hósdagur 28. september 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 113
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
8,9 milliónir eru bara Betri
Eiga lærarar at tíma talið
av arbeiðstímum
Sýslumaðurin í Havn segði nei at koma til Havnar við
springarum, men sýslumaðurin í Eysturoy vildi fegin taka
ímóti teimum. Kjak stakk seg upp hvørt tað var rætt at
drepa springarar ella ikki.
Um orðið sigur Sprotin: (dj.) heiti á tveimum hvalasløgum.
1. Kjafthvítur springari. Slag av delfin við hvítum kjafti. 2.
Skjórutur springari. Slag av delfin við skjórutum kjafti.
Tvær grindir løgdu
mánadagin beinini.
Ein í Hvalba og ein
á Skálafjørðinum
Hoyvíking fáa nýggja
matstovu. Nýtt pitsastað
letur upp, ið skal eita
Tino & His Pizza
Danski tjóðbankin
segði í vikuna at tørvur
er á einum øðrvísi
búskaparpolitikki
í Føroyum
Henrik Old ætlar at
hækka prísin í tyrluni
fyri ferðafólk. Prísurin
er ikki ásettur enn
Stjórnarskipanin er nú
løgd fyri tingið og skal
til viðgerar í næstum.
»Springarar«
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
krónur kostaði
eitt málarí
hjá Mikines á
uppboðssølu
210,000
MANGT OG HVAT
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
5-10 m/s
6-10 m/s
10-15 m/s
Gul til stívt andøvsgul av vestri og
útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og
regn ella sirm, møguliga mjørki. Hitin
millum 12 og 15 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvasssan vind
av suðri, 10 til 15 m/s, sum seinni
makar niður í gul av útsynningi, 5 til
10 m/s. Skýggjað og regn, men út
á seinnapartin klárar í. Hitin millum
10 og 13 stig.
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi
og suðri, 6 til 10 m/s. Yvirhøvur
skýggjað og támut. Hitin millum 10
og 13 stig.
5-10 m/s
D
emokrati ella fólkaræði er ein
skipan, sum vit eins og restin
av vesturheiminum hava valt
at skipa okkara samfelag eftir.
Tað er helst onki at ivast í, at hetta
er frægasta skipanin vit kenna, tí allar
aðrar fara altíð meira av leið enn okkara
og tær vit kenna um okkara leiðir.
Men fólkaræði er ein skipan, sum
krevur viðlíkahald og virðing, skal hon
virka.
Tað ber ikki til í einari slíkar skipan
bert at krevja. Tað krevur at vit hava
virðing fyri skipanini og hugsa um
andan í henni.
Hetta er sjálvandi galdandi fyri
okkum vanligu borgarar, men tað er
eisini galdandi fyri tey, sum arbeiða
tættari at skipanini – annaðhvørt sum
fólkavald ella sum fólksins tænarar.
Hesi – eins og vit onnur – eiga
at vita, at skipanin skal virðast og
viðlíkahaldast. Eisini at alt kann ikki
skrivast niður á pappír, men hoyrir
undir siðvenju og skilagóða nýtslu av
teimum rættindum, sum skipanin gevur
okkum.
Nú hugsar onkur helst: kom til sakina
– hvat er tað tú nú fert at grenja um?
Jú, á tingi er tað soleiðis, at
tingformaðurin við jøvnum millumbili
setir tað, sum eitir ófráboðaðar
fyrispurningar á skrá.
Upprunaliga var hetta so serliga
andstøðan kundi spyrja um okkurt mál,
sum samgongan hevði súltað ov leingi.
Men nú er tað nakað heilt annað.
Nú spyrja samgongufólk egin
landsstýrisfólk um mál, sum tey vita
eru í gongd. Viðhvørt er illgruni um, at
landsstýrisfólkini sjálvi hava bestilt
spurningin, so tey kunnu sleppa at
greiða frá, hvussu røsk tey hava verið á
tí økinum – eitt slag av sjálvprofilering.
Hetta er tíverri ikki nýtt. Tá ið
seinasta samgonga sat, so var sama
mannagongd brúkt, men tíverri hevur
hendan samgongan valt at gera tað
sama.
Lurta vit eftir hvørjir ófráboðaðir
spurningar koma, so er tað ofta
populistiskt eisini. Tingfólkini gera vart
við millum veljararnar, at tey hava gjørt
nakað við “teirra” mál, sjálvt um øll vita,
at ófráboðaðir spurningar ikki hava
nakran formligan týdning.
Tað er enntá soleiðis, at
landsstýrisfólkini ikki hava høvi at
fyrireika seg og tí kunnu svara, at “tey
ikki kunnu svara”. Men biðja um at fáa
ein skrivligan fyrispurning heldur.
Kanska er hetta grenj, men verður
hugt eftir stórmálunum og ábyrgdini
tingfólk hava, so minnir hetta mest
um mál, sum tey størru børnini í
barnagørðum fáast við. Tey skulu læra
nakrar mannagongdir, men málið hevur
ikki týdning.
Og nú meðan vit tosa um virðing fyri
skipanum, so komi eg eisini at hugsa um
“fólksins tænarar”.
Tá ið søkt verður um alment innlit,
so eru ávísar freistir ásettar. Hetta er til
almenna myndugleikan at fyrihalda seg
til sum seinasta freist. Tað ber til – og
góð tænasta eigur at vera so – av svara
beinanvegin, tá ið svarið er klárt.
Fólkaræði ella demokrati er so
dýrabært, at tað skal viðfarast við hegni
og dugnaskapi. Hetta er ikki nakað sum
er komið av sær sjálvum og hyggja vit
út í stóru verð, so sæst væl, at hendan
skipanin er hótt.
Men onki betri hómast nakrastaðni
Ája!
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar