Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 48

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 16 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN Vilja byggja eitt gott lið upp í Klaksvík Tað sigur nýggi strikuleikarin hjá Team Klaksvík, Hørður Fannar Sigtórsson, ið heldur óvæntað er farin til Klaksvíkar at spæla. Til hetta kappingarárið hava klaksvíkingar gjørt meira burturúr fyrireikingunum og veruliga styrkt liðið Síðani 2012 hevur íslendski striku­ spæl­arin, Hørður Fannar Sigtórsson, verið at funnið í føroyskum hondbólti. Hann kom tá til Kyndil, sum hann hev­ur umboðað øll tey árini, ið hann hevur verið í Føroyum. Risastóri striku­leikarin hevur verið ein profilur øll árini í Kyndli, og tí var tað ikki so løgið, at evnini rukku til meira enn før­oyskan hondbólt. Í 2014/2015 spældi Hørður Fannar Sigtórsson nevni­liga í næstbestu týsku deildini við felag­num AUE, áðrenn hann síðani vendi aftur til Kyndil. Í ár hevur íslendingurin tó valt eina aðra avbjóðing í føroyskum hond­ bólti. Tað kom óvart á nógv, tá ið tað gjørdist greitt, at Sigtórsson fór at royna seg í felagnum, sum hevur botn­propp­urin í FTZ-deildini tey sein­ astu nógvu árini, Team Klaksvík. Ein av orsøkunum til hetta er eisini íslendski venjarin hjá Team Klaksvík, Finnur Hansson. – Finnur Hansson spurdi meg eftir kappingarlok í fjør, um eg var áhugaður í at koma at hjálpa honum í Klaksvík. Eg havi havt Finn sum venj­ ara í tvey ár í Kyndli, og vit eru góðir vinmenn. Eg hugsaði, at tað fór at verða spennandi at royna okkurt nýtt, tí eg havi verið í Kyndli í fýra ár. Onkur helt, at tað var heilt galið, at eg fór til Klaksvíkar, men eg haldi tað vera eina spennandi avbjóðing at fáa manshondbóltin á eitt hægri støði í Klaksvík, sigur Hørður Fannar Sigtórsson. Hava fyrireikað seg væl Síðani Team Klaksvík varð stovnað í 2006 hevur felagið endað á aftasta plássi í bestu mansdeildini næstan øll árini. Undantakið var í 2011/2012, tá ið Kyndil endaði aftast og Team Klaksvík næstaftast. Ætlanin í Team Klaksvík er, at hendan gongdin skal vendast. Í ár er liðið blivið styrkt væl, og í størri mun enn áður er meira gjørt burturúr sjálvum fyrireikingunum til kappingarárið. – Vit fara at byggja víðari upp á arbeiðið, ið Finnur byrjaði í fjør. Vit vilja byggja eitt gott lið upp, og vit hava ein rættiliga breiðan hóp. Fýra nýggir eru komnir til, og næstan allir frá seinasta kappingarári halda fram. Vit trúgva uppá, at vit kunnu fáa vent keðiligu gongdini seinastu árini, sigur Hørður Fannar Sigtórsson. Fyrstu tíðina í Klaksvík hevur ís­ lendinginum dámað væl. – Mær dámar væl í Team Klaksvík. Vit hava millum annað verið á venjingarlegu í Íslandi, og tað var ein frálíkur túrur. Vit spældu tveir góðar dystir, og ein venjingarlega uttan­ lands gevur nakað annað enn ein venjingarlega innanlands. Túrurin var kanska serliga góður fyri teir nýggju leikararnar, tí nú kennast vit allir so øgiliga væl, sigur strikuspælarin. Afturat Hørði Fannar Sigtórsson eru Sakaris Ludvík Súnason og danirnir Mark Dahl og Jens Aagaard komnir til Team Klaksvík. Ein dyst í senn Tá ið hetta blaðið fór til prentingar hevði Team Klaksvík spælt ein dyst í FTZ-deildini, sum klaksvíkingar taptu tepurt ímóti H71. Hørður Fannar Sigtórsson letur væl at hes­um dyst­ inum, og hann er serliga ovfarin av, at tað vóru so nógvir klaks­víkingar, sum vóru møttir upp í Badminton­høllini at stuðla liðnum. Í fjør fekk Team Klaksvík onki stig alt kappingarárið, men soleiðis skal ikki verða í ár, slær íslendski profilurin fast. – Tað er heilt vist, at vit ætla okk­ um at vinna nakrar dystir. Men vit fara ikki at leggja ov stórt trýst á okkum sjálvar við nøkrum ásettum máli, men heldur taka vit ein dyst í senn. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Hørður Fannar Sigtórsson at enda. MÁLVERJAR Rasmus Sommer Magnusson, Aron Kallsberg Jacobsen og Mark Dyhrberg Dahl ÚTILEIKARAR Finnur Hansson, Hørður Fannar Sigtórsson, Dávid Danielsen, Jens Martin Pauli Mohr, Vilhelm Vilhemsen, Andrias Ellingsgaard, Birgir Poulsen, Beinir Johannesen, Petur Martin Eliasen, Einar Dam, Sámal á Tjaldrafløtti, Hans Arni Thomsen og Sakaris Ludvík Súnason VENJARI Finnur Hansson