hósdagur 21. september 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 110
4
Land í eygsjón: Heja Sverige!
TIL BØRNINI
Svante og Katarina
Træverkstovan hjá
Emil í Lønnibergi
Papper
Papper
Arnold Ludvig
Rydh/Sörenson
Scener ur ett äktenskap
23.–30. SEPTEMBER
TRÆVERKSTOVAN HJÁ EMIL Í LØNNIBERGI
23.–30. september
Óskikkilig børn kunnu sendast inn í skúrin hjá Emil í Lønnibergi, har tey
sleppa at skapa eina lítla veru úr træ.
SVENSKUR BARNABIOGRAFUR
Sunnudagin 24. sept. leygardagin 30. sept. og sunnudagin 1. okt.
Børnini kunnu gleða seg til eina røð av kendum svenskum barna filmum og
sjónvarpsrøðum. Pippi, Ronja, Álvur Ákason, Emil og fleiri onnur.
PAPPER – EIN UNDURFULLUR BARNALEIKUR
Mikudagin 27. september
Papper tekur støði í hugflogi barnanna. Úr pappíri skapast sveimandi
fuglar, flákrandi firvaldar, ein hábærslig skjaldbøka og óteljandi aðrar verur.
Pappírið verður rukkað, boygt, snúrað og skrætt, og verurnar umskapast,
hvørva og koma aftur til lívs. Hóskandi fyri øll úr 4 árum og uppeftir.
TJULAHOP TJULAHEY
Leygardagin 30. september
Fullfíggjað skrá fyri Land í eygsjón: Heja Sverige! er á nlh.fo
ÚTSELT
FØROYA SYMFONIORKESTUR
VIÐ SVANTE HENRYSON
Leygardagin 23. september
Vinnarin av Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2015, sello-leikarin og
tóna skaldið Svante Henryson, spælir egið verk saman við Føroya Symfoni-
orkestri. Á skránni verður eisini tónleikur eftir svensku tónaskøldini Andreu
Tarrodi og Franz Berwald.
RYDH/SÖRENSON – FRAMSÝNING
23. september– 5. november
Rydh/Sörenson arbeiða við at skapa fyribils, staðkend verk í náttúr uni. Eitt
projekt, tey kalla Environmental Ephemerals. Tað at skapa nakað, sum er
stokkut og fyribils, letur upp fyri eini serligari sjarmu og fyri heimspekiligum
møguleikum.
SVENSKUR JAZZUR OG POPPUR
Sunnudagin 24. september
Konsert við Katarina (kend úr the Real Group) og Svante Henryson, sum
syngja og spæla svenskan og altjóða tónleik, og Svante Henryson Kvartett,
sum spæla nýggjan og vælsvingandi jazz.
SVENSKT VÍSUKVØLD
Hósdagin 28. september
Kendir føroyskir sangarar tulka svenskar vísur eftir Evert Taube, Cornelis
Vreeswijk, Bjørn Afzelius og mong onnur. Sangararnir eru Guðrið Hansdóttir,
Jens Lisberg, Lív Næs, Eyð B. Jakobsen, Kristian Holbæk, Jóhanna
Norðberg Niclasen, Tróndur Enni, Maria á Lakjuni, Eyðun Nolsøe, Dánjal á
Neystabø, Jensina Olsen o.o.
SCENER UR ETT ÄKTENSKAP
Fríggjadagin 29. og leygardagin 30. september
Sjónleikurin snýr seg um vald og máttloysi. Látur. Tár. Kærleika, vinar lag og
sex. Eva Dahlman og Lehna Edwall hava saman skapt fleiri sera væleydnað
verk, hálovað bæði av áskoðarum og ummælarum. Nú eiga hjúnarbandið
og kærleikin tørn.