týsdagur 19. september 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
16
Sosialurin
Granskingarráðið hevur ment
ein portal fyri granskarar, sum
vilja koma til Føroya ella fara
út í heim at granska. Portalurin
hevur upplýsingarnar m.a. um
skattaviðurskifti,
uppihalds
loyvi og onnur praktisk viður
skifti í samband við at flyta til
annað land. Eisini eru lýsingar
av føroyska granskingarum
hvørvinum. Portalurin liggur á
www.euraxess.fo .
Ein týdningarmikil partur
av portalinum er tænastan
EURAXESS Jobs. Har ber til at
finna leys størv, sum gransk
ingarstovnar
í
Evropa
lýsa
við. Møguleiki er at leita eftir
størvum innan eitt ávíst gransk
ingarevni og innan landafrøðilig
øki. Føroyskir stovnar og virkir
kunnu eisini lýsa síni størv her
og røkka hvørjum króki í Evropa
uttan kostnað.
Upplýsingar um at flyta til
Føroya at granska eru eisini
givnar út í eini hondbók.
Føroyska EURAXESS tænast
an er partur av einum netverki
við umleið 200 deplum í 40 lond
um í Evropa.
Tveir
EURAXESS
deplar
eru í Føroyum, har granskarar
kunnu fáa leiðbeining um at
flyta millum lond. Annar er á
Granskingarráðnum, og hin er á
Fróðskaparsetrinum.
Granskingarráðið hevur bygt
upp EURAXESS tænastuna við
fígging frá ES.
EURAXESS
hjálpir
granskarum
at flyta
Føroyar eru partur av EURAXESS
tænastuni hjá ES, sum skal gera
tað lættari hjá granskarum at
flyta millum lond at arbeiða
í styttri ella longri tíð.
Horizon
2020
Granskingarskráin hjá ES fyri tíðarskeiðið 2014-2020 kallast Horizon
2020. Stórur dentur verður lagdur á samstarv millum granskarar
og vinnulívsfólk, at byggja brýr millum gransking, nýskapan
og framleiðslu. Málið er at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss,
umframt at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman.
Skeiðið er hálvrunnið síðani Hori
zon 2020 varð sjósett við ársbyrjan
2014.
Sum heild verður latið væl
at. Kappingin er hørð, tað eru øll
samd um, og tað er stór avbjóð
ing at søkja um stuðul. Tað. sum
er serligt við skipanini er, at í
nógvum førum skulu fleiri partar
úr fleiri ymiskum londum søkja.
Tí ber til longu nú at síggja onnur
munagóð úrslit, enn tann fíggjar
liga stuðulin. Stór virðisøking sæst
t.d. hjá fyritøkum, tá ið talan er um
altjóða netverk. Nærum øll lond í
heiminum kunnu vera luttakandi
partur í Horizon 2020 umsókn, tí
hava fyritøkur fingið samstarvs
partar og nýggjar marknaðir gjøg
num arbeiði við umsókn til Horizon
2020.
Í Horizon 2020 verður lýst við
útboðum innan evni og øki, sum
eru avbjóðingar í ES høpi. Í flestu
førum verður tí talan um tvørfak
ligt samstarv millum fleiri lond í
Evropa. Umsóknin eigur at hava
ein europeiskan vinkul, soleiðis
at skilja, at úrslitið kemur at hava
nyttuvirði í ES og helst eisini aðra
staðni.
Umframt møguleikan at søkja
sum partur av størri netverki, ber
eisini til hjá føroyskum fyritøkum
at søkja einsamallar. Nakrar fyri
tøkur hava víst møguleikunum
í Horizon 2020 áhuga, og onkur
hevur eisini søkt. Men tað er einki
at ivast í, at tað krevur royndir
í at skriva umsóknir fyri at fáa
lut í kappingarstuðli úr Brússel.
Royndir, sum vit ikki enn hava
serliga nógvar av í Føroyum.
Nakrir granskingarstovnar og
privatar fyritøkur í Føroyum hava
fingið stuðul frá Horizon 2020, men
her eru fleiri ótroyttir møguleikar
eftir enn. Samanborið liggja Før
oyar yvir miðal í ES í mun til játtan
per íbúgva, men samanborið við
hini norðurlondini, so liggja vit
niðarlaga.
Granskingarráðið, sum røkir
NCP kunningartænastuna um
Horizon 2020, metir, at vit kunnu
læra av royndunum hjá øðrum og
virka fyri, at góðar loysnir verða
settar í verk, soleiðis at Horizon
2020 kann verða enn betri gagn
nýtt.
Á Vísindavøkuni verður møgu
leiki at fáa kunning um nakrar av
verkætlanunum, sum hava fingið
stuðul frá Horizon 2020.