Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 61

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 29 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN StÍF byrjar av nýggjum Kvinnuliðið hjá StÍF hevur mist 11 leikarar, og tað fer at merkjast. - Tað verður strævið, tí vit fara at tapa nógvar dystir, ásannar venjarin, Alexandur Johansen, sum fer at arbeiða við einum blaðungum hópi, ið væntandi kann spæla við í oddinum um eini trý ár Pætur Albinus Ungt lið Kvinnuliðið hjá StÍF hevur havt eina risa stóra frágongd til hetta kapp­ ingarárið. 11 av leikarunum, sum vóru við í fjør, eru ikki við í ár, og tað broytir málsetningin fullkomiliga. Tað var í grundini eitt ivamál, um StÍF fór at manna eitt lið í Hvonn­ deildini í ár, men í samráð við leikarar varð gjørt av, at tey fara at royna seg. Ein leikari er 29 ár, ein er 24 ár og annars er restin ímillum 17 og 21 ár. Einans fýra leikarar hava royndir frá bestu deildini frammanundan, so talan er av álvara um eitt óroynt lið. – Tær vóru nervøsar, tá ið tað var upp á tal, at tær skuldu spæla í Hvonn­ deildini. Tað var upp til tær, og tær valdu so at taka av avbjóðingini. Har var longu tann fyrsti sigurin. Tær vunnu á nervunum, sigur Alexandur Johansen, sum hetta kappingarárið fer at hjálpa til á venjarabonkinum og verður odda­ maður fram til seinni í vetur, tá ið høvðusvenjarin, André F. Danielsen, hevur stundir at av álvara traðka til. Tungt Birna T. Mikkelsen, Heidi Sevdal og Ansy Sevdal spæla fótbólt, Rebekka Justinussen er í barnsburðarfarloyvi, Michala Mather, Lív F. Arge og Ninna K. Johansen eru farnar til Danmarkar, Fríðrún Danielsen er farin til VÍF, og soleiðis heldur frágongdin hjá StÍF fram. – Tað verður tungt, viðgongur StÍF- venjarin, Alexandur Johansen. – Tað verður strævið, tí vit fara at tapa nógvar dystir. Vit hava frá ársbyrjan sagt, at vit taka dystin upp væl vitandi um, at vit helst fara at tapa flest allar dystirnar, sigur StÍF- venjarin, sum sær ein lítlan møguleika fyri stigi ímóti H71, sum hann tó ikki kennir so nógv til enn. – Hetta verður eitt menningarár, har vit ætla at styrkja okkum. Eg haldi, at tær hóast alt eru kropsliga og sálarliga væl fyri, og tað, sum eg higartil havi sæð í ár, hevur verið gott. Fyrsta málið var at manna lið, og næsta málið var at tora at vera á vøllinum og vísa hvat vit duga. Tað hava vit eisini gjørt, sigur Alexandur vísandi til dystirnar ímóti Neistanum og Kyndli. – Succés hjá okkum verður ikki máld eftir úrslitum, leggur hann afturat og peikar heldur á eitt nú avtalur og hugburð. Um trý ár Alexandur avdúkar, at tey ætla at menna nakrar góðar skjúttar, sum hann heldur er ein stór mangulvøra í føroyskum hondbólti. – Vit fara í ár at skjóta nógv útifrá í ár. Vit hava serliga tvær, sum kunnu blíva ordiliga góðir skjúttar, og vit fara at brúka hetta árið upp á at skjóta eina rúgvu av skotum útifrá, sigur hann. Bulurin á liðnum er ein góður árgangur, ið hevur framtíðina fyri sær. Tað eru nevniliga tær 21 ára gomlu, sum fyri fýra árum síðani gjørdust føroyameistarar hjá G17. Alexandur vónar, at hetta liðið verður ført fyri at spæla í oddinum um eini trý ár, men at tað eisini er tengt at øðrum umstøðum – eitt nú at leikarar halda fram í felagnum, og at aðrar møguliga venda heimaftur. StÍF ger so alt, ið tað kann fyri at menna hetta liðið best møguligt, og stuðulin frá áskoðarum hevur higartil verið betri enn undanfarin ár. Harafturat er fyrrverandi lands­ liðsvenjarin, Dia Midjord, komin at venja mansliðið, og hann skal eisini geva sítt íkast til venjingarætlanirnar hjá øllum liðunum í felagnum. – Hondbólturin flytur seg. Hond­ bóltur krevur meira fysiska venjing, og har mugu vit fylgja við. Vit hava seinastu trý árini spakuliga lagt omaná á hesum økinum, og nú hava vit fingið ein ordans kapasitet til felagið við Dia Midjord, VENJARAR Alexandur Johansen, Jón Rasmussen og André Danielsen MÁLVERJAR Birita M. Absalonsen, Jóhanna S. Poulsen, Teresa Ejdesgaard og Malan Arnadóttir ÚTILEIKARAR Nikolina Thorleifsson, Katja Joensen, Guðrun Gærdum, Heidi Sevdal, Lilja Kristiansen, Sonja Dam, Sára Dahl, Durita Hummeland, Bára Berg Danielsen, Erla J. Petersen, Guðrið Poulsen, Rebekka Justinussen, Rebekka Poulsen, Simona P. Á Fríðriksmørk, Karina B. Høgnesen, Bjarta Djurhuus, Ró Poulsen, Vár D. Poulsen og Jonna Poulsen