Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um Almannaverkið Fleiri enn 850 starvsfólk úr 15 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Í sambandi við, at núverandi leiðari í Eind 12 fer í farloyvi í eitt ár, verður søkt eftir avloysara. Talan er um eitt starv fulla tíð, sum verður sett skjótast gjørligt. Um Eind 12 Eind 12 savnar tænasturnar til borgarar við menningartarni í Norðoyggjum og Eysturoy. Virksemið er í sambýlum, búfelagskapum og stuðulstilboð. 55 borgarar fáa tilboð frá eindini. Tal av ársverkum er umleið 38. Arbeiðsuppgávur Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, mynda eindina, leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. Í gerandisdegnum merkir tað, at borgararnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólkið fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss. Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, leiða partar av virkseminum og skipa eindina soleiðis, at virksemið verður gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt. Tað er umráðandi at leggja dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap. Førleikar Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving innan námsfrøði. Leiðsluútbúgving ella royndir við starvsfólkaleiðslu kann vera ein fyrimunur. Tann sum verður settur, skal hava kunnleika og royndir við borgarum við menningartarni. Væntanir Tað hevur stóran týdning, at umsøkjarin veitir eina góða tænastu til borgaran og leggur dent á javnvirði og trivnað. Vit vænta, at tú hevur góðar eginleikar at samskifta og samstarva við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu. Vit sóknast eftir einum leiðara, sum dugir at taka ábyrgd í einum starvsfólkahópi og hevur góða samanseting av fakligum og fyrisitingarligum eginleikum. Væntað verður, at tú dugir at raðfesta og at hugsa framskygt og skynsamt innan givnar fíggjarkarmar. Eisini verður væntað, at tú dugir at orða teg í skrift og talu, og hevur KT-førleika. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Eind 12. Starvið er flokkað í lønarflokki 33 í lønartalvuni fyri Tænastumenn landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Um viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er tænastumaður innan økið, er møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum at prógvum, c.v. og øðrum upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerk: ”Umsókn leiðari eind 12”. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 05.10.2017 kl. 12.00 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddfríðu Højgaard, eindarleiðara, á telefon 297600. LEIÐARI TIL SERØKIÐ Í NORÐOYGGJUM OG EYSTUROY Almannaverkið søkir eftir tænastuhugaðum leiðara til Eind 12, sum veitir tænastu til ung og vaksin við menningartarni í Norðoyggum og í Eysturoy. Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning av myndugleikunum. Tilmeldingargjaldið er 400 kr. fyri fult skeið Byrjað verður eftir avtalu við tann einstaka læraran TVØROYRAR KVØLD – OG UNGDÓMSSKÚLI www.tvoroyrarskuli.fo TVØROYRAR KVØLD- OG UNGGÓMSSKÚLI VETURIN 2017/2018 Tvøroyrar Kvøld - og Ungdómsskúli bjóðar í vetur hesi skeið fram Lærugrein Tilmelding hjá Tilmelding á tlf. HANDALIGT ÍTRIV (onskvøld) Lena Jensen 372150/220150 VEVING Óluva Joensen 371001/228001 MÁLING (Olja,tempera og acryl máling og tekning) Palle Julsgart 371669 /371976/287938 FØROYSKT (ætlað útlendingum) Poul B. Olsen 211971 SEYMING/BINDING Ása Hentze Oddbjørg Øster 269983/219451 TÓNLEIKUR (Hornblástur) Tróndur Enni 256699 KÓRSANGUR (Barnakór) Sólrún Luid 371574 VENJINGAR Í HEITUM VATNI (Giktasvimjing) Marjun Olsen 371642/212888 GITTARSPÆL Hans Hammer 254345 SCR/ROC-VHF-SKEIÐ Erolf Olsen 371386/259269 HARMONIKUSPÆL Hentzar Hammer 288198 T V Ø R O Y R A R K O M M U N A ALMENN FRÍTÍÐAR- UNDIRVÍSING TEL. 581821