hósdagur 21. september 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
22. september 2017
Eftir orðaskiftið á tingi týsdagin um fisk
ivinnunýskipanina er ikki nógv nýtt at
frætta – tíansheldur vón fyri breiðari semju
um eina nýggja fiskivinnunýskipan. Nógv
bendir tí á, at samgongan einsamøll fer at
atkvøða nýskipanina ígjøgnum.
Sjálvandi er møguleiki fyri, at viðgerðin
í vinnunevndini fer at flyta okkurt, men tá
støðan er so fæstlæst – bæði í samgongu og
í andstøðu – sum hon tykist vera, so broytist
valla nakað.
Tað er ikki nóg væl telvað politiskt, at
einki skal bera til. Fyri 11 árum síðni vóru
tað Sambandsflokkurin, Fólkalfokkurin
og Javnaðarflokkurin, sum søgdu upp
veiðiloyvini til 1. januar 2018. Hetta átti at
forpliktað hesar flokkar – sjálvandi meira,
tá teir eru í samognu – at gjørt nakað við
tað. Tað er ilt at vita, hvat eitt nú Sambands
flokkurin hevur hugsað sær, tá hann hevur
gjørt so lítið fyri at loysa málið, meðan
hann sat við landsins leiðslu. Helst hevur
trupulleikin verið Fólkaflokkurin, sum ikki
hevur fingið tað, sum hann hevur viljað.
Og tá reiðarar gremja seg um tað, sum
teir missa sambært nýggja uppskotinum,
hjá Høgna Hoydal, so er tað ikki rætt. Eingin
missir nakað, tí øll hava longu mist alt, tí
tað hava áðurnevndu flokkar gjørt av fyri 11
árum síðani. Á nýggjárinum »eigur« eingin
rættindi til nakað sum helst. Tí verður øll
útluting nýggj útluting. Tað er ein ógvuliga
margháttligur máti at reka politikk uppá,
um man heldur, at við einki at gera, so gong
ur tað nokk. At leingja loyvini, tí at politiska
skipanin ikki hevur megnað sína uppgávu,
tað er ikki gott nokk.
Og tað er heldur ikki optialt, at ein
samgonga einsamøll skal atkvøða eina so
grundleggjandi nýskipan ígjøgnum.
Men søgan vísir okkum tó, at fyri tað um
ein samgonga ger tað einsamøll, so merkir
tað ikki, at næsta samgonga fer at broyta
alt aftur til tað gamla. Her kunnu vit bara
taka pensjónsforskattingina og flatskatt
in hjá undanfarnu samgongu sum dømi.
Mótstøðan hjá táverandi andstøðu var
gróthørð. Nú er tann andstøðan samgonga,
og eingin tosar um at rulla hasar nýskipan
irnar afturaftur. Tvørturímóti!
Helst verður tað á sama hátt við fiski
vinnunýskipanini. Gamaní, er okkurt heilt
galið, so verður tað justerað. Men endin
kann eins væl verða, at øll verða fegin um,
at vit um ikki annað fáa eina skipan at virka
eftir, heldur enn at óvissan skal galda í fleiri
ár afturat.
Støðan hjá føroyska sjófuglinum er nógv batnað
seinastu tvey árini - eftir 15 sera vánalig ár
skrivar Havstovan.
Í nýggjari grein, prentað í tíðarritinum
Frontiers in Marine Science, verður víst á, at
vindharði veturin 2014-2015 er helst ein orsøk til
betraðu lívskorini hjá sjófugli.
Nýggj tøkni ger tað møguligt at fylgja ferð
ingini hjá sjófugli. Við hesum sæst, at fleiri sløg
av sjófugli frá bjørgum kring alt Norðuratlants
havið sita á opnum havi sunnan fyri Grønland
stóran part av vetrinum. Havumhvørvið um
veturin á hesum opnu leiðum gera av, hvussu
tað hilnast hjá t. d. føroysku rituni at fáa pis
ur summarið eftir. Tað kann broytast nógv
frá ári til annað, og møguligt er at spáa um
eyðmerktar havfrøðiligar broytingar eitt til tvey
ár frammanundan.
Í grein í fjør spáddi Havstovan, at
kaldi og vindharði veturin 2014-
2015 fór at føra til betri taðing av
sjónum, meira gróður, størri nøgd
av reyðæti og
tískil helst
meira føði
til bæði
sjófugl og
fisk.
Heldur eina skipan enn støðuga óvissu
Støðan hjá
sjófugli batnað
Havstovan
Les
eisini blaðið
Vit samtyktu
okkara stjórnar
skrá í 1662
Zacharias Wang
síða 29
14. september
– martýriums-
dagurin 2017
Virgar Dalsgaard
síða 30
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Man hevur ta mein
ing, sum man verður
betaltur fyri at
hava...
Tað er ikki neyðugt altíð at
gera tingini so innviklað.
Spyr ein sakførara, og
tú fært tað svar, sum tú
betalir fyri. Politikarar
meina tað, sum tað passar
teimum best at meina í
tí umhvørvinum, teir eru
beint nú.
Tú skalt bara meina tað, sum tú fært
pengar fyri at meina – ella tað sum passar
best her og nú. Og alt kann keypast.
Men hinvegin. Øll kunnu skifta meining
– hugsa bara um gitnu oriðini hjá Jens Otto
Kragh: »Man har et standpunkt, til man ta'r
et nyt...«
Her eru tvey brot, sum vísa tað, sum stjór
in í Reiðarafelagnum helt, tá hann ikki var
stjóri í Reiðarafelagnum:
»Ein fríur marknaður fyri náttúrutilfeingi
hevði loyst upp fyri øllum hesum bindingum
og gjørt fiskiveiðu nógv meira produktiva.
Tí er avgerandi neyðugt at fáa ein frían
marknað fyri náttúrutilfeingi at virka í
Føroyum, har tað almenna, sum varðar av
fólksins ognum, selur fiskin í sjónum fyri
maknaðarprís. Hetta hevði tikið grundarlagið
undan samgonguni millum seráhugabólkar
nar í fiskivinnuni og hevði gjørt tað politiskt
møguligt at loyst bindingarnar, sum eru á
fiskivinnuni. Harvið hevði verið møguligt
at tryggjað rættin hjá teimum, sum keypa
náttúrutilfeingi á einum fríum marknaði, til
at fingið tað til høldar á tann hátt, teimum
lystir, virkað tað á tann hátt, teimum lystir,
og selt tað har, teimum lystir.«
Jóannes Jacobsen og Stefan í Skorini, Á
veg móti einum sjálvberandi búskapi (2010)
»Ein samanrenning millum politiskar
bólkar, arbeiðsgevarar og verkafólk í fiski
vinnuni hava hildið bygnaðinum í fiskivinn
uni føstum við serskipanum og serligum
stuðli, ið hevur forðað fyri nógv størri
avkasti í fiskivinnuni, og hevur forðað fyri
burðardyggari veiði, umframt at aðrar vinnur
ikki hava kunnað kappast við serskipanirnar
í fiskivinnuni.«
Úr búskaparkanningini, sum Jóannes
Jacobsen, Ph.d í búskaparfrøði og Stefan
í Skorini, samfelagsfrøðingur gjørdu fyri
Norðuratlantsbólkin á Fólkatingi
Stefan hevur lært tað nú