týsdagur 26. september 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. septemerb 2017 · Nr. 112
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Vit kenna ávaringarnar sum koma,
tá land og kommunur seta ferð á
hákonjukturin við at seta enn fleiri
byggiverkætlanir í gongd, hóast tað
privata koyrir við fullari ferð.
Tað var Keynes gamli sum segði,
at staturin skal fylla holini í eftir
spurninginum við at føra ein eks
pansivan fíggjarpolitikk í ringum
tíðum – tá lágkonjukturur er. Hin
vegin segði hann, at ein kontrak
tivur fíggjarpolitikkur virkar linn
andi í góðum tíðum, tá búskapurin
koyrir við fullari ferð í einum yvir
upphitaðum búskapi.
Og so renna vit okkum aftur í
endaleysa kjakið, hvørt tað eru
kommunur ella landið, sum skal
tátta í. Og meðan fólk kjakast,
so verða íløgur gjørdar – um ikki
fyrilitarleyst, so í øllum førum so
óskipað, at búskapurin hitnar ov
nógv.
Tí er tað sera umráðandi, at vit
fáa tey neyðugu amboðini inn í
skipania, sum kunnu samskipa al
mennar íløgur, bæði hjá kommun
um og landi. Tað sigur seg sjálvt, at
kommunur ynskja virksemi í sín
um øki – tí tær íløgurnar ger landið
ikki í øllum kommunum.
Havnar kommuna fær nógv for
erandi í so máta – nógv, sum sjálv
andi hoyrir einum høvuðsstaði til.
Men tað skert ikki burt, at íløg
urnar hjá teimum 29 kommunu
num mugu samskipast á onkran
hátt – eisini í mun til íløgurnar hjá
landinum. Tað gongur ikki bara at
lata standa til.
Tjóðbankin ávarar um, at før
oyskur búskapur er í hákonjukturi,
sum stendst av stórum útflutn
ingsinntøkum frá alilaksi og góð
um fiskiskapi. Arbeiðsloysið er
lágt, og byggivinnan manglar ar
beiðsfólk.
Tjóðbankin ávarar eisini um, at
fíggjarpolitikkurin í Føroyum hev
ur fyrr í hákonjukturi verið óreglu
ligur og tí ikki viðvirkað til at stab
ilisera og búskapargongdina.
Hetta sær Tjóðbankin nú end
urtaka seg, og tað førir við sær
vanda fyri ovurupphiting av bú
skapinum.
Tjóðbankin heldur tí, at yvir
skotið á fíggjarlógini skal vaksa
skjótari enn ætlað, og at land og
kommunur eiga at endurskoða og
útseta partar av almennu íløgu
num.
Við góðum konjukturum er
lagaliga løtan at viðgera avbjóð
ingarnar á almennu fíggjarætlan
unum í framtíðini.
Fíggjarlógaruppskotið
fyri
næsta ár verður helst borið niðan
í Løgtingið í dag – og helst lagt
alment fram fríggjadagin.
Tá fæst at síggja, um sam
gongan tekur ráðini til sín – bæði
frá sínum egna búskaparráð og
frá Tjóðbankanum – um at tátta
íløgur, og um okrar verkætlanir
verða útsettar ella sleptar.
So fáa vit at síggja, um
landsstýrið tekur ráðini til sín...
ávaring frá tjóðbankanum
Skúv
oy og
Skúgvoy
Eyvind Weyhe
Kjak síða 16
Bíða
eftir ný
skipanini
Tíðindi
Síða 4
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Danskir serfrøð
ingar skulu nú
greina, hvussu
útlendingar og
kanska bygdarfólk
kunnu gjalda
Tey, sum búgva í Tórshavnar
Kommunu skulu framvegis
koyra ókeypis við Bussleið
ini. Tað liggur púra fast, sigur
Jákup Dam, býráðslimur í
Havn, og formaður í teknisku
nevnd hjá býráðnum.
Men so er spurningurin,
um eisini øll onnur skulu
kunna koyra ókeypis, leggur
hann afturat. Her hugsar hann
fyrst og fremst um útlendsk
ferðafólk, men hann hugsar
eisini um fólk, sum ikki búgva
í Tórshavnar Kommunu.
Herfyri mælti ein annar
býráðslimur, Annfinn Brekk
stein, til at skipanin við
ókeypis Bussleið verður tikin
av. Ístaðin skulu fólk, sum
býr í Tórshavnar Kommunu,
ístaðin fáa eitt borgarakort,
tí so kann leggjast soleiðis til
rættis, at pensjónistar, lesandi,
og kanska aðrir bólkar við,
framvegis koyra ókeypis, ella
kanska fyri hálvan prís.
Men Jákup Dam sigur, at
tey fara ikki at gera mun á
havnarborgarum.
Hinvegin
skilir hann væl, at nógv fólk
illneitast inn á, at útlendsk
ferðafólk koyra ókeypis við
bussunum. Hann sigur, at til
tíðir gera útlendsk ferðafólk
nógv av at koyra ókeypis. Og
hann sigur, at hetta er ein
spurningur, tey nú fara at taka
upp.
Hann sigur, at býráðið
hevur vent sær til donsku
fyritøkuna, Cowi, sum eru ser
frøðingar á økinum og biðið
tey koma við einum tilmæli
um hvussu Bussleiðin kann
skipast.
Eitt, sum Cowi skal kanna
í hesum sambandi, er, um tað
ber til at skipa ferðaætlanina
betri. Men í hesum sambandi
skal spurningurin um út
lendsk ferðafólk, og fólk, sum
annars ikki búgva í Tórshavn
ar Kommunu, eisini takast til
viðgerar, sigur formaðurin í
Teknisku Nevnd.
Men hann hevur kortini
ikki varhugan av, at tað er nak
ar trupulleiki, at fólk, sum ikki
búgva í Tórshavnar Komm
unu, koyra ókeypis. Men hann
dugir væl at síggja trupulleik
an við, at útlendsk ferðafólk í
stórum tali koyra ókeypis.
Hann dugir ikki at síggja,
hvør loysnin kann vera, men
Cowi hevur kanska svarið
upp á, hvussu hesi viðurskifti
kunnu skipast, sigur Jákup
Dam.
Útlendingar og bygdarfólk
gjalda fyri Bussleiðina
Danski útlendinga- og integra
tiónsráðfrúan Inger Støjberg
hevur fingið sær kendu Mu
hammed-tekningina hjá Kurt
Westergaard,
sum
skíggja
mynd á iPadi sínum.
– Standa vit ikki saman um
Muhammed-tekningarnar, so
renna vit ørindi fyri islamist
arnar, heldur Inger Støjberg.
Hetta skrivaði hon á Face
book í gjár, tá hon deildi
skíggjamyndina,
sum
vísir
profetin Muhammed við eini
bumbu í turbanini.
Høvið hjá henni var, at
Skovgaard Museet í Viborg í
eini nýggjari framsýning um
gudsspottan ikki vildi vísa um
stríddu Muhammeds-tekning
arnar, sum elvdu til uttanríkis
politiska kreppu, tá tær í 2005
vórðu prentaðar í Jyllands-
Posten.
– Men hví er neyðugt at
deila eina tekning, sum tú
veitst provokerar og
særir so mong?
– Eg haldi, at
tað
er
týdningar
mikið at kjakast um,
tá eitt savn hevur
eina
framsýning
um
gudsspottan.
So eg haldi, at tað
er
viðkomandi
at
kjakast um, hvørt Muhammed-
tekningarnar skulu vera við.
– Persónliga harmiset eg
um, at tekningarnir ikki eru
við, men tað er sjálvandi ein
avgerð hjá savninum.
– Men hví er neyðugt hjá
tær at deilda tekningina?
– Eg havi havt hesa skíggja
myndina leingi, og ta havi eg, tí
eg haldi, at tekningin hjá Kurt
Westergaard hevur verið við til
at definera Danmark sum tað
frælsa samfelagið, vit eru, og
sum hevur havt stóran týdning
fyri okkara sjálvsfatan, sigur
ráðfrúan.
Tekningarnar skaptu stóra
uttanríkispolitiska kreppu fyri
Danmark fyri tíggju árum síð
ani. Men hevur Inger Støjberg
deilt Facebook uppslagi við alla
stjórnina?
– Nei, vit venda ikki Face
book-uppsløg við hvønnannan
í stjórini.
Muhammed-tekning
sum skíggjamynd
Donsk fyritøka skal kanna um og hvussu Tórshavnar kommuna
kann fáa útlendingar og bygdarfólk at gjalda fyri Bussleiðina
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
/ritzau/