Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 16 September 2017 1 Samlaða úrslitið áðrenn skatt hjá teimum føroysku bilasølunum – frá 2006 til 2016 -20.000 -10.000 - 10.000 20.000 30.000 40.000 50.000 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 Kelda: www.vnnvuvitan.biz Seldir persónbilar í Føroyum – frá 2006 til 2016 - 500 1.000 1.500 2.000 2.500 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 Kelda: www.vnnvuvitan.biz Fylgir konjukturinum Tað er ein sannroynd, at bilasøla og konjukturur fylgjast rættuliga tætt. Her tala tølini sítt egna mál. Í 2008 høvdu føroysku bila­ søl­urnar eitt hall uppá tilsamans 7 milljónir krónur áðrenn skatt, har fimm av átta bilasølum høvdu hall á roknskapinum. Í 2009 var støðan enn verri, har bert tann eina bilasølan megnaði at fáa eitt líkinda roknskaparúrslit, og samlaða hallið hjá bilasølunum hækkaði til 14 milljónir krónur. Síðan 2009, tá lágmarkið varð nátt, hevur gingið støðugt framá hjá bilasøluvinnuni, samstundis sum talið av seldum bilum eisini er hækkað á hvørjum ári. Og nú vit standa ovast á há­ konjukturinum er sjón fyri søgn, metúrslit yvir alla linjuna, og bestu úrslit nakrantíð hjá vinnuni. Góð úrslit í mun til seld akfør Í 2016 vóru tilsamans 1.971 per­són­ bilar seldir í Føroyum. Verður talið av seldum persónbilum sett í mun til samlaða avlopið hjá bilasølunum, sum er góðar 45 milljónir krónur, gevur hetta eitt avlop fyri hvønn seld­an persónbil uppá 23.000 krón­ur. Verða øll onnur seld akfør tald við, er talan um eitt meðalavlop fyri hvørt selt akfar uppá meir enn 18.000 krónur. Hetta er væl at siga eftir at allar útreiðslur í samband við søluna eru avgreiddar. Bilasølurnar hava eisini verkstað og eykalutir, sum sín høvuðsrakstur, so tað er sjálvsagt ikki so einfalt at seta upp, men hetta tal gevur eina ábending um, at tað loysir seg væl at selja bilar í Føroyum. Meðan vit bíða eftir næstu kreppu Gongin í føroyskari bilasølu talar sítt tíðuliga mál. Frá metárinum 2007 tá tað vóru seldir 1.818 persónbilar fall sølan við heili 62 prosentum eftir bert tveimum árum til 2009 tá tað bert vóru seldir 693 persónbilar. Nú eru vit aftur á toppinum, og sølan av persónbilum var enntá hægri í 2016 enn hon var í 2007. Í ár síggjast eisini tekin um, at bilasølan hevur nátt sítt topppunkt, tí fyrstu átta mánaðirnar av 2017 vóru selt átta prosent færri persónbilar enn sama tíðarskeið í 2016. So er bert spurningur um nær næsta kreppan byrjar. Eitt er víst, tølini yvir seldar persónbilar fara at vísa tað greitt, tá tann tíð er komin, um enn ikki tað verður eins greitt sum í 2008 og 2009. Waag í serflokki Bilasølan Waag & Co. skarar heilt framúr, tá talan er um rakstur, sølu og inntjening. Í heili nýggju ár á rað hevur tað eydnast Waag & Co. at havt tað besta fíggjarliga úrslitið mill­um allar tær átta bilasølurnar, og hesi bæði seinastu árini eisini tað allarbesta útslitið nakrantíð hjá einari føroyskari bilasølu, har úrslitið áðrenn skatt hjá Waag & Co. hevur verið 12-13 milljónir krónur bæði í 2015 og í 2016. Hesi seinastu tvey árini vísa, at nú eru allar bilasølurnar komnar við, tá talan er um at vinna pening, og er avlopið hjá teimum meira javnt millum 4 og 7 milljónir krónur. Tær báðar minstu bilasølurnar hava havt eitt avlop uppá góðar tríggjar milljónir krónur tilsamans hesi bæði seinastu árini. P/f Bilasølan, ið fekk nýggjar eigarar fyri tveimum árum síðani, er nú rættuliga komin við, og hevði í 2016 eitt avlop áðrenn skatt uppá 6,7 milljónir krónur, sum er tað triðbesta úrslitið millum føroysku bilasølurnar. Bruttovinningur hjá føroysku bilasølunum 2016 2015 2014 2013 Broyting Reyni - Service P/f 27.144 24.053 22.237 19.713 38% Waag & Co. P/f 22.267 23.316 18.370 15.552 43% Wenzel P/f 14.405 12.083 12.658 12.754 13% Auto Service P/f 18.811 16.233 14.133 12.810 47% Berg Motors Sp/f 19.007 13.876 12.320 11.085 71% Bilasølan P/f 14.811 10.528 6.790 6.461 129% Nordcar Sp/f 3.749 4.359 3.266 1.216 208% Norðbil Sp/f 5.162 5.685 1.919 4.515 14% Samlaður bruttovinningur 125.356 110.133 91.693 84.106 49% Bruttovinningurin hjá føroysku bilasølunum er hækkaður við 49 prosentum frá 2013 til 2016. Konjukturur og seldir persónbilar seta síni tíðuligu spor á inntjeningina hjá føroysku bilasølunum, sum í 2016 høvdu sítt besta ár nakrantíð Ongantíð áður hava so nógvir persónbilar verið seldir í Føroyum sum í 2016 Framhald av síðu 14