Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Súsanna Funding sjúkrarøktarfrøðingur B.Sc í sjúkrarøktarfrøði Hvat vilja vit við heilsu­ verkinum í Før­oyum? Hesa út­søgnina hoyra vit við­hvørt á ting­sins røð­ara­palli. Neyv­an finst nakað ein­týðugt svar annað enn, at helst vilja vit øll hava bestu viðgerð og hjálp – tá tørvur er á hesum. Líkamikið hvar ella hvørji vit eru, so kunnu vit øll koma í ta støðu, at vit ella onkur av okkara hava tørv á eini heilsufakligari tænastu í heilsuverkinum ella aðrastaðni. Øll ynskja vit at fáa best skikkaðu hjálpina, tá ið á stendur. Tískil kemur mín spurningur, sum eg alt ov ofta sakni í kjakinum um okk­ara heilsuverk – hvat ynskja vit við sjúkra­røktarfrøðini í Føroyum? Hóast vit eru størsti bólkur og uttan nakran iva – ein sera týdningarmikil partur av heilsu­verkinum, so verða vit sjálvd­ an tikin upp á tungu. Eitt er so púra vist – uttan dugnaligar og skikk­aðar sjúkrarøktarfrøðingar, er trupult at tosa um eitt heilsuverk. Lækna­trotið verður javnan kjakast um, og sjálv­sagt er tað neyðugt. Men ongan­tíð verður spurningur settur við sjúkra­røktar­frøð­ ing­arnar. Hví man tað vera? Kanska tí at sjúkra­røktarfrøðingarnir eru bara har, teir gera tað sum teir skulu gera og gera hetta uttan stórvegis hóvasták. Helst munnu tey fægstu skilja ella vita, hvussu stóran leiklut sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í hvørjari sjúklingagongd. Sjúkrarøktarfrøðingar eru ikki bara inn­an heilsuverkið – teir eru í roynd og veru í øllum sam­felag­num. Alt í alt hava vit eina sera víttfevnandi funktión og koma í samband við allar føroyingar, líka frá vøggu og í grøv. Umframt at røkta sjúk, arbeiða vit eisini heilsu­fremjandi og fyribyrgjandi. Hvussu stóran týdning hetta hevur fyri okkara borgarar, eru tað helst ikki nógv, ið geva sær far um. Men vit hava týdning – stóran týdn­ing! Hevur nakar skilt hendan týdn­ingin? Hevur okk­ara politiska skip­an skilt hendan týdn­ingin? Hava tey sum javnan kjakast um heilsu­verkið, skilt hendan týdn­ingin? Krøvini til sjúkrarøktarfrøðing­arnar økjast alsamt. Ongantíð fyrr hava vit livað so leingi og eru viðgerðar­møgu­leik­arnir so góðir sum nú. Hetta viðførir nógvar og sera komplekst sjúkar sjúk­ling­ar, sum tørva og hava uppiborið eina fak­liga forsvarliga sjúkrarøkt. Krøv­ini til okkara økjast, men fylgir møgu­leikin at menna seg við? Yvir 40 sjúkrarøktarfrøðingar hava ný­liga fingið teldupost frá Fróð­skapar­setrinum um, at ískoytis­útbúgv­ingin sum teir skuldu byrjað á í heyst verður av ongum. Útbúgv­ingin varð boðin út í vár, og yvir 40 um­søkjarar fingu játtað upptøku. Sjálv­sagt fara allir hesir at rigga til at fara undir eina sera krevj­andi útbúgving – tí tað er tað veru­liga. Kostnaðin, at uppstiga sína upp­runa­ligu útbúgving, gjalda teir sjálvir. Teir fáa einki for­erandi. Umframt at gjalda sjálvan kostn­aðin, sum er knappar 20.000 krón­ur, er veruligi kostnaðurin helst væl hægri – tí fyri at hava møgu­leikan at gjøgnumføra og møta til undirvísing – velja nakrir sjúkra­røktar­ frøðingar at fara niður í tíð, onkur tekur farloyvi, aðrir spara saman avspák og feriu, sum verður brúkt í sambandi við skúla­gongdina. Ikki smávegis upp­hædd til­sam­ans, tá lønin, í mun til ábyrgdina, er pínliga lág. Hóast lønin er so lág sum hon er, so vilja vit framvegis gera hetta. Hví tað? Hetta er í roynd veru ein sera góður spurningur. Helst er svarið, at vit eru ábyrgdarfullir sjúkra­røktar­frøð­ingar, ið hava sæð skriftina á vegg­inum. Vit hava skilt, at krøvini til okkara fakligu førleikar økjast alsamt, og tískil vilja vit menna okkum til at lyfta hesa risastóru uppgávu. Hví skulu vit so haldast aftur? Tørvur er á ískoytisútbúgvini. Undir­rit­ aða var sjálv ein av teim­um gott og væl 40 sjúkra­røktar­frøðingunum, sum leyk ískoytis­útbúgvingina í juni í ár. Og aftur eru yvir 40 sjúkrarøktarfrøðingar upp­ tiknir at fara undir ískoytis­út­búgv­ingina í hesum umfarinum. Hesir um­søkjararnir seta nógv í veð fyri at fara undir krevjandi lesturin. Umframt tað peningaliga, ið var nevnt omanfyri, eru eisini fleiri onnur atlit at taka. Ar­beiðs­plássið má gera seg út til, at við­kom­andi verður sera upptikin við lesturi. Familjan má innrætta seg til, at ein limur í familjuni verður sera, sera upptikin komandi árið, og má helst fremja onkur frával vegna tíðarneyð. Í ljósinum av hes­um, er tað sera óskiljandi at Fróð­skaparsetrið bara frá degi til dags kann strika eina útbúgv­ing - sum tey hava boðið út og hava upptikið lesandi. Hetta er sera, sera óseriøst, skila­leyst og púr­asta óvirði­ligt! Hvat er á vási? Skal undirritaða kenna meg hepna, at eg kundi gjøgnumføra mína ískoytis­útbúgving í fyrra umfari? Eru vit veruliga ikki komin longur við virðingini fyri sjúkrarøktar­ frøði­fakinum, at vit skulu dúva uppá hepni og tilvild í 2017? Hepni og tilvild. Hvør føroyingur vil dúva uppá hepni og tilvild, tá við­kom­andi hevur tørv á fakliga for­svar­ligari sjúkrarøkt. Helst eingin! Rektarin á Fróðskaparsetrinum sigur, at talan er um innanhýsis sparingar og at raðfest varð, at held­ur skuldu lesandi takast inn til grund­útbúgvingina og tískil varð frávalt at fara undir ískoytis­ útbúgvina. Hetta er út um alt lág­mark, at hesar báðar útbúgv­ing­arnar skulu koma í hóslag við hvørja aðra. Heldur skulu vit kenna okkum takksom, at Fróð­skapar­ setrið var so stórsinnað at taka les­andi inn til grundútbúgvina bache­lor í sjúkra­ røktarfrøði. Hví skulu vit kenna okkum takk­som? Fróðskaparsetrið skal sjálv­ andi taka lesandi inn til grund­útbúgv­ ingina, men tey skulu eisini gjøg­num­føra ískoytis­útbúgv­ing­ina, sum tey hava boðið út og upptikið skikkaðar umsøkj­arar, yvir 40 í tali. At man rað­festir at spara eina útbúgving burtur, har lesandi sjálvi gjalda útbúgvingina, fær argu­mentið at spara at halta. Hvussu kann ein raðfesting vera so óskiljandi og ein slík avgerð so løtt at taka, at man utt­an at himprast kann halda 40 lesandi fyri gjøldur? Hesi yvir 40 lesandi við fleiri ára arbeiðs­royndum skulu undir at útbúgva seg meira, so tey kunnu verða við til at lyfta fakliga støðið enn hægri. Fyri fleiri er hetta lykilin til víðari útbúgving, sum aftur viðførir bestu kvalifi­seraðu førleik­arnar, til gagns fyri okk­um øll. Hetta verður bara strikað frá degi til dags! Undrunarvert er, at so lítið er at hoyra um hesa avgerðina í sam­felagnum. Tað er sera undar­ligt, at als einki er at frætta frá nøkrum, hvørki veitara ella mót­takara av sjúkrarøkt. Hevði væntað og vón­að, at okkurt politisk graml fór at stand­ast av hesum, men ikki eitt orð! Ein kann freistast til at hugsa, at orsøkin er at talan er um eitt kvinnu­fak burtur­av. Ein kann freistast til at hugsa, at hetta hevði aldrin komið fyri, um talan var um annan fakbólk enn sjúkrarøktarfrøðingar. Lítil og eingin virðing er fyri sjúkra­røktar­ fakinum – hetta sæst í øllum førum aftur í lønar­støð­inum – og nú eisini handfaringini av teim­um mongu, sum skuldu undir ískoytis­útbúgvingina. Niðurstøðan má so vera, at vit sum samfelag ikki ynskja bestu fak­ligu førleikar, tá tað kemur til sjúkra­ røktarfrøði! Hetta er púrasta í and­ søgn við mín fakliga stoltleika og sum samfelagsborgara í Føroy­um! TÍÐARGREIN Tað kann ikki tigast burtur longur Oda K. Strøm Tað hevur verið sera áhugavert at fylgt við í kjak­ in­um seinastu vik­urnar um fría abort og kvinnu­ rætt­indi. Aktión elvir til reaktión, og tað hevur sanni­liga víst seg at vera førið í hesu­m kjaki - frá at hoyra nógvar aftur­halds­sinnaðar røddir at byrja við, til at nú síggja fleiri nýggjar felags­skapir forma seg og koma fram við sínari hugsan um torføra evnið sum er frí abort, hetta t.d. við stovn­anini av felagsskapinum 'Snotra.fo', ið ynskir at varpa ljós á hetta og ymisk onnur mál, við skrivinum, vit sóu frá ymiskum før­ oyskum kvinnum, sum stuðla fríari abort 'Frítt val - fyri fríari abort', og nú við stovnandi aðalfundinum hjá felagnum 'Damudomi'. Tað er mín vón, at kvinnu­rætt­ indi og onnur eins týdningarmikil javnstøðumál fara at mynda tíðina komandi, tí hetta er sanniliga nak­ að, ið hevur verið tagt burtur alt ov leingi. Tað er nú, at vit føroyingar, ið ynskja nýskipan og liberalisering á økinum, skulu standa saman og varpa ljós á hetta týdningarmikla javnstøðumál - tíðin ER búgvin til at fremja nýskipanir í lóggávuni frá 1956, ið skal avgera lívsleiðina hjá okkaru kvinnum í 2017. Til at fremja hetta krevst, at vit ikki smæðast burtur í ótta fyri at skýrd bæði eitt og annað, at vit halda á og ikki steðga fyrrenn politikkarirnir hava samlað sær so mikið mót til at hetta álvarsmál kemur á skrá. Tað stutta av tí langa er, at tað er ikki rætt, at tað kemur alt ann uppá hvønn lækna mann hevur, um mann fær játtað abort ella ei. Tað er ikki rætt, at kvinnur, ið ikki eru fíggjarliga væl fyri, verða óbeinleiðis tvingaðar at gjøgnum­ føra ein viðgongu, sum tær ikki ynskja at gjøgnumføra, av teirri ein­faldu orsøk, at tær ikki hava ráð at fara uttanlanda at fáa abort framda. Tað er ikki rætt, at onnur uttan­fyri­standandi skulu avgera, hvussu restin av lívinum hjá eini kvinnu skal forma seg - kropsliga, sálar­liga og familjuliga. Er tað veru­ liga so, at vit liva í einum landi sum góðtekur, at kvinnur skulu skriva undir uppá og hava tað hangandi á sær fyri lívstíð, at tær eru sálarliga óforsvarligar, fyri at tær kunnu fáa abort framda? Nei, tað er ikki acceptabult í mínari verð. Tað er einans kvinnan sjálv, ið kann taka og liva við tí avgerð. Veruleikin er, at abortir altíð hava verið, eru, og altíð fara at verða, óan­sæð hvat okkara persónliga mein­ing um tað er. Hetta málið botnar í, at vit mugu tryggja okkara kvinnum forsvarligar, rættvísar og tryggar rammur til at taka avgerð­ ina, ið einans hon kann taka. Tað kann ikki tigast burtur longur! Stuðlið hesum málið við at dáma facebooksíðuna »frítt val – fyri fríari abort« VIÐMERKINGAR Hvat vilja vit við sjúkrarøktar­ frøðini í Føroyum?