mánadagur 25. september 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
JAVNT Í KLASSIKARANUM
Hetta er triðju ferð í ár, at KÍ og HB spæla. Fyrsti dysturin endaði við 1-0
sigri til KÍ í Klaksvík. Síðani vann HB 2-1 í ólavsøkudystinum, har KÍ annars
eitt skifti var á odda 1-0. Tá so liðini nú spæla javnleik, so hava bæði
fingið fýra stig fyri klassisku uppgerðirnar. Málúrtøkan er eisini 3-3, men
klaksvíkingar vilja nokk halda fyri, at teir hava skorað fleiri mál á útivølli,
meðan havnarmenn halda at tveir útidystir geva teimum fyrimunin.
Annað dystin á rað spælir KÍ málleysan javnleik, sum ger at
felagið er longri frá meistaraheitinum, hóast frástøðan er minkað.
Í fjør vann Víkingur FM við at spæla til null í seinnu hálvu, men
kundi við Andreas Lava Olsen hála neyðugu stigini heim
Tróndur Arge – Klaksvík
Tað er málleyst í Klaksvík,
tá boðini koma um at suður
oyingar aftur eru á odda í
Sarpugerði móti Víkingi. KÍ
roynir at trýsta, fyri at fáa
sigursmálið móti HB. Í somu
løtu KÍ sleppur spæliætlanin
er um reppið, at HB fer av
stað við øllum.
KÍ hevur seinastu fýra
dystirnar hildið málið reint,
men í tveimum dystum
hevur liðið manglað ein
spælara, sum kann avgera
stóru dystirnar. Í fjør var
tað Andreas Lava Olsen,
sum hevði tann leiklutin
fyri Víking, men hóast Páll
A. Klettskarð, Albert Adu,
Semir Hadzibulic og Jóannes
Bjartalíð royndu tað teir
kundu, so manglar liðið ein
Lava.
HB um ein háls
KÍ hevði Ísak Simonsen við
aftur á vinstra bakki, eftir
at hann byrjaði uttanfyri
vegna sjúku móti Víkingi,
meðan HB framvegis ikki
hevur Aleksandar Stankov
tøkan vegna skaða. Ári Mohr
Jónsson byrjaði á vinstra
miðvøllinum í eini 4-4-2 upp
stilling, sum sá illa út fyrsta
lítla hálva tíman.
KÍ setti seg á dystin og
spælið gekk væl. Serliga í
vinstru sluppu bæði Ísak
Simonsen
og
Jákup
B.
Andreasen til fleiri innlegg,
men miðverjan hjá HB hevði
ein góðan dag og ruddaði at
kalla alt vekk.
Tað var stórur munur á
liðnum hesa løtuna, har KÍ
tordi at hava bóltin, meðan
HB bara rann uttan bólt.
Tú kundi næstan sagt, at KÍ
spældi tann fótbóltin, sum
HB ynskir at spæla.
Stóri trupulleikin hjá KÍ
var, at innleggini vóru ov
vánalig.
Taktisk broyting
“drap” dystin
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki
valdi Sigfríður Clementsen,
venjari hjá HB, at hála í
hondbremsuna. Ári Mohr
Jónsson bleiv hálaður aftur
á vinstra bakk, meðan Daniel
Johansen kom inn á miðjuna,
at hjálpa Tróndi Jensen og
Róki av Fløtum Jespersen.
Við einum á topp og trimum
á miðjuni fekk HB vart seg
betri.
Tað skal eisini sigast, at
HB kom ikki til ein upp
spældan møguleikan, fyrr
enn heilt móti endanum.
Eina ferð riggaði eitt upp
spæl í vinstru, men tað var
alt. Heldur ikki fyrstu løtuna
við
tveimum
áleyparum
eydnaðist at fáa skap møgu
leikar.
Eftir taktisku broytingina
bleiv talan um ein nógv
minni undirhaldandi dyst. KÍ
hevði bóltin meiri og tókist
hava fleiri samanhangandi
avleveringar,
tá
álopini
skuldi snikkast saman.
Øssur Dalbúð var ein
einsamallur maður í álopi
num hjá HB, meðan Páll A.
Klettskarð og Albert Adu ikki
vunnu sínar tvídystir við
Jóhan Troest Davidsen og
Bartal Wardum. Umframt
tað, so vóru seinastu av
leveringarnar
mangan
óneyvar og innleggini ov
vánalig.
Dysturin bleiv eisini har
eftir.
Tað manglar
ein “Lava”
KÍ liðið er væl sett saman.
Spælararnir kenna sín leiklut
og seinastu tveir dystirnar
hevur verjuparturin verið
sannførandi. Semir Hadzi
bulic hevur fingið torførari
arbeiðsumstøður, tí liðini
leggja nógv fyri at steðga
honum, men tað hevur givið
pláss til Jóannes Bjartalíð,
sum aftur líkist sær sjálvum.
Í løtum sær Albert Adu
út sum ein spælari, ið kundi
verið ein “Lava” fyri KÍ. Hann
legði upp til tann fyrra og
fekk sjálvur tann seinna av
møguleikum, tá KÍ spældi
í Sarpugerði mikukvøldið.
Í gjár riggaði næstan einki,
men
kundi
eisini
havt
saksasparkað bóltin í málið
í seinna hálvleiki. Hevði
okkurt
av tí rigg
að hesa báðar
seinastu dystirnar,
so hevði støðan verið
nógv betri í Klaksvík.
KÍ hevur seinastu tveir
dystirnar manglað ein spæl
ara, sum kann avgera stóru
dystirnar.
Ringt at seta orð á HB
Í løtum sá HB út sum eitt lið,
ið liggur nummar fimm og
hevur ongan møguleika at
koma í Evropa. Tað er eisini
støðan á stigatalvuni, men
aðrar løtur sær HB út sum
eitt lið, hevur grundina í
ordan. Liðið er væl skipað og
hevur nógv
ar av sínum
egnu á vøllinum.
Tað er ein góð grund
at byggja á. Hesa ferð byrjaði
Heri H. Mohr inni saman við
Daniel Johanesen, meðan
Adrian Justinussen kom inn.
HB hevði tað trupult á
bóltinum og tað var saknur
í Aleksandar Stankov, men
HB sær betri út nú, enn
tað
gjørdi
miðskeiðis
í
kappingini.
HB stendur seg eisini væl
móti hinum toppliðnum,
men tað eru botnliðini, sum
er trupulleikin. So er spurn
ingurin um tað er eitt gott
ella ringt tekin fyri HB?
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
KÍ spældi aftur til null:
KÍ MANGLAR
EIN “LAVA”