týsdagur 26. september 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2017
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
10
HONDBÓLTUR 2017-2018
SOSIALURIN
Fyritreytirnar hjá Kyndli
eru nógv broyttar
Í Kyndli er tað komið illa við, at felagið beint fyri kappingar
byrjan hevur mist tveir leikarar sum skuldu spæla týðandi
leiklut á liðnum í ár. Høgni Klein Olsen viðurkennir at
tað hevur broytt fyritreytirnar hjá kyndlamonnum nógv,
og at tað nú ræður um at byggja upp av nýggjum
Fyri tey flestu hava menninir hjá Kyndli
verið spáddir sum stóri FM-favoritt
urin í FTZ-kappingini til hetta kapp
ingarárið. Serliga hevur favoritt leik
luturin verið bygdur á, at felagið hevur
fingið fleiri leikarar heim aftur á liðið,
sum hava verið uttanlands í lestrar
ørindum, umframt at tveir vinstrahentir
profilar skuldu styrkja um liðið. Men
fyritreytirnar hjá kyndlamonnum broytt
ust brádliga stutt fyri kappingarbyrjan.
Tá varð greitt at báðir teir vinstrahentu
profilarnir – føroyski landsliðsleikarin,
Kjartan Johansen, og serbiski Milan
Zegarac, hvørgin vera partur av liðnum
hjá Kyndli hetta kappingarárið.
Mugu byggja upp
av nýggjum
Høgni Klein Olsen, ið er ein av berandi
kreftunum á liðnum hjá Kyndli, sigur,
at hetta hevur broytt fyritreytirnar hjá
Kyndli, sum annars hava fyrireikað seg
væl í alt summar til kappingarárið.
– Í uppstartinum hava vit havt
serbiskan høgrabakk við, umframt
Kjartan Johansen, ið báðir hava verið
vinstrahentir. Men beint fyri kapp
ingarbyrjan gjørdist greitt, at hvørgin
av teimum verður partur av liðnum í
ár. Hetta hevur við sær, at vit nú – eftir
at kappingin er farin í gongd, mugu
royna at byggja upp av nýggjum, og
tað kemur at taka tíð, sigur Høgni
Klein Olsen.
Lagt størri dent á
fysiska partin
Í Kyndli hava teir í summar serliga
fyrireika seg væl fysiskt til kappingina.
Á odda fyri tí hevur Andreas F. Hansen
staðið, sum eftir ársskifti kom afturat
Julian Johansen rundanum venjara
toymið hjá Kyndli. Høgni Klein Olsen
viðgongur, at nakað er broytt rundanum
liðið, síðani Andreas F. Hansen er komin
afturat venjaratoyminum.
– Andreas F. Hansen kom afturat
venjaratoyminum stutt eftir ársskifti,
og tá nýtt fólk kemur inn, verða sum
oftast nakrar broytingar framdar.
Síðani Andreas F. Hansen er komin
inn, hevur nógv størri dentur verið
lagdur á tann fysiska partin á liðnum,
og tað hava vit arbeitt víðari við í
summar. Harafturat hava fleiri leikarar
eisini verið nógv upptiknir í summar í
landsliðsørindum, so vit hava í øllum
førum fyrireika okkum væl til komandi
kappingarár, sigur Høgni Klein Olsen.
Allir eru uppvaksnir
í felagnum
Í mun til hópin hjá Kyndli í fjør, eru
nógvar broytingar framdar á liðnum í
summar. Aftaná at felagið hevur mist
Kjartan Johansen og Milan Zegarac, ið
upprunaliga skuldu styrkja um liðið, er
sermerkt við hópinum hjá Kyndli, at
nærum allir leikararnir eru uppvaksnir
í felagnum.
– Tað hevur verið stór útskifting
í summar. Fleiri leikarar hava skift
felag, aðrir eru givnir, meðan David
Edvardsen er fluttur til Danmarkar
í lestrarørindum. Tó hava vit fingið
styrk á nærum øllum plássunum
eisini. John í Innistovu er komin til
felagið. Hann hevur havt steðg frá
hondbóltinum í eina tíð, meðan Rani
Ellingsgaard, Rókur Akralíð og Lars
L. Black allir eru fluttir heim aftur,
eftir at teir hava verið uttanlands í
lestrarørindum. So liðið í ár er bert
mannað av føroyskum leikarum, har
so at siga allir hava fingið sín hond
bóltsuppvøkstur í Kyndli, sigur Høgni
Klein Olsen.
Varin við málsetninginum
Høgni Klein Olsen er varin við at
melda út um málsetning fyri kapp
ingarárið, av tí at fyritreytirnar hjá
Kyndli hava verið broyttar stutt áðr
enn kappingarbyrjan.
– Tað er torført at snakka um mál
setning beint nú. Vit byggja í løtuni
upp av nýggjum, og tað er nakað sum
kemur at taka tíð. Tó hava vit ein
góðan hóp, og hava fyrireika okkum
væl, so eg trúgvi uppá eitt gott kapp
ingarár, sigur Høgni Klein Olsen at
enda.
MÁLVERJAR
Jan Pauli Toft Johannesen, Lars
Black og Tórður Guttesen
ÚTILEIKARAR
Høgni Klein Olsen, Rani Ellingsgaard, Ólavur Av
Fløtum Reginsson, Jákup Jørgensen, Tummas Pauli
Hanusarsson, Bjarni Rasmussen, Jóni Guttesen,
Bartal Klein Olsen, Hjalti Mohr Jacobsen,
Rói Lamhauge, Magnus Durhuus, John í Innistovu,
Tróndur Wardum, Torvald Abrahamsen, Rógvi Dal
Christiansen, Rókur Akralíð, Jóhan Petur Hentze og
Rógvi Johansen
VENJARAR
Julian Johansen og
Andreas F. Hansen