týsdagur 26. september 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2017
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
2
HONDBÓLTUR 2017-2018
SOSIALURIN
Hondbólturin í framgongd
Tú situr nú við hondbóltsblaðnum
hjá ÍtróttarSosialinum, sum í nógv
ár hevur fylgt føroyskum hondbólti.
Seinastu árini hevur føroyskur lands
liðshondbóltur fingið nýtt lív, meðan
góða venjingin í feløgunum og á ung
dómslandsliðunum ger, at okkara ungu
kunnu spæla hondbólt á høgum stigi
uttanlands.
Fyri nøkrum árum síðani, var tað nokk
at fara ein túr út um vikuskiftið, fyri at
fylgja við í hondbóltinum. Nú hava vit
spælarar í Íslandi, Noreg og Danmark og
vit hava fleiri landslið, ið ferðast kring
allan knøttin at stríðast fyri Merkið.
Tað krevur meiri av øllum, sum eru
rundan um hondbóltin, tí alt hongur
saman. Uttan áhugan er fígging
einki, og uttan fígging slepst ikki
av landinum. Uttan góðar kreftir í
feløgunum blíva landsliðini ikki góð, og
uttan landsliðini fánar motivatiónin úti
í feløgunum.
Vit í miðlunum hava eini eina ábyrgd
at vísa hondbóltinum stóran ans,
tí hann fyllur nógv í føroyska sam
felagnum. Tað fara vit eisini at gera í
ár. ÍtróttarSosialurin var við allan vegin
í Algeria og tær ógloymandi løturnar
gera, at áhugin fyri at fylgja hond
bóltinum er stórur.
Avbjóðingin í hesum kappingarárinum
er hækka grundstøðið á føroyskum
hondbólti, tí nú skulu spælararnir
mennast til at taka lut í altjóða kapping.
Fleiri profilar eru farnir av landinum
hjá bæði monnum og kvinnum. Tí skulu
nýggir spælarar traðka til, men tað er
eisini hugaligt at síggja, at fleiri útisetar
við nógvum royndum eru aftur í føroysku
kappingini.
Nógv bendir á, at kappingin hjá kvinn
um verður jøvn í ár. Seinastu árini hava
Kyndil og Neistin verið einaráðandi, men
nú er líkt til at bæði hava mist, meðan
fleiri av hinum feløgunum eru í minsta
lagi eins sterk, fyri ikki at siga sterkari.
Hartil er H71 nýtt lið hjá kvinnum.
Hjá monnunum er eisini frágongd hjá
millum annað greipuvinnarunum og
nýggir profilar skulu finnast. Fleiri av
U21 landsliðsspælarunum eru farnir
av landinum, so nú er klárt hjá nýggja
árganginum at traðka til. Og so ein lítil
heilsan til Team Klaksvík, sum í løtuni
hevur vunnið tveir dystir. Tað er næstan
sum at fáa eitt heilt nýtt lið í bestu
deildina.
Vónandi fáa vit eitt spennandi og
hendingarík hondbóltskappingarár!
Tróndur Arge, ítróttarredaktørur
Lagt til rættis:
Tróndur Arge
Skrivað:
Pætur Albinus, Neli Heldarskarð, André Olsen,
Bárður Skorheim Guttesen og Terji Nielsen
Lýsingar:
Frida Mellemgaard
og Terji Nielsen
Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen
Umbróting: Sosialurin
Myndir: Álvur Haraldsen
Hondbóltsblaðið 2017/18
SOSIALURIN