týsdagur 26. september 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2017
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
4
HONDBÓLTUR 2017-2018
SOSIALURIN
Sonni Larsen: Tað verður
øðrvísi – men vónandi líka gott
Tað eru nógvar broytingar á liðnum hjá H71, men venjarin
vónar, at tað verður eins gott og í fjør, hóast tað verður øðrvísi.
Eisini verður arbeitt við at deila uppgávur út í hópinum
Tróndur Arge
H71 er greipuvinnari og favorittur at
vinna aftur í ár, men tað eru nógvar
broytingar á liðnum, sum tó hevur
fleiri vinnarar í hópinum. Peter Krogh,
Helgi Hoydal og Jónas Gunnarson
Djurhuus eru millum spælararnir, sum
eru farnir av landinum at spæla, með
an Mark Lausen-Marcher hevur funnið
hondbóltsskógvarnar aftur.
– Vit hava sagt farvæl til nakrar
spælarar, men hava fingið Mark
Lausen-Marcher aftur. Vit hava eisini
fingið fleiri spælarar upp frá U18
liðnum, sum hava verið rundan um
hópin fyrr, sigur Sonni Larsen.
Venjarin er ikki bangin fyri at seta
liðnum krøv og høgar vónir, men hann
ásannar eisini at tað verður eitt øðrvísi
spæl í ár. Eitt er at Peter Krogh, ársins
hondbóltsspælari, ikki er við. Hitt er
at spælskiparin, Jónas G. Djurhuus og
strikuspælarin, Helgi Hoydal, báðir eru
farnir av landinum at í útbúgvingar og
hondbóltsørindum.
– Eg vænti tað verður eins gott
og farna kappingarár, men tað verður
øðrvísi, sigur Sonni Larsen.
Ymiskar týpur á liðnum
H71 hevur seinnu árini ment nógvar
hondbóltsspælarar og liðið hevur
verið væl samanspælt. Sonni Larsen
væntar ikki at hetta kappingarárið
verið øðrvísi á tí økinum, men at
liðið hevur møguleika at spæla við
fleiri ymiskum týpum av spælarum.
Spælarar sum eisini eru svangir eftir
at vinna.
– Spælarar sum Hans Kári Hansen,
Sigmund Noslø, Sigmund Dahl, Pætur
Thomsen, Andór Sivertsen og Rúni
Vest Højgaard hava allir spælt og
roynt at vunnið, men teir eru svangir
eftir at sleppa at traðka fram, sigur
Sonni Larsen, ið eisini hevur fingið
gamlar kenningar við aftur í hópin.
– Esbern Pætursson er komin aft
ur, meðan Mark gevur okkum fleiri
møguleikar. Hyggur tú at hópinum
hjá okkum, so hava vit ymiskar týpur
at velja í millum á fleiri plássum, sigur
Sonni Larsen.
Broytta verju
Sonni Larsen stóð í summar á odda
fyri U21 landsliðnum, sum var til
Hm endaspælið í Algeria. Her spældi
føroyska landsliðið í fleiri førum 3-2-
1 í verjuni, har Hilmar Leon Jakobsen
stóð sum tann fremsti á miðjuni og
órógvaði spælið hjá mótstøðuliðnum.
– Tað er ikki óhugsandi, at vit koma
at spæla við eini líknandi verju. Hilmar
Leon Jakobsen prógvaði í Algeria, at
hann kann spæla handan leiklutin,
sigur Sonni Larsen, sum eisini heldur
at kraftmikli hoyvíkingurin kann blíva
enn betri í føroyskum hondbólti. Tað
hevur verið áhugi fyri honum uttan
lands, men fyribils spælir hann við
H71.
– Eg haldi at hann hevur evnini
at fara víðari sum hondbóltsspælari,
men eg haldi eisini at hann tolir at
spæla í føroyskum hondbólti í eitt
ár afturat og samstundis menna seg
sum hondbóltsspælari, sigur venjarin
hjá H71.
Hópurin er stýrið
Sonni Larsen er danskari og tað kann
hann illa renna undan. Hann er væl
skúlaður og skipaður, meðan tíðir
skulu haldast. Hann hevur eisini tað
fyri, at fáa liðini hjá sær at taka lut í
planleggingini hjá liðnum. H71 hevur
komandi ár eitt strýrið, sum hevur eitt
verju-, álops-, klima-, integratión og
eitt sosialmálaráð. Sonni Larsen sigur,
at tað er fyri at fáa spælararnar at
verða aktivar partar av avgerðunum,
sum verða tiknar í hópinum. Millum
annað hevur sosialmálaráðið til upp
gávu, at skipa fyri einum tiltakið fyri
allan hópin eina ferð um mánaðin.
Verjumálaráðið skal koma við góðum
ráðum til verjuspælið og so framvegis.
Spurningurin er so, um tað verður
nokk til at endurtaka greipuárið frá
farna kappingarári?
MÁLVERJAR
Jens á Skipagøtu, Ári Dam, Jóhan Hofgaard,
Elberg Elias Klettheyggj, Aleksandur Olsen
ÚTILEIKARAR
Bogi Gaard, Leivur Mortensen, Bergur Ákason,
Pætur Thomsen, John Andor Sivertsen, Vilhelm
Poulsen, Hans Kári Hansen, Eindri Frýdal, Mark
Marcher, Esbern Patursson, Rani Højgaard, Andrias
Gaard, Rúni Højgaard, Hilmar Leon Jakobsen, Boas
Heinesen, Niklas Højgaard, Hørður í Geil, Oddur Bech,
Djóni Gaard, Hallur Biskopstø, Rasmus Rosendahl,
Sigmund Dahl, Sigmund Nolsø, Poul Símun Niclasen,
Petur Dahl, Rasmus Jónsson,
Tummas Thomsen Simonsen
VENJARI
Sonni D. V. Larsen