Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 12 September 2017 1 Eltalvuvirkið Hátøkni í gamla Pakkhúsinum á brúnni í Gøtu ELTALVUVIRKIÐ Í GØTU SKAL GERA RISASTÓRA TALVU OG STÝRINGAR TIL NÝGGJU SMOLTSTØÐINA HJÁ BAKKAFROST Árni Gregersen Hann gjørdi sína fyrstu eltalvu til Bakkafrost á Glyvrum og nú skal hann aftur gera eina talvu til nýggju smolt­støðina hjá Bakkafrost á Strond. Eyðun Hansen, storvnari og eigari av Eltalvuvirkinum í Gøtu hevur ar­ beitt við eltalvum og elektriskum streymi í nærum 35 ár. Herfyri var avgjørt at hansara virki skal gera risastóru eltalvurnar við øllum stýringunum til nýggju smolt­støðina hjá Bakkafrost. Hetta er ein talva við stýringum av øllum slag. Hetta er ein installatión, har heili fimm tons av koparleidningi verður brúkt. – Ja, hetta er tann størstu talvurnar vit hava fingið at gera nakrantíð og hetta er eisini ein ómetaliga spenn­ andi uppgáva fyri okkum og okkara starvsfólk, sigur Eyðun Hansen. Ikki tí, seinastu mongu árini hev­ ur virkið í Gøtu loyst nógvar stór­ar uppgávur. Millum annað pro­jek­ter­ aðu og gjørdu tey alt arbeiðið, tá ið Varðin Pelagic á Tvøroyri var bygt. Varðin Pelagic verður júst nú bygt uppaftur, men enn er ikki avgjørt um virkið í Gøtu verður partur av endur­ nýggingini á Tvøroyri. Eltalvuvirkið -ETV – arbeiðir fyrst og fremst við automatiseringum og stýringum bæði á sjógvi og landi. Virkið var sett á stovn í 1983. Fyrsta størri uppgávan á landi var at gera eina eltalvu til Bakkafrost á Glyvrum og fyrsta skip teir gjørdu streym­in umborð á var trolarin Føstu­varði, sum var bygdur á Tórs­ havn­ar Skipasmiðju. – Eg haldi vit fingu eina ómeta­ liga góða móttøku, tá ið vit byrj­aðu, kanska fyrst og fremst frá skipa­ smiðjunum í Havn og á Skála, sigur Eyðun Hansen í dag. Sjálvur stovnaði hann virkið, sum nú skjótt hevur 35 ár á baki, eftir at hann hevði nomið sær útbúgving. – Eg lærdi til elektrikara hjá John Rasmussen á Strondum og tá ar­ beiddu vit rættuliga nógv á skipa­ smiðj­uni á Skála, so tá ið eg var út­ lærdur fór eg í starv har. Ungi gøtumaður sá helst ein tørv, tí alt sum hevðí við el og talvur at gera var tá innflutt. Hann fór tí til Noregs at arbeiða á einari verksmiðju, sum gjørdi eltalvur. Eisini fekk han sær út­ búgving, sum elinnleggjari. – Eg fór eisini til Danmarkar at fáa mær vitan og útbúgving innan tann handilsliga partin av elbransjuni, sig­ ur Eyðun Hansen. Hátøkni Fyritøkan í Gøtu er ein háteknologisk fyritøka, sum í stóran mun arbeiðir við automatiseringum og stýringum bæði á sjógvi og landi. Eyðun Hansen nevnir fleiri dømi um, at teir hava dagført skip og virkir, so tey, hóast tey hava nøkur ár á baki, framvegis eru nýmótans. – Vit kunnu nevna stór umbygg­ ing­ina Enniberg fekk fyri nøkrum árum síðani. Har er talan um eitt skip, har stálið ikki er spildurnýtt, men skipið sjálvt og innmaturin er dagført, so trolarin í dag í veruleikanum er eitt nýtmótans skip, sigur hann. Hann vísir eisini á, at nakað tað sama er gjørt við Fagraberg, sum eisini er dagført við øllum nútímans hent­leikum. Fyri at skipini skulu vera effek­tiv og geva pening í dag, so er neyð­ugt at tey eru dagførd og hetta verður í stóran mun gjørt við auto­mati­ seringum og elektriskum stýringum. – At talan er um hátøkni sæst millunm annað av, at summar av ávar­ingarskipanum í dag hava eini 4000 elektrisk signal, sum ferðast aftur og fram í heilum, sigur Eyðun Hansen. Teistin Strandfararskipið Teistin er ein søga fyri seg. Skipið varí ringum standi og ætl­anin var at seta tríggjar høvuðs­ motorar í, so tað kundi sigla trygt. Mest, Bátatænastan og ETV gjørdu tó eitt upplegg, har tey mæltu til heldur at seta sjey elektromotorar í skipið. Hendan loysnin var vald, so nú hevur skipið hesar sjey motorarnar. -Okkara uppgáva var fyrst og fremst at fáa alt at virka saman. Tað snúði seg um at stýra orkuni frá motor­unum, so hon fór til rætta brúkið hvørja ferð, sigur Eyðun Han­ sen. Skipið er gjørt so, at tað eru ym­ isk programm alt eftir hvørja havn Teistin fer inn úi. Viðhvørt skal mesta kraftin brúkast til framdrift, men í øðrum havnum krevst, at mesta ork­ an verður brúkt til síðuskrúvurnar. Fleiri skip hava nú eisini fingið eina »take-me-home« skipan, sum ger, at sjálvt um høvuðsmaskinan steðgar, so megnar skipið at sigla heim við orkuni frá hjálpimotorunum. Innan el og orku henda so nógv frambrot, at neyðugt er alla tíðina at halda seg dagførdan. Nógv kann gerast lættari við stýringum, sum ETV hevur gjørt seg serkønan í. – Vit vita væl, at hetta krevst, men tað er sjálvandi eisini tí at vit halda hetta er so spennandi, sigur Eyðun Hansen. Stóra uppgávan nú verður at gera talvurnar til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost við Strond. – Jú hetta er tann størsti ordrin vit hava fingið, men hann er eisini ómetaliga spennandi. Hetta eru fleiri skipanir og stýringar. Tær skulu virka, tá talan er um ómetaliga stór virðir, sum kunnu fara fyri skeyti, virka okkara stýringar og ávaringar ikki, sigur Eyðun Hansen. Sjálvt um virkið ger nógv nýtt, so er tænastan til skip framvegis ein stórur partur av virkseminum. – Tað er soleiðis, at koma skip in og okkurt skal gerast, so er tað her og nú. Skipini hava ikki ráð at liggja og bíða – tí mugu vit umborð beinanvegin uttan mun til um tað er gerandis ella heilagt – nátt ella dagur. Besta dømi, var tá undirritaði skuldi gera samrøðuna við Eyðun Han­sen. Vit høvdu avtalu klokkan 18.30, men tá ið avtornaði noyddust vit at gera hana yvir telefon. Hetta kvøldið kom Rankin á Runa­vík og har var onkur feilur. Tað gingu fleiri tímar, so Eyðun Hansen slapp hvørki til sangvenjing við Eystan­lot ella fekk gjørt samrøðuna tað kvøldið. – Men í veurleikanum er tað hetta, sum ger lívið spennandi, sigur hann at enda. Lættari at reka virki nú tíðirna eru góðar Automatisering og tænasta er tað, sum stendur ovast á breddanum hjá Eltalvuvirkinum. Har er nógv at gera í løtuni. – Tá ið ein elmotorur gekk fyri hjá Enniberg nú hendan dagin og ongin nýggjur var at fáa beinanvegin, so fóru vit at gera – ella vikla – ein nýggjan. Fremsti maður at gera hann var farin langt um pensjónsaldur, men hann var sjálvandi klárur. Hetta sigur Eyðun Hansen, stjóri, og vísir á, hvussu neyðugt tað er við rætta hugburðinum, skal eitt virki av hesum slag virka. Á virkinum arbeiða 20 fólk í løtuni. Tá ið tey hava verið flest – til dømis, tá ið tey vóru við at gera Varðan Pelagic á Tvøroyri – vóru tey 25, men virkið hevur eisini javnt nógv at gera. Virkið er eitt smápartafelag, sum hevði sítt besta ár í 2014, tá ið avlopið var smáar trúiggjar milljónir krónur. – Eg má siga, at tað er lættari at reka virkið nú tað gongur væl í vinnuni. Tey ringu árini kostaðu okkum mangan pengar. Fleiri ferðir hava vit gjørt størri arbeiðir, uttan at vit fingu pengar fyri tað, tí reiðarí ella feløg fóru í gjaldsteðg, sigur Eyðun Hansen. Eyðun Hansen stovnaði virkið og er stjóri