Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 59

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 27 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN VB fær gagn av ítróttarháskúlanum Fýra danskar gentur, ið dagliga ganga á ítróttarháskúlanum í Vági, eru millum nýggju leikararnar á liðnum hjá VB í ár. Veteranurin, Gurið Krosslá Augustinussen, sigur, at tað hevur nógv at siga fyri VB og fyri bygdina, at fáa gagn av ítróttarháskúlanum Í Vági hevur nýggi ítróttarháskúlin av álvara givið nýtt lív til bygdina. Serliga tá tað kemur til hondbóltin í bygdini, er ítróttarháskúlin eitt íkast, ið munar. Í fjør fekk VB tilgongd av tveim­um føroyskum leikarum, ið gingu á ítróttarháskúlanum, og í ár hevur VB fingið tilgongd av ikki færri enn fýra donskum leikarum, ið dagliga ganga á ítróttarháskúlanum í Vági. Hava fingið góðar leikarar Gurið Krosslá Augustinussen, ið er ein av veteranunum á liðnum hjá VB, sigur, at ítróttarháskúlin munar væl hjá teimum í VB, tá tað kemur til hond­bólt. – Ítróttarháskúlin er ótrúliga góð­ ur fyri VB og fyri bygdina. Aftur í ár hava vit gagn av at leikarar koma á skúlan, og tað høvdu vit eisini í fjør, tá Maria Halsdóttir Weyhe og Magna Tórðardóttir spældu við okkum. Í ár eru tað so fýra danskir leikarar, ið koma at spæla við okkum. Tað eru ungir og góðir leikarar, sum trívast væl í Vági, og sum elska hondbólt, so tað hevur stóran týdning fyri okkum, sigur Gurið Krosslá Augustinussen. Nógv fólk til venjing Umframt at fáa gagn av tilgongd á liðnum til dystir, fær VB eisini gagn av næmingunum av ítróttarháskúlanum á annan hátt. Millum annað til venjingar, har dreingir, ið ganga á háskúlanum eisini venja við besta kvinnuliðnum hjá VB. – Eisini skal sigast at tað eru aðrir leikarar á ítróttarháskúlanum sum venja við okkum. Bæði gentir og dreingir, og hetta eru eisini leik­arar, sum spæla við øðrum liðum norðan­ fjørðs. Hetta ger at vit hava nógv fólk til venjing, og tað økir um dygdina av venjingini, og ger venjingarumhvørvi nógv betri, sigur Gurið Krosslá August­inus­sen. Ein øðrvísi hópur og nýggjur spælistílur Í hópinum hjá VB eru fleiri broytingar gjørdar í summar, har týðandi leikarar eru farnir av liðnum. Millum annað er toppskjúttin tvey tey seinastu árini, Danijela Mistric, farin av landinum. Hóast tað, hevur Gurið Krosslá Augustinussen gott mót, har nýggi spæli­stílurin serliga kann gagna teim­ um. – Eitt sindur av útskifting er farin fram í hópinum í summar. Vit hava mist toppskjúttan tvey tey seinastu árini í Danijelu Mistric. Harafturat eru Sanja Jevtic, Helga Kjærbo Eyðuns­ dóttir, Maria Halsdóttir Weyhe og Magna Tórðardóttir farnar av liðnum. Bára Krosslá Mortensen ætlaði eisini at fara at spæla við Neistanum, men tíbetur valdi hon at halda fram hjá okkum heldur. So í mun til seinasta kappingarár, hava vit nøkunlunda sama tal av leikarum, men vit fara at hava ein øðrvísi spælistíl og hava nýggjan venjara, so tað sær spennandi út, sigur Gurið Krosslá Augustinussen. Ætla sær finalupláss Og í Vági verður trúð uppá, at VB í ár kann spæla seg til eitt finalupláss. Antin í steypakappingini, ella í lands­ kappingini. – Málið hjá okkum er fyrst og fremst at spæla eitt gott lið saman við teimum nýggju leikarunum. Vit ætla absolut at koma langt í ár, so vit fara heilt sikkurt at spæla fyri at koma í finalurnar, sigur Gurið Krosslá Augustinussen at enda. VENJARI Rasmus Stensgaard MÁLVERJAR Katrine Borup og Guðrun í Lágabø ÚTILEIKARAR Agnes Falleses, Barbara Hjelm, Rúna Jacobsen, Rannvá Johannesen, Gurið Augustinussen, Mathilde Pedersen, Caroline Ladefoged, Laila Jespersen Eysturberg, Rebekka Godtfred, Sofía Schrøder, Bára Krosslá Mortensen og Christina Holm