týsdagur 26. september 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Reiðarafelag, hóast sáttmálin
fór úr gildi í mars.
Heldur ongar samráðing
ar hava verið millum feløgini.
Semja er millum báðar
partar um, at tað ber so at
siga ikki til at fara undir
samráðingar, so leingi ongin
veit, hvussu lóggávan kring
fiskivinnuna
í
Føroyum
fer at síggja út frá 1.januar
næsta ár.
Tað sum partarnir vita
um nú er nýggja uppsakotið
um fyrisiting av sjófeingi,
sum er lagt fram og hevur
fingið 1.viðerð í Løgtinginum
og er beint í vinnunevndina
til víðari viðgerð.
Av royndum vita feløgini,
at hóast semja kann tykjast
vera í samgonguni um upp
skotið, so henda møguligar
broytingar eftir at málið er
viðgjørt í vinnunevndini.
Feløgini vita heldur ikki,
nær hetta uppskotið møgu
liga verður samtykt. Tað ein
asta tey vita er, at galdandi
lóg um vinnuligan fiskiskap
fer úr gildi á midnátt 31. de
sember.
Óvissa
Bæði formaðurin í Fiski
mannafelagnum, Jan Høj
gaard, og formaðurin í Reið
arafelagnum, Annfinn Olsen,
vísa til, at teir ikki duga at
síggja nakran møguleika fyri
at fara undir samráðingar,
so leingi teir ikki kenna for
treytirnar hjá vinnuni.
– Tað sigur seg sjálvt, at
vit kunnu ikki fara inn at
gera ein nýggjan sáttmála, so
leingi alt er óvist, sigur Jan
Højgaard, formaður í Fiski
mannafelagnum.
– Nei, tað kunnu vit held
ur ikki, tí neyðugt er at vit
vita, hvørjar fortreytirnar
eru, vit skulu arbeiða undir
komandi árini, sigur Annfinn
Olsen, formaðurin í Reiðara
felagnum.
Partarnir hava ikki verið
til samráðingar, men teir eru
samdir um, at neyðugt er at
bíða til nýskipanaruppskotið
er samtykt og teir hava eitt
yvirlit yvir karmarnar, vinna
skal virka undir komandi
árini.
Í løtuni er gamli sáttmálin,
sum annars fór úr gildi í
mars, galdandi fyri limirnar
hjá Fiskimannafelagnum.
– Hetta gera vit nú, men
eg haldi ikki hetta er virðiligt.
Samfelagið er munadi verri
skipað nú enn tað var fyri
eini 20 árum síðani, sigur Jan
Højgaard.
Hann fýlist á, at tingini
enn ikki eru fingin í lag, tí
øll tann politiska skipanin
hevur kent til, at lógin um
vinnuligan fiskiskap var sett
úr gildi í 2007 at fara úr gildi
við árslok í 2017.
Annfinn Olsen, formaður
í Reiðarafelagnum, hevur
fleiri ferðir fyrr sagt, at tað
er alneyðugt, at vinnan hev
ur tryggar karmar at virka
undir, men nú leggur hann
eisini afturat at tað hevur
avgerandi týdning, at vinn
an kennir karmarnar, so øll
onnur
viðurskifti
kunnu
fáast uppá pláss, millum
annað
sáttmálarnir
við
manningarfeløgini.
Minst ein mánaður
afturat
Sjálvt um vnnan og mann
ingarfeløgini ótolnast, so
noyðast tey kortini at brynja
seg við toli, tí tað gongur
í minsta lagi ein mánaður
afturat, áðrenn uppskotið
um fyrisiting av sjófeingi er
komið gjøgnum lógarmyll
una og til hon verður sett í
gildi.
Ja, sannlíkt er at vit
kanska koma inn í november
áðrenn lógin er endaliga
samtykt,
men
so
koma
nakrar vikur aftur tí lógin
skal lýsast og tað sama skulu
allar kunngerðirnar, sum
fiskimálaráðið skal gera.
Samgongan hevur boðað
frá, at 17 fólk taka undir við
uppskotinum, sum tað liggur
nú, men henda broytingar
í vinnunevndini, so kunnu
ivaspurningar taka seg upp.
Í gjár var seinasta hond
løgd á fíggjarlógaruppsotið
til fíggjarlógina fyri 2018 og
sjálvt um hon ikki beinleiðis
hevur nakað við fiskivinnu
nýskipanaruppskotið at gera,
so hevur hon tað kortini.
Tað er kent í politikki,
at tað verður “handlað” tá
ið meirluti skal fáast fyri
ávísum lógum og soleiðis er
helst eini gjørt hesaferð.
Hvat hvør hevur fingið
og hvat onkur hevur givið,
verður helst partvís sjónligt,
tá ið fíggjarlógaruppskotið
verður lagt fram nú áðrenn
1. oktober og so tá ið fiski
vinnunýskipanar uppskot
ið kemur úr aftur vinnu
nevndini.
TÍÐINDI
Sáttmálin bíðar eftir nýskipanini
Sáttmálin millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag fór úr gildi í
mars, men enn eru samráðingar ikki byrjaðar um nýggjan sáttmála
Manningarnar sigla enn eftir sáttmálanum, sum fór úr gildi í mars
Annfinn Olsen er formaður í Føroya Reiðarafelag
Jan Højgaard er formaður í Føroya Fiskimannafelag