Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 12 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN Nógvar broytingar í Neistanum Hóast hópurin hjá Neistanum ikki er líka breiður sum hann var til farna kappingarár, heldur ungi og evnaríki Teis Horn Rasmussen, at spælarar eru komnir til, sum kunnu gera hópin hjá Neistanum sterkari Menninir hjá Neistanum vóru fyri fáum árum síðani stóra oddaliðið í før­oyskum hondbólti. Serliga árini frá 2008 til 2012 hilnaðust væl fyri Neistamenn, har felagið øll tey árini vann okkurt av stóru steyp­un­um í føroyskum hondbólti – FM heitið í 2008, 2010 og 2011 og steypa­ kappingina í 2009, 2010, 2011 og 2012. Ein stór útskifting í leikarahópinum eftir ta tíðina hevur gjørt, at sein­astu árini hava gingið heldur striltið hjá Neistanum. Men hóast keðiligu úr­ slitini seinnu árini, hava fleiri glottar tó verið at hóma í felagnum á mann­ fólkasíðuni. Ungir og evnaríkir leikarar hava spælt seg á liðið, og í summar átti Neistin tveir av lykaleikarunum á føroyska U-21 landsliðnum, sum lut­ tók í HM-endaspælinum í Algeria. Teir báðir vóru Teis Horn Rasmussen og Rói Berg Hansen, ið báðir eru uppaldir í Neistanum. Ein heilt nýggjur hópur Meðan Rói Berg Hansen í ár er fluttur niður í lestrarørindum, er Teis Horn Rasmussen framhaldandi at síggja í hópinum hjá Neistanum. Hann heldur at hóast hópurin hjá Neistanum ikki er líka breiður í ár, sum hann var í fjør, hevur felagið styrkt seg væl. – Í hópinum hjá okkum eru gjørdar nógvar broytingar fram til hetta kapp­ ingarárið. Liðið er so at siga nýtt, har vit hava mist níggju leikarar frá í fjør. Tó hava vit eisini fingið góðar og yngri spælarar til. Millum annað er Rasmus Søby komin úr Danmark, Tróndur Kragesten komin heim aftur, umframt at aðrir eisini eru komin til afturat. Alt tað eru spælarar, sum kunnu styrkja um liðið hjá okkum, hóast breiddin í hópinum ikki er sum hon var í fjør, sigur Teis Horn Rasmussen. Málsetningurin er topp fýra Í Neistanum eru teir fullgreiðir yvir at talan kemur at vera um harða kapping í oddastríðnum. Málsetningurin er at enda millum fýra tey ovastu, men Teis Horn Rasmussen dylir heldur ikki fyri, at sum hondbóltsspælari, spælir man altíð fyri at vinna. – Málsetningurin hjá okkum er at vera millum fýra tey bestu liðini. Vit vita at kappingin í ár verður hørð og tøtt, tí har er eingin lættur dystur. Tó spælir man altíð fyri at vinna sum hondbóltsspælari og við at taka ein dyst á gangin, hørðum arbeiði og neyð­ugum hepni, fer tað kanska at bera til, sigur Teis Horn Rasmussen. HM í Algeria hevur givið blóð á tánna Fyri 21 ára gamla Teis Horn Rasmus­ sen var U-21 HM endaspælið í Algeria í summar størsta upplivingin hjá honum sum hondbóltsspælari. Tann upp­livingin hevur givið honum blóð á tánna, har næsti málsetningurin er at vinna sær pláss á føroyska a-lands­ liðnum, umframt at hann hevur ein dreym um at royna seg uttanlands. – HM er tað størsta ið eg havi roynt í mínari hondbóltskarrieru, og tað er nakað, ið eg aldrin fari at gloyma. At sleppa at spæla ímóti stórum lond­um og móti monnum, sum man sær spæla Champions League hondbólt, og so enntá føla at har ikki manglaði so nógv í at vinna teir - tað er ein fan­tastisk kensla og gevur einum blóð á tánna. Mál­setningurin hjá mær er kempa meg víðari innan hond­bólt­in, og innan nøkur ár vóni eg at bíta meg fastan á a-lands­ liðið. Og sjálvandi er ein stórur dreymur eisini at sleppa uttanlands at spæla hondbólt, sigur Teis Horn Rasmussen, ið heldur at tað kann lata seg gera at royna eitt HM-endaspæl afturat sum hond­bóltsspælari. – Man veit aldrin um eg sleppi til eitt HM-endaspæl afturat. Vit vístu við U-21 landsliðnum at alt kann lata seg gera, og við hørðum arbeiði og nokk av held, kann tað kanska bera til at spæla eitt HM endaspæl afturat, sigur evnaríki Neista leikarin at enda. MÁLVERJAR Nicholas Satchwell og Eliesar Rubeksen ÚTILEIKARAR Høgni Zachariassen, Djóni Højgård, Carl Herup, Torkil Hentze, Jónsvein Dulavík, Rasmus Søby, Teis Horn Rasmussen, Terji Mørk, Tróndur Kragesteen, Rune Olsen, Pætur Mikkjalsson, Pál Niclasen og Karl Martin Olsen VENJARAR Jeppe Borch og Áki Mørk