fríggjadagur 22. oktober 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 202 - 22. oktober 2004
Nr. 202 - 22. oktober 2004
31
Sakførarin Fletcher Reede
er púra burtur í arbeiði sín-
um. Hann hevur halgað lív
sítt til at stýra sannleikan-
um til egnan fyrimun, so at
hann vinnur eitt og hvørt
rættarmál. Hesin skeivi
hugburðurin hevur kostað
honum hjúnabandið, konan
Audrey er farin frá honum.
Hendan hendingin er als
ikki ein fyrimunur, tá talan
er um viðurskiftini millum
Fletcher og son hansara
Max. Fletcher hevur lovað
Max fleiri ferðir, at hann
kemur til føðingardagin hjá
tí skjótt átta ára gamla
Max. Men eitt týðandi mál
á arbeiðinum kemur tvørt
fyri, so Fletcher ringir til
Audrey og umber seg so
vánaliga, at Max eisini sær,
at talan er um eina tunna og
vánaliga umbering. So, tá
Max
blæsur
ljósini
á
lagkøkuni ynskir hann sær
nakað heilt serligt. Hann
ynskir sær, at pápi sín ikki
skal vera førur fyri at lúgva
eina lygn í 24 tímar. Og
brádliga, so stendur Fletch-
er illa í tí. Hann fær ikki
logið tí minstu lygnina.
Afturat hesum uppdagar
Fletcher, at hann heldur
ikki klárar at halda sær við
at siga sína erligu meining
um stjórarnar á sakførara-
fyritøkuni, har hann ar-
beiðir. Fletcher er í øðrum
orðum noyddur at vara sín
munn, ímeðan hann stríðist
fyri sínum yrki, samstundis
sum hann roynir at forða
Audrey í at flyta til Boston
saman við Max.
Í hesum dokumentarfilmin-
um frá 1970 síggja vit Elvis
Presley í einum lagnutung-
um tíðarskeiði. Eftir eina
10 ára fráveru roynir Elvis
av álvara at fáa gongd aftur
á pallframførslur sínar.
Tvey ár frammanundan
gjørdi Kongurin eina minni
væl eydnaða roynd at trína
inn á tónleikapallin í tí
sjónvarpaðu
sendingini,
"´68 Comeback Special".
Nú var Memphis-legendan
sinnað at broyta fram-
førslustíl við at leggja seg
eftir at framføra millum
høvuðsnøvnini í stóra und-
irhaldsbýnum Las Vegas.
Filmurin fylgir gongdini,
frá venjing til pall, við
upptøkum frá teimum bestu
framførslunum yvir seks
kvøld. Upptøkurnar frá
venjingunum, ið eru fleiri í
hesi serútgávuni av filmin-
um, vísa veruliga hvussu
gott orksetrið hjá Elvis var.
Og á palli sær mann ein væl
upplagdan Elvis, ið leggur
fyri við "That´s All Right",
seinni fer hann í góðum
hýri undir at tulka tvey løg
hjá Ray Charles. Denis
Saunders hevur gjørt filmin
í 1970. Í 2000 kom so
hendan serútgávan.
Fullur av lygn
Elvis: That´s The Way It Is
Á Kanal 5 mikukvøldið kl. 20.00
Jim Carrey er
fullur av lygn í
hesum skemti-
filminum frá
1997
Max ynskir sær
nakað heilt serligt,
tá hann blæsur
ljósini á lagkøkuni
á átta ára
føðingardegnum
Elvis Presley í hesi
endurútgávuni av
filminum frá
1970 Elvis: That´s
The Way It Is
Á TCM mánakvøldið kl. 21.40
FILMSTEIGURIN
HAVNAR BIO
P
Tlf. 3119 56
P
www.bio.fo
Frumsýning
Fríggjadagin 22.10. kl. 2000
Fríggjadagin 22.10.
kl. 2245
Leygardagin 23.10. kl. 2000
Leygardagin 23.10.
kl. 2245
Sunnudagin 24.10. kl. 1930
Sunnudagin 24.10.
kl. 2215
Fríggjadagin 22.10. kl. 1830
Leygardagin 23.10.
kl. 1830
Sunnudagin 24.10. kl. 2000
Fríggjadagin 22.10. kl. 2115
Leygardagin 23.10.
kl. 2115
Sunnudagin 24.10. kl. 2245
Fríggjadagin 22.10. kl. 2330
Leygardagin 23.10.
kl. 2330
Sunnudagin 24.10. kl. 1745
Valdið hjá katólsku kirkj-
uni er vorðið til eina sanna
pengamaskinu. Og guds-
óttandi borgarar gjalda –
fyri seg sjálvar, fyri børn
síni, og enn tá fyri deyðu
foreldur síni.
– Men tað hjálpir einki,
er tað ein maður, ið sigur.
– Tí Gud fyrigevur hon-
um, ið angrar, uttan gjald.
Navn hansara er Martin
Luther: Her standi eg,
eg kann einki annað
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
Luther, og hann er við at
undirgrava pengamaskin-
una hjá Pávanum og ger
seg til fígginda kirkjunnar.
Trúbótarinnar Evropa er
fult av stríðandi, valds-
miklum fúrstum, ið føra
herar aftur og fram eftir
landakortinum, men veru-
liga kollveltingin verður
framd av einum munki, ið
ikki sær nakað stað í Bíbli-
uni, at Pávin skal vera
kongur á jørð. Fantastiska
lagna hansara verður lýst í
filminum »Luther« við
Joseph Fiennes í høvuðs-
leiklutinum.
Sir
Peter
Ustinov spælir her sín lívs
størsta leiklut sum verji
Luther, Frederik av Sach-
sen, Kurfúrsti.
Fríggjadagin 22.10. kl. 1800
Leygardagin 23.10.
kl. 1800
Sunnudagin 24.10. kl. 1730
C
M
Y
K
31
30