Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 14 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN Leikarar við størri ábyrgd Dia Midjord er settur í starv sum venjari hjá StÍF, og hann kemur við einum øðrvísi leiðslustíli. – Tað verður ikki stýrt 100% frá bonkinum, og tað dámar okkum væl, sigur profilurin, Sveinur Justinussen Pætur Albinus Heldur á Ein av profilunum í føroyskum hond­ bólti, Sveinur Justinussen hjá StÍF, er eftir hondini vorðin 34 ára gamal, men hann hevur ikki ætlanir um at gev­ast fyribils. – Tað verður eitt sindur afturat. Tað er ætlanin í øllum førum. Hvussu leingi tað verður, tað veit eg ikki heilt, men tað forbjóðar seg nokk sjálvt, sigur Sveinur, sum av vinstra bakki mangan hevur drigið eitt less fyri teir av Strondum og Skála. Nakað av frágongd hevur verið hjá StÍF í ár. Kjartan Johansen er farin til norskan hondbólt, Borgar Persson og Marius Joensen eru ikki byrjaðir aftur enn, og heldur ikki var nakar eftir á mál­mansplássinum. Ein danskur mál­verji, Joakim Jürs, er tó komin til felagið, og eisini verður Jóannes Prestá við partar av árinum. – Tað er í ár soleiðis sum tað hev­ur verið í nøkur ár, nevniliga at hóp­urin er nakað tunnur, sigur Sveinur Justinus­ sen. Fáir Tað, at teir ikki eru so nógvir mans í hóp­inum, kann gerast ein trupulleiki, væntar Sveinur Justinussen. – Tað merkir tað, at vit ikki hava ráð til at fáa nakrar skaðar. Tað er skjótt at liðið kann vikna av einum skaða. Tað verða heldur ikki nógvar út­skiftingar og harvið verða tað nógvir minuttir til einstakar spælarar, sigur hann. Árið í ár verður eisini merkt av, at tað eru fleiri nýggir ungir leikarar á liðnum hjá StÍF. Nakrir teirra eru komnir frá egnari ungdómsdeild, men so eru tríggir leikarar eisini komnir til úr lítla felagnum á hinum arminum á Skálafjørðinum, nevniliga Tjaldrinum úr Runavík. Tað eru eisini vónir um, at royndu harrarnir, Borgar Persson og Marius Joensen, koma úr longdum summar­ steðgi og vera við til at styrkja um liðið. FM Dia Midjord er nýggjur maður við stýris­vølin hjá StÍF, og Sveini og lið­ feløg­unum dáma væl at hava fyrr­ver­ andi landsliðsvenjaran. – Hann er fyrst og fremst ein góð­ ur venjari, og so gevur hann eisini nógva ábyrgd til leikararnar. Sjálvandi er ein uppstilling tá vit byrja, men tá ið dysturin er byrjaður er ábyrgdin eisini nógv hjá spælarunum. Tað verður ikki stýrt 100% frá bonkinum, og tað dámar okkum væl. Vit hava meira frí­ heit enn vit hava havt onnur ár, heldur Sveinur. – Venjingarnar byggja eisini nógv upp á, at man skal hugsa sjálvur, og tað haldi eg er bæði mennandi og gott, leggur hann afturat. Sveinur sigur, at málið hjá StÍF altíð fer at ætla sær FM-gull. – Málið er altíð at vinna, tað er einki at ivast í, sigur Sveinur, sum ann­ ars væntar sær eina javna og spenn­ andi kapping í ár. – Kappingin virkar til at verða øgi­ liga tøtt. Tættari enn í fleiri ár. Eg vænti, at øll liðini fara at taka stig frá hvørj­um øðrum. Kanska H71 er ein favo­rittur, tí hóast man væntaði at lið­ ið var viknað, so hava teir trumlað alt niður higartil, sigur Sveinur Justinus­ sen at enda. MÁLVERJAR Joakim Jürs ÚTILEIKARAR: Tummas Simonsen, Jákup Anthoniussen, Karl Martin Johansen, Allan Norðberg, Pætur Joensen, Pætur Johansen, Sveinur Justinussen, Marius Joensen, Jógvan Gregersen og Eyðbjørn Eiriksson VENJARI Dia Midjord