Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 6 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN VÍF fer at byggja upp Áki Egilsnes og aðrir profilar eru ikki við hjá VÍF í ár. - Listin við leikarum, ið vit hava mist, er langur, men listin við leikarum, ið skulu taka yvir, er eisini langur, sigur VÍF-venjarin, Ingi Olsen, sum ásannar, at árið í ár fer til at byggja eitt nýtt lið upp Pætur Albinus Ungt lið Sigursvanda mansliðið hjá VÍF hevur mist nógvar av sínum leikarum, og tað broytir málsetningin hjá liðnum hetta kappingarárið. Leikarar sum Áki Egilsnes, Hanus Christophersen, Rói Lamhauge, Agnar Joensen og Sámal Joensen eru ikki longur á leikara­ listanum, og hetta verður eitt kapp­ ingarár, har VÍF fer at byggja upp. – Ja, tað er eingin loyna. Vit vilja gjarna spæla við, men tá ið liðið er so ungt, so siga vit ikki, at vit skulu hetta og hatta. Vit vóna, at tað fer at rigga bein­anvegin, men vit eru heldur ikki naivir. Hetta verður eitt ár, vit fara at byggja upp, sigur venjarin, Ingi Olsen, sum tó fer hugaður til verka. – Listin við leikarum, ið vit hava mist, er langur, men listin við leikarum, ið skulu taka yvir, er eisini langur. Vit eru umleið 16 spælarar, sigur Ingi. – Tað fer at snúgva seg nógv um at spæla teir yngru á liðið við teimum rutineraðu, ið eru eftir. Tað er ein øgi­ liga spennandi uppgáva, steðfestir hann. Umráðandi Ingi Olsen hevur drúgvar royndir bæði sum spælari og sum venjari, og vit spyrja hann, hvat er mest umráðandi, tá ið nýggir og ungir leikarar skulu spæl­ast inn á liðið. – Tað er umráðandi, at teir yngru trívast við teimum royndu, og at teir royndu uppføra seg soleiðis, at teir ungu kenna seg tryggar. Tað brúka vit nógva tíð uppá, sigur Ingi. – Tá ið tú ert ungur og ikki hevur roynt tað áður, so veit man ikki hvørj­ um man møtir. Teir royndu kenna spælið, og teir vita eisini, tá ið onkur er meira óroyndur, og kunnu harvið eisini royna at gera sær dælt av tí. Tá ið tú sært ein 18 ára gamlan standa yvir av tær, so fer tann royndi sjálvandi at royna at merkera seg, peikar Ingi á. VÍF-venjarin sigur, at tað verða áleið fýra ungir leikarar, sum fara at fáa ein fáa ein stóran leiklut í ár. – Vit royna at fortelja teimum ungu, at teir meira ella minni fáa frítt spæl, men at vit sjálvsagt vænta av teimum, at teir gera alt, ið teir eru mentir. Tað er eingin katastrofa, um tingini ikki ganga soleiðis sum vit høvdu vónað. Feilir fara at verða gjørd­ir, tað vita vit av. Tað ber illa til at lyfta uppgávuna hjá teimum royndu alt fyri eitt, heldur Ingi. – Vit høvdu 1. deild í fjør við ung­ um leikarum. Tað sá gott út. Teir lógu frammaliga, og eg haldi teir hava tað, sum skal til. Nú skulu teir taka eitt fet upp, sigur Ingi Olsen. Viknað So mótsigandi sum tað ljóðar, so fegn­ast Ingi Olsen um, at FTZ-deildin er viknað nógv í mun til í fjør. – Deildin hevur mist nógvar U21- leikarar. Tað er ómetaliga gleðiligt, at tað er soleiðis liðini eru blivin veikari, heldur Ingi Olsen, sum hevur ilt við at peika á nakran greiðan favoritt í ár. – Hetta er ein tann mest spenn­ andi kappingin í nógv ár. Tað er blivið til eina opna kapping, har favoritt­ rollan ikki er stór. Eg hevði Kyndil sum favoritt fram til teir mistu tveir av sínum spælarum beint áðrenn kapp­ingin byrjaði, sigur Ingi, sum tí heldur hevur hug at peika á verandi meistaran. – Hoyvíkingar hava øgiliga nógv spælaratilfar. Eg vóni bara at vit koma at blanda okkum uppí og arga nøkur av toppliðunum, sigur VÍF-venjarin, Ingi Olsen, at enda. MÁLVERJAR Mladen Mjerimecska, Dia Lava og Uni H. Petersen ÚTILEIKARAR Jóhan í Garðastovu, Agga í Garðastovu, Sjúrður Olsen, Filip Jojic, Julian Olsen, Kaj Johannesen, Rúni Joensen, Hallur Árason, Bjarti Hansen, Andrias Eriksen, Jákup Andrias Joensen, Jón Müller og Miki Duko Sørensen VENJARAR Ingi Olsen og Hjalmar Klein Olsen