Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 30 VIÐMERKINGAR 14. september – martýriums-dagurin 2017 Virgard Dalsgaard Nú nærkast tann stóri ceremonielli sjálv­pínudagurin hjá loysingar-sekt­ ini, sum altíð hevur verið sera trúgv móti symbolum og alskyns symbol­ poli­tikki. Í ár ætla teir so, at teir skullu vera ekstremt TÝDULIGIR í sínum cere­moni-tiltøkum. Tað hevur leingi sitið ein symbol- og ceremoninevnd, sum skrivliga hevur tastað og intellektuelt jótrað seg gjøgnum eitt sera rúgvismikið idé-tilfar. Nevndin hevur havt skiftandi limaskara, men tríggir av sym­bol­ istunum hava verið permanentir limir; nevniliga ígongdsetarin Rani Nolsøe, ceremonimeistarin tiirgir Kruse og superdidakturin Jørgen Úlvsá. Hesir eminentu tonkjarar hava sjáldan verið heilt samdir um nakað, men hinir nevndarlimirnir hava verið so frægir, at nevndar-fólk eru higartil ikki beinleiðis farin til hendurs. Stríðið hevur verið principielt um, hvussu man skal eyðmerkja dagin: Skullu teir alsamt grenja um, at tað er so synd í teimum, ella skullu teir hovera um, at teir eru so nógv betri til alt, enn danskarar. Hetta er eitt relevant eksistentielt problem fyri smáar tonkjarar. Skal tað vera tann triviella søgu­ liga offur-rollan við sorgardámi, gremji-møtum og nationalari andakt allan dagin, ella skal man heldur velja ta meira heroisku rolluna, har man við menskari Tarzan-attitudu vísir, at man bæði kann knúska allar teir illavorðnu danskararnar og svína Danmark illa út við alskyns skemdar­ orðum úr tí Jonhardsku orðabókini. Tað er beisk ósemja heilt upp í ovasta kvett-sætið, har tann neyð­ staddi floksleiðarin er farin í hugsi- boks, akkurát sum tokufjari Amdi frá Tvind. Tann verbala glímingin er nærm­ ast endað við einum slagi av millum­ loysn, soleiðis at fólk bæði kunna gráta og festa. Onkur uppskot eru tó heilt kveistr­aði av borðinum, m.a. tí tey vóru for konditións-krevjandi fyri ta heldur spinklu fysikkina hjá fleiri av teimum atletiskt ótrenaðu loysingar- fólkunum. Her kunnu vit t.d. nevna tað vrak­aða uppskotið frá Úlvsá,um, at 126 t.e. (14 x 9) danskt tips-stuðl­aðir patriotar úr Unga tjóðveldi skuldu renna sprongdar-renning líka úr Kirkjubø við føroyskum flaggi, kol­ svørt­um silkibandi um høvd­ið, grinda­knívi og hvør sínum petti av múr­in­um heilt niðan til Kongaminn­ ið, har teir síðani skuldu sparka og steina obeliskin við tí kav­rotna Kirkju­bíggjar­grótinum. Hetta hildu fleiri symbo­listar kortini ikki vera nóg origi­nalt. So var tað meira substansur í uppskotinum frá tí uppfinnsama Birginum Kruse: Hann advokeraði spelkin fyri, at 14 tjóðveldismenn í morreyðum ný­ tøvdum koti, svørtum lærstuttum Bermuda-brókum, húðaskóm og hvalvákni saman við 9 tjóð­veld­ iskonum í krunka­svartari bhurka, øsku­grómutun kjálkum og høg­ hælaðum rotuskóm skuldu dansa allan fyrrapartin niðri í Vágsbotni rundan um Nólsoyar Páll, meðan tey skiftivís venaðu seg um "FØROYAR" ella "kagaðu" upp í loft, meðan tey messandi skríggjaðu : "Sært tú fuglin HAR?" - Kringvarps-dreingirnir skuldu senda hetta innovativa til­ tak­ið "non-stop"! Hetta interessanta og djarva upp­ skotið hjá Kruse var eisini felt eftir drúgva debatt. Við stórum beiskleika samdust loysingar so endiliga um, at dagurin heldur skuldi markerast í sjálvum Løgtinginum, so teir kundu fáa ting­ limir úr hinum flokkunum at varnast, hvussu raskir og uppfinnsamir, loysingar eru. Harafturat kundu teir lættliga fáa mikrofonjassarnar ´frá "republican service" mannsterkar niðan í Ting­ið at assistera við at útbreiða og kring­ varpa, hvussu kreativur symbol­ flokk­urin er. Avgjørt var, at skráin blívur so­ ljóðandi lutvíst eftir uppskrivt frá Rana og instruerað av Kruse: Man skal fara sáttliga og diskret í holt við sjálvan morgindagin. Í samráð við tað altíð ovur­ fúsa útvarpið, skal poeturin og guitaristurin Steintórur Rasmussar­ sonur spæla og syngja meginpartin av fosturlandstilfarinum í Føroya fólks sangbók, meðan hann við sordinrødd supplerar við citatum úr bókini um sítt beskeðið designaða listarverk, sjálvt lívið, inntil Tingið verður sett. Avgjørt er, at Siri Steinberg, Anita á Fríðriksmørk, Katrin Kallsberg, Kristina Háfoss og Bjørt Samuelsen vraka bhurka-plaggið og heldur møta demonstrativt elegantar í donsk­um klæðum og vælsmurdum andliti, meðan allir teir mannligu loys­ingar-tinglimirnir skullu trína noss­ligir fram í reyðum klædningi við kritahvítari skjúrtu og slipsi. Væl­klæddir føroyingar, UTTAN torv­ mold, tvístertur tøð ella snik!!! Henda geniala "provokatiónin" er eitt sjálvstøðugt projekt, sum er úttonkt í Klakksvík av tí dynamiska uppfinnaranum Rana Nolsøe og skip­að av Birgir Kruse. - Men bíða nú! Skjótt kemur róp í, tí soleiðis skal kortini ikki vera! Tí inn gjøg­ num víðopnar tingdyr brýtur ein intellektuel fylking við ryggja­merkj­ um frá Setrinum, - tað er band­in við teimum herðabreiðu tjóð­banda­ limunum Carl Johan Jen­sen, Jon­ hardinum Mikkelsen og Sakarissa Zachariassen á odda, og teir fara eirindaleyst og ráir til verka og við sikrari hond skræða teir klæðini av bæði loysingum og loysing-gellum, og sí, tey eru als ikki brókaloysingar! Nei. sum fuglurin Phønix opin­ berast undir teimum vemmiligu og alt for nossligu donsku klæðunum føroyskur uniformur hjá kvinnunum og torvatrølla-befongdur kotabúní hjá monnunum. Tað er sum apolypt­ iskur gandur á tingi. Eingin mælir orð! Øll hava verið vitni til eina eina­ standandi sjáldsama metamor­fosu, sum aldrin fyrr hevur verið at sæð í nøkrum lóggávu-tingi norðan fyri Alpurnar, heldur ikki einum polsk­ um! Allir hinir prosaisku tinglimirnir standa sjálvandi rættiliga ovfarnir yvir íverksetingar-genialitetin hjá symbolflokkinum, men tað er slett ikki liðugt enn. Kommunalt ískoyti Fyri at hvessa og undirstrika sym­ bolikkin er eisini hent nakað avger­ andi hinumegin vegin, altso yviri á býráðnum, har tjóðveldið hevur ein aktivan bindiklubba sitandi, sum goggandi heldur hondina yvir og undir tí kroniskt bilsna og stóroygda kommunala kransakaku-figurinum, tí alsamt gánandi frúnni Onniku O. Gellurnar í býráðnum vilja ikki standa aftan fyri symbolnevndina í spekulativari innovatión, so tær hava metaforiskt tikið sær inspiratión í síni egnu ambivalentu støðu sum "búr­hønur" hjá Onniku, men nú skal Dan­mark altso eisini hava tað. Tað plag­ar jú at vera heilt gratis at herja á danskarar. So beint eftir ta skikkiligu "stripp­ ingina" av loysingarliðinum í ting­ inum, verða tær kommunalu tjóð­ veldis-damurnar við Balle-Gunnvør á odda bornar inn í Tingið, hvør í sinum jarnbúri. Men so skjótt sum tær eru komnar inn, herjar tann stálsetta Háfoss eftir avtalu á loysingar-búrini og brýtur lásið upp, so allar tær kommunalu hønurnar flagsa fegnar og fnisandi yvir á áhoyraraplássini, sum relativt frælsir fuglar. Hetta er ein symbolikkur, sum sjálvt tann minst begávaði tjóð­ veldis­veljarin kann forstanda. Samstundis fortelur Háfoss, at hetta er ein tiltrongdur offensivur móti danskari kúging og fjøtrandi BLOKKI. Rani N. gongur febrilskt millum áhoyrararnar við einum risa­ stórum papmaché-blokki á bakinum, so eisini tey heilt skilaveiku kunnu fata, at hann er við at hokna undir tí skendska danska blokkinum. Rana­blokkur er designaður í íverk­ setingar­húsinum í síni tíð. Hinir tingmenninir eru nú so bilsnir, at fleiri mugu troysta seg við bæði Panodil og kaffi. Summir mugu leska seg við sterkari løgi, men tað verður átalað av Reynatúgvuni, sum hóttar við at slíta fundin, áðrenn hann er begyntur. Túgvan rennur annars fjákut, hálvvilst og euforisk runt; hon hevur síðani brókaloysingina ballað seg inn í eitt skrætt og hálvskitið føroyskt flagg hjá Unga tjóðveldi.. Men teir chokeraðu áhoyrarar og tingmenn, sum nú ætla sær til rýmingar, verða heilt forfardir, tá ið teir knappliga varnast sjálva kul­ minatiónina av hesi hegnigu provo- hending í B. Krusu-regi. Tað verður steintøgn og fullkomu­ liga kvirt, tí inn eftir gólvinum verður nú borin ein fulkomuliga ókenniligur figurur í gullstóli. Hann er vavdur og surraður inn í eitt risastórt kopi av Seyðabrævinum, fyrstu útgávuna av "14. september", dópsattestina hjá Trónda í Gøtu, undirskrivað av Sigmundi B., Magna Charta, floks­ skránna hjá symbolflokkinum, ókann­aði skjøl, krógvaði og horvin skjøl, fyrstu stavingarbókina hjá Erlendi Paturssyni, fleiri tons av fiskivinnubroytingaruppskotum og so síðst, men ikki minst stjórnar­ skip­anaruppskotið í beskednum 71 eintøkum, eftirsum tað eru liðin akkurát so nógv ár, síðani tað stóra martýriið í 1946. Ei undir í, um bæði Tinganes, Løg­tingið, fiskimenn og reiðarar eru við at drukna í pappíri, tá ið bara ein politikari er komin at síggja so pappírskvaldur út, eftir bara hálva setu í landsgonguni.. Við tað, at gullstóla-figururin hev­ur eina symbolska hýsu hang­ andi um hálsin, blívur hann skjótt identificeraður sum okkara hektiski fiskaministari. Eitt spjaldur er eisini. har á stendur, at tað verður skjótt atlantisk AUKTIÓN, har ALT verður selt til SPOTT-prís. Upprunaliga ætlanin var, at fiska­ministarin skuldi sita undir løg­manni, men eingin rúmast í fang­ inum hjá honum fyri berum pappíri, so løgmaður hevur slitið seg leysan og gongur sjálvur niðan í Tingið. Henda entré fær moderatar lógva­ brestir, og bæði andstøða og sam­ gongan forstanda væl symbolikkin. Fiskaministarin sær ekstatiskur út, meðan hann við skelvandi patos grælar úr pappírsrúgvuni og citerar ein stóran part av sjey-tabellini uttan­at, næstan feilfrítt, sjálvt um Háfoss noyðist at sufflera hann eitt sindur, tí akkurát tí tabellini hevur hon eisini góða hylling á Fiskaministarin hevur henda 14/9 valt at smoyggja seg í offur-rolluna, heldur enn ta vanligu gorrandi og aggressivu attituduna, og hann hev­ ur tí kravt, at hann sleppur at sita og bíta negl á einum fakir-bretti við donskum seymum í, so leingi ting­ fund­urin varar Hetta verður eftirlíkað sorg­blíd­ liga av partamonnum.. Nachspiel Eftir tingsetanina, verður nachspiel hjá loysingum uppi í Dansifrøi, har teir ætla at smáfesta og hátiðar­ halda sorgina um tann fjúrtanda sep­tember! Annars eru taðbara ser­ barar, sum hátíðarhalda eitt tap líka so eld­hugaðir sum teir føroysku symbol­menninir. Serbarar hava tó munin, tí teir festa um eitt tap móti turkum í 1387, og tí ætla loysingar­ menn at bjóða serbingum til veitslu í næsta ár, tá ið man ætlar at krevja, at 14. september verður frídagur, kanska heiligdagur. Annars mugu sam­bandsfólk sperrast inni allan sorgar­dagin. Magni Arge, sum nýliga hevur sung­ið í Japan, hevur lovað at undir­ halda loysingum og loysing-gellum. Hann sigst p.t. at liggja millum teir ovastu á teimum japonsku hit-list­ unum við "Eins og áarstreymur renn­ur.."., so fólk eru spent sum til jóla­hald. Tað stóra PARANOIA-sangkórið er ikki við í ár, tí tey flestu eru blivin so búgvin, at tey hava meldað seg út úr sektini og eru blivin sambandsfólk. Tey hava eisini fingið valgrætt. Fleiri hava fingið bil, børn og bankalán, og so heldur spølni uppat hjá teimum allarflestu. Magni verður tí næstan einsa­ mallur, men fer eisini at fortelja eini tárandi fjøld, hvussu tungt tað er at skulla arbeiða í tveimum lóggevandi sessum. Tað er stræviðhjá einum loysingi at passa tvey ting í senn! Tessvegna fer hann á absolutt ófor­stáiligum gøtudonskum at syngja tann sentimentala sangin hjá Jeppe Åkjær: "Jeg bærer med smil min byrde" saman við Balle-Gunnvør og Anitu Fr.berg. Balle hevur hóttað við at syngja niðurlagið til Marseillaisuna á ís­ lendskum, men tað bleiv uppgivið. Annars verður eisini eitt sindur av meira seriøsum innihaldi. T.d. hevur Jonhardur Mikkelsen saman við Birgir Kruse og Úlvsá lagt fram eitt uppskot um, at Danmark verður heilt strikað í einum komandi geograf­ iskum atlassi, meðan Ísland, Serbien, Grønland og Baskaralandið fáa hvør sínar tvær síður í atlassinum. J. Úlvsá hevur eisini ein passus, har hann skjýtur upp, at danskt verð­ ur totalt útruddað í øllum skúl­um, meðan baskiskt mál verður obliga­ toriskt frá barnahava-aldri. Hann svermar sjálvur nógv fyri baskiskum, tí teir hava tað allarelsta málið í Europa og eru kanska málsliga skyldir við neanderthalararnar. Tað átti filo­sofiskt at verið ein eklatantur fyrimunur hjá loysingum. Annars sleppa fólk at gumla spik­ bitar, sutla garnatálg og jagla turra hýsu, meðan tey hugaði smákvøða um gólvid, uttan knív, gafful ella stólar tí - tað er alt alt for danskt! Øll rópa standandi hurrá fyri Før­ oyum, Íslandi, Andorra og Baskara­ landinum. Eisini minnast tey gráti­ rørd Che Guevara, Djengis Khan, Erlend Patursson, Trónda í Gøtu, Lu­ mumba og Kálv Lítla. Tað blívur altíð eitt sindur av mis­stemningi, sum t.d. tað, at ein full­ur eysturoyingur villist inn og harð­mælt postulerar, at Tróndur í Gøtu var pedofilur, og tað skuldi vera tí, at hann dragsaði Sigmund og Tóra norður til Gøtu í síni tíð. Slíkir ljósa­sløkkjarar verða við harðari og brutalari hond tiknir og beindir á dyr, sjálvt um teir eru heiðurslimir í symbol­flokkinum. So eru tað teir afturvendandi smá­ligu perfektionistarnir, sum rópa, hví man ikki sorgarheldur tann 18. september, tá ið terroristar vildu spreingja okkara parlament. Slíkir søgu-pedantar verða sjálvandi líka­ leiðis tiknir við fastleika, kneplaðir og sparkaðir á dyr út til partisanarnar úr Unga tjódveldið, sum kollektivt smyrja teir av. Katrin lækni og megin-loysingur fer saman við Anitu á Fríðriksmørk at standa fyri einum feministiskum innslagi, har tær fara at causera góðan hálvanannan tíma um, HVÍ DANSKAR KVINNUR EINKI DUGA & EINKI NYTTA. Hetta er eitt gamalt mál, sum tær hava arbeitt leingi við, og hvørja ferð tær tríva í evnið, er altíð okkurt tvørball, sum ikki heldur seg hava forstaðið teirra akademisku belæring. Tá plaga tær oftast fornermisliga at enda fyrilesturin við at deklamera, at so mikið vita tær. at eingin donsk kona dugir at binda, eingin dugir at baka, eingin dugir at syngja og dansk­ar ommur eru egoistar, tí tær ferð­ast í staðin fyri at passa síni ommu­børn. TÍ MUGU VIT sjálvsagt HAVA LOYS­ING! Kvøldið endar við føroyskum dansi, har formaðurin í Unga tjóð­ veldi skipar "Nú eru kvøldini myrk og long". Aftaná koma Carl Johan, skald Jensen og Jonhardur M., sum annars ikki plaga at skipa ósmædnir út á gólvið og kvøða "Geipatátt". Carl Johan hevur debuterað sum skipari niðri í Bruxelles á tí vælkenda vertshúsinum "Delerium tremens", so hann er væl fyrireikaður. Teir hava lært seg niðurlagið og ikki so heilt fá ørindi. Aftaná dansin lovprísar skaldið hesum ómissiliga kulturskatti, sum allir føroyingar eiga at brúka hvønn dag, serliga tá ið teir arbeiða sum appendix í diplo­ matiskari tænastu . Kvøldið endar við, at Siri Stenberg lesur spakuliga úr bókmentasøguni hjá Árna Dahl og Høgni Hoydal lesur hart úr tí hálvlidna 18 ára gamla stjórn­ar­skipanar-uppskotinum, inn­til tey flestu eru antin farin ella sovn­að. Aftur ein ógloymiligur 14. sep­ temb­er!