Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 29. september 2017 Løgið stríð um formanssess hevur merkt síðstu vikuna Hesa vikuna hevur nógv verið gjørt burt­ur­ úr, at for­mað­urin í Vinnunevndini ikki vildi víkja úr for­manssessinum – so sum avtalað varð mill­um Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, tá sam­gongan varð skipað. Í politikki verða nógvar avtalur gjørdar, sum veljarin einki fær at vita um – og ofta er tær heldur ikki niðurskrivaðar. Og sum skilst hava Javnaðarflokkurin og Tjóð­veldi gjørt ta avtalu, at tá løgtingsval­ skei­ðið er hálvrunnið, so verður hetta býtið gjørt. Hóast tingfólk mangan eru grund­leggj­ andi ó­samd politiskt, so er ikki óvanligt, at vin­ar­ligar avtalur kunnu gerast – eisini tvørt­ur um samgongu og andstøðumark. Tí tykist løgið – fyri ikki at siga barns­ligt, at tingmaður Javnaðarfloksins í for­mans­ sess­i­num trýnir fram alment og letst ivast í, um nú nøkur avtala er, sum sigur, at hann skal lata Tjóðveldi fáa formanssessin. Veljarin kann bara spyrja seg sjálvan: Hví? Er tað tí, at fólkini í Javnað­ar­flokk­i­ num ikki tosa saman? Ella er tað tí, at leiðslan í flokkinum ger av­talur yvir høvdinum á tingfólkunum? Ella er tað tí, at tær 2.500 krónurnar um mán­að­in í formansløn fløva so væl? Ella er tað bara fyri at spæla hund? Veljarin kann bara standa spyrjandi. Nú hevur so løgmaður skorið ígjøgnum og sagt, at avtalan, sum Tjóðveldi hev­ur tos­ að um, og sum formaðurin í Vinnunevndini hev­ur latist sum ikki at kenna, er ein avtala. Men harvið eru ikki allar súður syftar. For­maður Fólkafloksins hevur boðað frá, at flokkurin ikki ætlar at velja nýggjan for­mann í vinnunevndini. Nú er tað so, at and­støðan hevur meiriutan í nevndini og kann tí blokkera formansvalið. Og tað verður uttan iva gjørt sum tøkk fyri sein­ast, tá Annika Olsen ikki kundi fáa sess­in hjá Jákupi Mikkelsen í utt­an­lands­ nevnd­ini – tað sum beinleiðis førdi til, at Annika Olsen valdi at stilla upp til løg­tings­ val­ið, tí hon fekk ikki arbeitt sum tingfólk utt­an hendan nevndarsessin – segði hon alt­ so – tá hon lat seg stilla upp til býráðsvalið í Havn í fjør. Hetta er ikki eitt mál, sum hevur so nógv upp á seg reint politiskt. Men eitt av teim­um málum, sum fólk at hugsa, um tað nú eru tey røttu fólkini, sum vit hava valt á ting, tá so lítil mál gerast so stór. Fær Teistin trupulleikar, og stígur kemur í sandoyarsiglingina, so er tað so víst sum amen í kirkju, at serliga borgarstjórarnir í Skopun og heima á Sandi senda skriv til miðlarnar, har teir minna løgtingsfólk á, at Sandoyggin átti at fingið eitt skip aftur at Teistanum. Báðir vóru teir samgongutingmenn undir seinastu samgongu, sum heldur ikki fekk sandoyingum og øðrum útoyggjarfólki avloysaraskip. Men tað hjálpir helst at minna politisku skipanina á trupulleikain, um ikki annað, so vaksa teir í eygunum á sandoyarfólki – so er um ikki annað eitt sindur av populariteti komið burturúr. Ikki tí. Vit skilja væl trupulleikan. Og hann kunnu tingfólk loysa. Politikkur snýr seg um raðfestingar – og eftir øllum at døma duga tey í samgonguni líka illa at raðfesta, sum borgarstjórarnir dugdu, tá teir vóru tingmenn. Tá lítl mál gerast stór Neyðarróp úr Skopun og heiman av Sandi Truplir asimuttar Les eisini blaðið á telefonini Nú sleppa ung í viðgerð Tíðindi síða 12 Enn eitt stórt tabu Síða 13 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Kálvur lítli –seinasti katólski prest­ur­in í Føroyum, leggur navn til øl á Eplafestivalinum á Sandi Í sambandi við Eplafestivalin á Sandi hava Ann­ika Waag á Føroya Bjór og Johan Mort­en­sen designað ein øl til borðhaldið. Øl­ur­in er dimmur og er smakksettur við ma., Atarmjagarurt, rølliku, kamillu, reyðsmæru og rannfann, alt heintað heiman á Sandi. Ølurin fer at matcha matskránna sum er stokt nýflett lomb frá í ár, og sum Gutti Winther fer at standa fyri. Og so navnið. Kendasti Sand­ ing­ur­in gjøgn­um tíðirnar man vera Kálvur Lítli og tað verð­ur eisini navnið á hesum øli. Men hvussu mundi Kálvur síggja út? Kendi listarmaðurin Archi Black hevur gjørt ímyndina av Kálvi. – Ætlanin við hes­um øli eru, um­framt at hann smakk­ar sera væl, at varpa ljós á allar tær urt­ir vit hava í okk­ara náttúru og sum kunnu nýtast til øl og aðrar fram­ leiðsl­ur, og navnið Kálvur Lítli er at varpa ljós á søguna, so hon ikki verð­ ur gloymd, sigur Jóhan Mortensen. Kálvur Lítli er Seinasti katolikkurin í fløsku Kendasti Sand­ing­ur­in gjøgn­um tíðirnar man vera Kálvur Lítli, og tí er ølin nevnd eftir honum