týsdagur 26. september 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112
Hósadagin verður stór fótbóltskapping á Tórsvølli undir heitinum “Sameindur fótbóltur”,
sum er fyri fólk við menningartarni í sosialum samanhangi. Fyrrverandi fótbóltsspælarar
hava saman við ÍSB, FSF og Parasport Føroyar lagt lunnar undir kappingina, sum er
startskotið ein part av fótbóltinum, sum skal røkka enn longri út enn hann ger í dag
Tróndur Arge
Hósdagin klokkan 13.30 skipar
Parasport Føroyar, saman við Fót
bóltssambandinum, fyri sameindari
fótbóltskapping á Tórsvølli. Tiltak
ið er partur av grassroots vikuni
hjá
Fótbóltssambandinum,
har
dentur verður lagdur á at skipa
fyri fótbólti fyri øll. Hetta er aðru
ferð, at FSF og Parasport skipa
fyri slíkum tiltaki. Í 2015 var eisini
skipað fyri líknandi tiltaki, sum tó
fevndi um minni.
Sameindir ítróttir, sum á altjóða
málið verður rópt “Unified sports”,
er hugtak, sum Special Olympics
hevur uppfunnið, har lagt verður
upp til at fólk við menningartarni,
íðka saman við fólki, sum ikki hava
menningartarn.
– Hugsjónin er, umframt at hava
tað stuttligt og kappast í ítrótti, at
leggja upp til størri inklusjón av
fólki við menningartarni í sosialar
samanhangir, og at økja um til
vitskuna um menningartarn, sigur
Tróndur Ravnsfjall frá ÍSB.
Málið er at hava regluligar venj
ingar og møguliga fáa eitt lið við
til Special Olympics World games,
sum verða í Abu Dhabi í mars 2019.
Málið er eisini at fáa fótbóltin at
fevna um fleiri. Millum núverandi
og fyrrverandi spælararnar, ið eru
partur av Sameindum fótbólti, eru
Páll Mohr Joensen og Rókur av
Fløtum Jespersen.
Fótbóltur fyri øll
– Tað er ongin loyna, at Parasport
ynskir at ítróttur fyri fólk, ið
bera brek, í nógv størri mun fær
pláss í vanligu ítróttarfeløgunum.
Sameindur ítróttur kann verða ein
háttur at byrja hesa tilgongdina,
sigur Tróndur Ravnsfjall.
Parasport hevur frammanundan
fótbóltslandslið mannað við fólki
við menningartarni, ið seinastu
tveir vetrarnar hava vant í kvøld
skúlunum í Havn og á Nesi. Tvey
lið hava júst verið í Íslandi og lut
tikið í innbodnari kapping við
millum annað liði frá Isle of Man.
Leiðarar vóru Edmund Jacobsen,
pápi
Edmundsson
beiggjarnar,
og fyrrverandi landsliðsspælarin,
Allan Mørkøre.
– Vónin er, at hetta tiltakið skal
verða startskotið til regluligar sam
eindar fótbóltsvenjingar í vetur.
Luttakararnir fáa møgulleika at
tekna seg til fráboðanarskipanina
hjá Parasport, soleiðis at tey kunnu
fáa boð um, og luttaka í venjingum
framyvir, sigur Tróndur Ravnsfjall.
Parasport fer í næstum, saman
við Havnar badmintonfelag, at
skipa fyri badminton fyri fólk við
menningartarni, har møguleikin
eisini verður fyri sameindum bad
minton. Tey tiltøkini, eru eisini
fyri fólk úr øðrum feløgum – og
ókeypis.
Sá ein tørv
Ein av teimum, sum hevur byrt upp
undir tiltakið er Páll Mohr Joensen.
Hann er útlærdur lærari og hevur
sína dagligu gongd millum børn við
menningartarni. Saman við øðrum
hevur hann lagt merki til, at fleiri
av teimum ungu mangla eitt tilboð.
– Vit ynskja at geva børnum
og ungum, sum hava ymiskar
avbjóðingar eitt stað og pláss, har
tey kunnu venja og spæla skipaðan
fótbólt. Nógv av teimum eru at síg
gja í Gundadali, tá millum annað
dystir og annað er á skránni, og tey
fylgja væl við. Men tað er tíverri
einki tilboð til hesi, og tað ynskja
vit nú at broyta, sigur Páll Mohr
Joensen.
Tiltakið verður hósdagin
klokkan 13.30 á Tórsvølli.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTURIN SKAL
FEVNA UM FLEIRI
ÍTRÓTTUR
Sameindur fótbóltur:
Tiltakið
»Sameindur
fótbóltur«
Tiltakið verður hósdagin
klokkan 13.30 á Tórsvølli
og er ókeypis. Øll eru
vælkomin.
– Fótbóltssambandið
veitir útgerð, mat og
drekka til tiltakið, og
vónandi ber til at fáa
onkrar dómarar úr
dómarafelagnum at
døma. Kappingarnar
verða skipaðar á einum
fjórðingsvølli, har tað eru
fimm á hvørjum liði. Tað
skulu altíð verða minst ty
fólk við menningartarni
inni í senn á hvørjum
liði. Tað hevði eisini verið
stuttligt, um eisini fólk
uttan menningartarn,
sum hava áhuga í at venja
og stuttleika sær møttu
upp til tiltakið, sigur
Tróndur Ravnsfjall.
Kunning er á nýggju
heimasíðuni, www.
parasport.fo, og á
facebook síðuni hjá
Parasport Føroyar.
Pall Mohr Joensen