týsdagur 26. september 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2017
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
8
HONDBÓLTUR 2017-2018
SOSIALURIN
Nýggi venjarin vil hava gull
Nýggi venjarin hjá KÍF, Jóan Pauli Olsen, hevur púra
greiðan málsetning um at lið hansara skal vinna
føroyameistaraheitið í ár. - Eg eri venjari fyri at vinna.
Tað tori eg væl at siga alment. Eg eri við fyri at vinna, og
tað er líkamikið hvørjum vit spæla ímóti, sigur hann
Pætur Albinus
Nýggjur venjari
Tað er ein gamal kenningur, sum nú
stendur á odda fyri KÍF, eftir at høv
uðsvenjarin undanfarnu árini, Jeppe
Borch, er farin til Neistan. Nýggjur
venjari hjá kollfirðingum er nevniliga
fyrrverandi KÍF-spælarin, Jóan Pauli
Olsen, sum gjørdi um seg hjá KÍF síðst
í 80-unum og ein part av 90-unum.
Jóan Pauli býr niðri, men hann er
fyribils heima í Føroyum og arbeiðir
í eitt ár. Hann ivaðist ikki, tá ið KÍF
heitti á hann um at gerast venjari.
– Nei, als ikki. Ikki tá ið tað er KÍF,
sum liggur mær so nær, sigur Jóan Pauli.
Hann er ikki útbúgvin venjari, men
hann hevur hóast tað fitt av royndum
sum venjari. Hann var spælandi venjari
hjá KÍF í 2004/2005, og eitt skifti fyri
trimum árum síðani, tá ið KÍF gjørdist
føroyameistari annað árið á rað, var
hann hjálparvenjari hjá táverandi høv
uðsvenjaranum, Eddie Joensen.
Jóan Pauli hevur spælt hondbólt
á rímiligum støði í Danmark við Aal
borg KFUM, og hann hevur eisini venj
araroyndir frá felagnum í Storvorde
tætt við Aalborg, har hann hevur verið
spælandi venjari.
– Hondbólturin var alt hjá mær
tann tíð tað var, sigur Jóan Pauli.
Venja minni
Nýggi venjarin hjá KÍF letur væl at
fyrireikingunum til hetta kappingar
árið. Hann er eisini venjari hjá næst
besta liðnum, og hann sigur, at teir
hava verið 20-25 og upp í 30 mans til
venjingarnar undan kappingarárinum.
Jóan Pauli sigur, at hann hevur
valt at gera tað eitt sindur øðrvísi enn
aðrir venjarar.
– Vit hava gjørt tað soleiðis í ár, at
vit venja tríggjar ferðir um vikuna. Vit
venja styttri, men vit venja effektivari,
sigur Jóan Pauli og vísir á, at tað í fjør
vóru leikarar, sum ikki høvdu so góðan
hug at spæla.
– Tað er skjótt at koyra menn niður
við høvdinum, um man hevur venjingar
í tveir og ein hálvan tíma fleiri ferðir
um vikuna umframt leikarafundir og
dystir, sigur hann.
– Menn hava jú eisini arbeiði og
familju. Men teir, sum vilja venja
meiri, eru vælkomnir at gera tað, og
teir venja eisini sjálvir í venjingarmið
støðum, vísir hann á.
FM-gull
Nýggi KÍF-venjarin sigur, at hann hev
ur lagt seg eftir at leikararnir skulu
vera í so góðari venjing sum gjørligt.
– Vit hava koyrt hart á og vant
nógva konditión. Mær dámar væl
aggressivan hondbólt og at menninir
orka væl, sigur Jóan Pauli og leggur
afturat, at hansara menn eru betur
fyri enn teir vóru í fjør.
– Hondbóltur er ein liðítróttur,
og hóast eg eisini gangi høgt upp í
individualistar, so skal tað rigga sum
ein eind. Ein má geva seg 100% fyri
liðið. Eisini tá ið tað gongur illa, tí tá
ið man vinnur, so er tað ongin, ið tosar
um moral. Tá er hann bara har, sigur
Jóan Pauli og peikar á, at hann heldur
tað vera týdningarmikið at ganga væl
um fólkið í hópinum – tað, sum danir
kalla 'mandskabspleje'.
KÍF endaði í fjør á fjórða plássi,
og Jóan Pauli ynskir ikki einans, at
teir gera tað betri í ár enn í fjør – nei,
hann vil allan vegin upp á tindin og
vinna FM.
– Eg eri venjari fyri at vinna. Tað
tori eg væl at siga alment. Eg eri
við fyri at vinna, og tað er líkamikið
hvørjum vit spæla ímóti. Eg havi sagt
við menninar, at vit spæla fyri FM-
gullið. Vit brúka ikki so nógva tíð upp
á hetta fyri ikki at vilja vinna, sigur
Jóan Pauli Olsen og leggur afturat:
- Sjálvandi trúgva vit upp á gullið.
Um eg segði annað, so hevði eg logið.
MÁLVERJAR
Jaspur við Garð, Emil Dam, Nils Lykke og Ragnar Gaard
ÚTILEIKARAR:
Rúni Joensen, Poul Finnur Egholm, Hans Eli
Sigurbjørnsson, Magnus Müller, Ási Dam,
Rógvi Weyhe, Andrias Nielsen, Teitur Joensen,
Janus Jakobsen, Jákup Trygvason, John
Rúnason Nielsen, Atli Lamhauge Hammer,
Suni Johannesen, Vilhelm Magnussen, Kristjan
Madsen og Karstin Dánjalsson í Húsinum
VENJARI
Jóan Pauli Olsen