hósdagur 28. september 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
14
September 2017
1
Eyðfinn Reyðberg
Tað koyrir bara hjá føroysku bila
sølunum, bæði skjótt, væl og uttan
trupulleikar yvirhøvur. Avlop er yvir
alla linjuna hjá øllum, og hetta er
nakað ein saktans kann venja seg
við, tí soleiðis hevur tað verið nú í
mong ár, og har enntá hvørt árið er
betri enn tað undanfarna.
Tað eru í dag átta føroyskar bila
sølur. Bert tvær teirra standa einsa
mallar, meðan hinar seks eru saman
við einari aðrari bilasølu, og hava
somu høvuðseigarar. Sostatt er talan
um fimm høvuðseigarar av hesum
átta føroysku bilasølunum.
Waag & Co P/f og Berg Motors
Sp/f eru undir hvør sínum eigara,
meðan Reyni – Service P/f og Auto
Service P/f eru dóttirfeløg hjá sama
eigara, Wenzel P/f og Bilasølan P/f
hava sama høvuðseigara og Norðbil
Sp/f og Nordcar Sp/f hava sama
høvuðseigara.
Næstan 50 milljónir í avlopi
Í 2016 høvdu bilasølurnar tilsamans
meir enn 45 milljónir krónur í avlopi
áðrenn skatt. Úrslitini lógu úr einari
milljón krónur hjá tí lakastu upp
í heilar 12 milljónir krónur hjá tí
bilasøluni, ið forvann mest í 2016.
Í meðal høvdu tær átta føroysku
bilasølurnar 5,7 milljónir krónur í av
lopi í 2016 móti 4,2 milljónir krónur í
avlopi í 2015.
Samlaða úrslitið áðrenn skatt í
2016 var heili 34 prosent betri enn
árið frammanundan.
Í 2015 var eisini met, tá var úr
slitið heili 60 prosent betri enn í
2014. Soleiðis hevur verður støð
ug framgongd síðan 2009, tá bila
sølurnar høvdu eitt samlað hall uppá
13,6 milljónir krónur.
Hyggja vit eftir úrslitunum fyri
eitt longri tíðarskeið síggja vit, at
føroysku bilasølurnar hava havt
ein rættuliga drúgvan upptúr við
vaksandi avlopi seinastu sjey árini,
har avlopið er vorið betri ár undan ári.
METSTÓRUR VINNINGUR OG BESTA AVLOPIÐ NAKRANTÍÐ Í SØGUNI HJÁ FØROYSKU BILASØLUNUM ER ÚRSLITIÐ
NÚ ROKNSKAPARTØLINI FYRI 2016 FYRILIGGJA. VERÐUR AVLOPIÐ SETT Í MUN TIL SELDAR PERSÓNBILAR, SO
GEVUR HVØR SELDUR PERSÓNBILUR 23.000 KRÓNUR Í AVLOPI Á BOTNLINJUNA HJÁ BILASØLUNUM
BILASØLUR: Næstan 50 milljónir í avlopi:
Gull og góðir dagar hjá
føroysku bilasølunum
Waag & Co. er tann bilasølan, ið hevur havt nógv tey bestu úrslitini seinastu nógvu árini.
Framhald á síðu 16