Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samgongan og Sambandsflokkurin kunnu skriva søgu Helena Dam á Neystabø, forkvinna í tingbólki Javnaðarfloksini Fólk flest halda, at tað er vorðið alt meira ein floskul hetta við breiðum semjum á tingi. Dag og dagliga hoyra tey okkum ting­fólk tosa um breiðar semjur, men tá tað til stykkis kemur, so verða øll týðandi mál samtykt av smølum meirilutum. Vit tingfólk kunnu tí seta okkum spurningin, um vit veruliga hava viljan til breið­ ar semjur, ella at hetta bert eru innantóm orð, sum ljóða so skila­ góð, at vit endurtaka tey, uttan at meina nakað við tað. Í okkara grannalondum hava tey nógvar royndir við at gera breiðar semjur um týðandi mál. Men mangt bendir á, at vit tíverri ikki eru komin hartil enn í Føroyum. Eitt, sum eyðkennir slíkar semjur, er, at tær eru eisini galdandi eftir eitt val, og tað eru bert partarnir í semjuni, sum kunnu broyta ella ógylduga hana. Hetta merkir so eisini, at um onkur av pørtunum vil endurskoða partar av semjuni, ja so er tað altíð møguleiki til tess. Onkursvegna hava vit føroy­ing­ ar hin vegin altíð havt lyndi til at býta okkum upp í tveir eins stór­ar partar, tá tað snýr seg um týð­andi mál. Vit sóu tað í mál­spurn­inginum, í flaggstríðnum, í sjálv­stýris­spurn­ inginum, í broyt­ingini av hjúna­ bands­lógini og nú í spurn­ing­inum um eina fiski­vinnu­nýskipan. Tí er tað ein søguligur møgu­leiki fyri samgonguna og Sam­bands­ flokkin, um tað hevði eydn­ast at gjørt eina semju um ein nýggj­an fiskivinnupolitikk. Hesin møgu­ leiki tykist uppaftur nærri, nú næstformaðurin í flokkinum Magni Laksafoss boðar frá, at hann fer at leggja nógv fyri at fáa í lag semju við samgonguna. Hann sigur bart út, at "tað var ógvuliga tætt upp á eina semju, og semjan lá í stóran mun har, sum Sambandsflokkurin ynskti hana." Hvør er dagsskráin? Tó vita vit onnur, at hóast góða viljan hjá Laksafoss og kanska øðr­ um í Sambandsflokkinum, so sær tað út til, at formaðurin í flokkinum hevur eitt annað taktiskt spæl gang­andi. Tí hóast samgongan eitt nú í uppboðssølupartinum hevur flutt seg frá 100% til 25 %, og út­ spælið hjá Sambandsflokkinum í sam­ráðingunum var 15%, so er hann ikki nøgdur. Tá hevur ein loyvi at spyrja, um hetta er ábyrgda­fullur politikkur ella eitt spæl fyri gallarínum. Munnu ikki mong við mær hugsa, at her er ein onnur dags­skrá, tá flokkurin vrakar eina semju, sum liggur so nær tí, sum Sam­bands­ flokkurin sjálvur meinar. Sambandsflokkurin hevur ann­ ars nú í mong ár roynt at fingið semju við hinar and­støðu­flokk­ arnar um eina fiskivinnunýskipan, uttan at tað hevur borið á mál. Nú er so møguleikan at vísa ábyrgd, hóast freistingin at spæla vanliga politiska andstøðu/samgongu spæl­ið er stór. Sum forkvinna fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum kenni eg tað sum mína skyldu eisini at koma við enn einari áheitan á Sam­ bands­flokkin og hinar flokk­arnar í andstøðuni um at vísa ábyrgd og koma til samráðingar­borðið. Hesa áheitan kom lands­stýris­maðurin í fiskivinnumálum eisini við so seint sum í fyrradagin, umframt at formaðurin í Vinnu­nevndini eisini hevði sama boð­skap. Semjan hevur ongantíð verið nærri Partarnir, serliga samgongan og Sambandsflokkurin, hava ongantið verið nærri einari semju enn júst nú. Ber tað ikki nú til at gera breiðu semjuna til veruleika, so verður tað seinur dagur, at hetta fer at eydnast. So míni boð til Magna Laksafoss og Sambandsflokkin og onnur úr andstøðuni eru, at vit gera arbeiðið liðugt og finna semjuna, Vit eru jú samd um tað mesta m.a., at nýggja lóggávan eigur at vera: lívfrøðilig, búskaparlig og samfelagslig burð­ ar­dygg. Vit eru eisini samd um: - at tann, sum fær rætt at gagn­ nýta okkara felags tilfeingi, skal rinda tilfeingisgjald, og at tilfeingisgjaldið skal vera markn­aðargrundað. - at fólk og fyritøkur úr øllum Før­oyum, sum hava dirvi, skulu kunna sleppa framat í vinnuni. - at fiskurin í sjónum ikki kann gerast privat ogn hjá ein­stak­ lingi ella fyritøku. Hetta er størsta og týdningarmesta mál í føroyskum politikki í nógv Harrans ár. Tað nyttar einki at út­ seta avgerðirnar - tað hevur ver­ið gjørt nú í tíggju ár - og tað skap­ar hvørki tryggar karmar ella møgu­ leikar at leggja fiskiskap til rættis frameftir. Tað skapar bara enn meira óvissu. Øll eygu eru nú vend móti okkum lóggevarum, um vit eru uppgávuna vaksin. Tíðin er búgvin til at taka stigið. VIÐMERKINGAR Skúvoy og Skúgvoy Eivind Weyhe Í Sosialinum tann 20. septembur spyr Sjúrður Poulsen: “Hví hevur Skúv­ oyggin broytt navn í nýggja før­ oyakortinum?” Sjálv­ur sigur hann seg nevna bygd­ ina Skúgvi og oynna Skúvoy og vil vera við at so siga skúvoyingar eisini. Hann vil hava at á kortinum skal oyggin eita Skúvoy, men um hann sam­stundis heldur at bygdin á kort­inum skal eita Skúgvi, veit eg ikki. Í Føroyum er tvinnanda fram­ burður: Skúvi (uttan skerping) og Skúgvi (við skerping). Form­ur­ in líkist tí hvørjumfalli av fugla­ heit­in­um: einum skúvi ella einum skúgvi. Men í navninum á oynni og bygdini er hatta -i í endanum bara ein viknað úttala av -oy. Skulu vit halda okkum til ta etymologisku stavsetingina, má navnið skrivast annaðhvørt Skúvoy ella Skúgvoy (men við úttaluni Skúvi/Skúgvi) á sama hátt sum vit skriva Fugloy, Svínoy, Nólsoy, men siga Fugli, Svíni, Nólsi. Úttalan við skerping (Skúgvi) er tann vanliga sunnanfjørðs, tann óskerpta (Skúvi) vanligari norðan­ fjørðs. Tá ið nøvn skulu setast á kort, kemur ein viðhvørt í ta støðu at skula velja ímillum navnaformar, tí tveir ella fleiri eru í brúki. Helst vilja teir ið gera kort, sleppa und­ an av hava dupultformar á ein­ um korti (dømi um eitt undan­ tak er at báði Sørvágsvatn og Leitis­vatn er á kortinum). Tá ið kort­ini í kortmátinum 1:20.000 (tey sonevndu máliborðsbløðini) komu út í 1980-90’unum, skuldi støða takast til um Skúvoy ella Skúgvoy skuldi standa á kort­ inum. Ein nevnd við umboð­um fyri Matrikulstovuna og Fróð­ skapar­setrið valdi tá at brúka tann skerpta formin Skúgvoy av tí at tað var úttaluformurin í tí øki í landinum har oyggin er. Kortið við Skúgvoy kom í 1996, útgivið av Kort- og Matrikelstyrelsen, og tað kortið hevur verið grundarlag undir kortum ið síðan eru gjørd, t.d. korti í mátinum 1:100.000 hjá Kort- og Matrikelstyrelsen frá 2004 og hjá Námi frá 2014 (hetta seinra við góðkenning frá Staðar­navna­ nevndini). Men tað at tann skerpti formurin Skúgvoy er valdur, merkir á ongan hátt at tann óskerpti form­ urin Skúvoy er skeivur. Báðir eru teir líka góðir og rættir. Leggjast kann aftrat at í van­ ligari talu er heilt vanligt at nevna oyggjar í bundnum formi, Sand­ oyggin, Nólsoyggin, Fugl­oyggin o.s.fr. Á sama hátt hevur Skúvoy kunnað verið nevnd Skúvoyggin, men í hvussu er suðuri á landi hevur eisini kunnað verið sagt Skúgv­oyggin. Eg havi hoyrt hetta báði í Sandoynni og Suðuroynni tó at fleiri sum eg havi spurt, ikki kom­ast við tað, so helst man hetta vera ein dvínandi talumálsformur. Hinvegin eitur fólkið í oynni “skúv­ ingar”, stavað skúvoyingar. Eg segði omanfyri at tann skerpti formurin Skúgvoy var tann vanligi sunnanfjørðs. Men ikki er tað óhugsandi at hann hevur verið í brúki norðanfyri eisini, tí í handriti sínum av Sigmundskvæðinum yngra skrivar Sjóvarbóndin, sum ann­ars var eysturoyingar og seinni koll­firðingur, “Sigmundur buvve Skigve aa” og “Mirk væer Nottin u Skutan ran, Hilde so bojnt aa Skigve fram.” Tað kundi bent á at tann skerpti formurin ikki hevur verið ókendur norðuri á landi. Viðvíkjandi skerping í før­ oyskum er tað annars misjavnt hvussu gjøgnumførd hon hevur verið runt um í landinum. Summa­ staðni, kanska serliga sunnanfyri, hevur verið meira til av skerping enn aðrastaðni. Ein útjavning tyk­ ist at fara fram. Norðanfyri troka skerptir formar sum dúgva, túgva, skúgvur, kjógvi seg inn á teir óskerptu dúva, túva, skúvur, kjói. Vit vita at í eldri tíð hava orð havt skerping sum ikki hava skerping í dag, t.d. júgv (fyri jú), núgv (fyri nú), sógvu og lógvu (fyri sóu, lógu), og syðst í landinum nevnist tað ljógvari sum tey flestu kalla ljóari. So hvør lagnan verður hjá Skúvoy og Skúgvoy, tað veit bara hin gamli á bláloftinum.