Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 September 2017 1 Terji Nielsen Hetta kom fram í fráboðan frá Skjel­ ungi til keypskálan í Reykjavík fyrr í mán­aðinum. Veilgeir M. Bald­urs­ son, fyrr­verandi forstjóri Skelj­ungs, segði seg herfyri úr starvi sum forstjóri eft­ir broytingar í organi­sa­ ti­ónini í fe­lag­num. Hendrik Egholm hevur verið stjóri hjá Magn í Føroyum í 10 ár, og fyri ta tíð var hann marknaðarleiðari hjá Smyril Line. Hendrik Egholm tekur við starv­ in­um sum forstjóri í Skeljungi 1. okt­ ob­er komandi. Terji Nielsen Elsa Maria er útbúgvin cand.mag. í donsk­um bókmentum, við hjánámi í ment­an og samskifti. Hon hevur diplom í leiðslu frá Robert Gordon Uni­versiteti, umframt at hon er peda­ gogikumvegleiðari og hevur tik­ið fleiri leiðsluskeið í Føroyum, Dan­ mark og Sveis.   Hon hevur starvast í Hoydølum síð­ani 2011 og starvaðist á Hand­ils­ skúl­anum, har hon var deildarleiðari á Kambsdali frá 1997 til 2002 og í Tórs­havn frá 2002 til 2005.   Elsa Maria hevur eisini undirvíst á Nordfyns Gymnasium og Tietgen Sko­len í Danmark frá 1991 til 1997. Men frá 2005 til 2012 royndi hon heilt aðrar leiðir, tí tá var hon stjóri á Rús­uni.   Elsa Maria Holm Olsen tók við starv­inum 1. september. Terji Nielsen – Vit hava gjørt eina avtalu við hann og eru sera spent upp á, at hann fer at byrja hjá okkum. Ætlanin er, at Súni Schwartz Jacobsen skal menna felagið á ymiskum økjum, sig­ur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.   Suni Schwartz Jacobsen segði seg brádliga úr starvið sum forstjóri í Betri-samtakinum í juli í ár.  – Hetta er ein starvssetan sum all­ar aðrar í felagnum, og tí hava vit ikki sent nakra kunning út um nýggja starvið, sigur Stein Olvur Pet­er­sen. – Vit vóna, at hetta kemur fe­lag­ num til góða, sigur hann.   J&K Petersen hevur staðið fyri fleiri av stóru byggiverkætlanunum í Føroyum seinastu árini. Úr rúgvuni kunnu nevnast brúgvin um Sandá á Argjum og útbyggingina á Kramba­ tanga á Tvøroyri og nýggja fót­bólts­ vøll­in í Hoyvík, sum eisini eitur J&K Ar­ena. Í løtuni arbeiðir J&K Petersen við at útbyggja høllina á Hálsi, gera park­er­ingsøkið hjá Vága Floghavn, nýtt trolvirki hjá Vónini í Fuglafirði og út­byggingina av Eystaru bryggju í Havn, umframt at teir eisini hava vunn­ið kappingina um at gera næsta stig í útbyggingini av Tórsvølli.  Í løtuni starvast um 150 fólk í J&K Pet­er­sen. Hendrik Egholm forstjóri í íslendskari stórfyritøku Elsa Maria Olsen nýggjur útbúgvingarstjóri Bankastjórin í nýtt starv STJÓRIN Á MAGN SEINASTU ÁRINI, HENDRIK EGHOLM, ER SETTUR SUM FORSTJÓRI Í MÓÐURFELAGNUM HJÁ MAGN, ÍSLENDSKA FELAGNUM SKELJUNGI ELSA MARIA HOLM OLSEN ER NÚ SETT Í STARV SUM ÚTBÚGVINGARSTJÓRI FYRI GYMNASIALT MIÐNÁM, SUM ER STØRSTA VIRKISØKIÐ Á GLASI SÚNI SCHWARTZ JACOBSEN BYRJAR FYRST Í OKTOBUR Í NÝGGJUM STARVI SUM VARASTJÓRI Í J&K PETERSEN Hendrik Egholm, er settur sum forstjóri í móðurfelagnum hjá Magn, íslendska felagnum Skeljungi Elsa Maria Holm Olsen er nú sett í starv sum útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, sum er størsta virkisøkið á Glasi Súni Schwartz Jacobsen byrjar fyrst í oktobur í nýggjum starvi sum varastjóri í J&K Petersen Nýggj fólk á arbeiðsplássinum? Hava tit søgur um nýggj starvsfólk á arbeiðsplássinum – ella onkur hevur fingið nýggjar avbjóðingar, latið okkum frætta. Sendið tekst og mynd til vinnan@sosialurin.fo