lírin er nakað
fyrr búgvin og floygdur, sigur Harry Jensen í Skúvoy
HAVA FINGIÐ TAÐ
VIT VILDU HAVA
Líri líkist neyvt skrápi, sum er hin gamli fuglurin, men meðan
ungin er kolsvartur um bakið, skyggir gamli fuglurin eitt
vet moyrreyður um bakið, tá lýst verður á hann við lykt
Mynd: Vilmund Jacobsen