Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 September 2017 1 Vilmund Jacobsen Føroyska uppsjóvartilfeingið í 2017 er rættiliga stórt, harav føroyski part- ur in av norðhavssild í ár er 125.597 tons í mun til 56.087 tons í 2016. Hetta er ein vøkstur á 69.510 tons, sum svarar til 123 prosent. Áðrenn vit venda aftur til sildina, kunnu vit vísa á, at føroyska svart- kjafta kvotan í ár er á heili 476.901 tons, sum er ein øking í mun til 2016 á 72,9 prosent. Føroyska makrelkvotan er 128.655 tons í mun til 112.892 tons í 2016 – ella ein vøkstur á sløk 16.000 tons. Upp í hesa søguna hoyrir eis ini, at strandalondini, sum varða av nevndu upp sjóv ar kvotum, eru bara samd um býtið av makrelkvotuni, með an eingin semja er um sild og svart kjaft. Her hava londini, sum halda seg hava rætt til at fiska sild og svartkjaft, ásett sær sín ar egnar kvotur. Tað var í 2014, at Føroyar, Noreg og ES samdust um eina 5 ára avtalu um býtið av makrelkvotuni, har ES eigur 49,3 prosent, Noreg 22,5, Før- oy ar 12,6 prosent – og síðan av tal- aðu strandalondini at seta 15,6 pro- sent av til onnur lond, sum ikki eru við í strandalandaavtaluni. Heildarkvotan av makreli fyri 2017 er sett til 1.020.006 tons, og tað merkir, at Ísland, Grønland og Rusland, sum ikki eru við í stranda- landa av taluni, hava fingið tillutað 160.000 tons av makreli. Hesi lond- ini fiska tó munandi meira enn tað, tey hava fingið tillutað, og í fjør var saml aða makrelveiðan hjá hesum trim um londunum, sum ikki eru við í strandalandaavtaluni, oman fyri 300.000 tons. Í 2018 skulu strandalondini sam- ráð ast um eina nýggja makrelavtalu. Úr makreli í sild Tað hevur gingið væl at fiskað makrel í ár, og nú vit nærkast endanum av sept ember, er lítið eftir at fiska av før oysku makrelkvotuni. Væntandi er, at skipini verða liðug við makrelin um eina viku ella so. Makrelur og sild eru lutfalsliga dýr fiska sløg, og almenni hugburðurin er, at hesi fiskasløg skulu ikki landast til annað enn mannaføði. Tað er eingin fiski maður, ei heldur nakað reiðarí, sum ynskir hesi fiskasløg til annað enn fyrsta floks matvøru. Tað var eisini tann tíð, tá sildin var høgt í metum og varð rópt ”gylta silv- ur ið” í havinum. Nakað øðrvísi er við svart kjaft in- um, sum er eitt bíligari fiskaslag, og sum er væl egnaður til framleiðslu av eitt nú laksafóðuri. Men, eisini við svartkjaftinum hev ur vinnan gjøgnum fleiri ár roynt at fingið meira burtur úr, og í upp sjóv- ar flot anum er eingin ivi um, at eisini svart kjafturin eigur at gagnnýtast betri og prísmetast hægri. Nýggjasta royndin at gagnnýta svart kjaftin betri var eisini komin und ir land hjá Varðanum Pelagic á Tvør oyri, men hin 9. juni í ár gjørdi hervi ligur eldur feigdina um og oyði- legði stóran part av virkinum. Stórt trýst á virkini Higartil í ár er eingin sild fiskað av kvotuni á 125.597 tons, og nú makr- el kvotan skjótt er uppfiskað, fara skipini at leggja seg eftir norð havs- sild ini. Onkur skip hava verið úti og lei- tað eftir sild, men higartil hava tey einki fingið. Undanfarin ár hevur tað heldur ikki verið vanligt, at sildin tek- ur seg upp í føroyskum sjógvi, fyrr enn vit eru komin út í oktober. Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pela gic, sigur, at tað er ein stórur spurn ingur, hvussu tað fer at eydnast við sildini í heyst. Trupulleikin er ikki, at skipini ikki vænta at fáa sild, men nú virkið á Tvøroyri ikki er at taka ímóti, kann roknast við, at trýstið á tey bæði virkini, ið eftir eru, kann ger- ast rættiliga stórt. Varðin Pelagic Vandi er fyri stórum ruðuleika nú sildin skal fiskast – VIT KUNNU SJÁLVANDI VELJA AT TRÚGVA, AT ALT FER AT LAGA SEG HJÁ OKKUM – AT SILDIN VERÐUR LONGRI Í FØROYSKUM SJÓGVI Í HEYST, ENN HON PLAGAR, OG AT TAÐ FER AT BERA TIL AT SLEPPA AV VIÐ ALLA SILDINA Í GÓÐUM STANDI TIL MATNA Í FØROYUM. MEN, HER LIGGUR NÓGV Í TÍ ÓVISSA, OG TAÐ ER ÓGVULIGA SKJÓTT, AT VIT KUNNU RENNA OKKUM Í STÓRAR TRUPULLEIKAR SUM KUNNU FØRA TIL, AT STÓR SAMFELAGSVIRÐIR FARA FYRI SKEYTI, SIGUR BOGI JACOBSEN, STJÓRI Í VARÐANUM PELAGIC framhald á s. 22 – Skip lata vera við at fiska, tí tað lønar seg ikki, og tey sleppa ikki av við fiskin. Onnur liggja á feltinum og halda aftur við at kasta, meðan tey bíða eftir tørni at landa, sigur Bjarni Hammer, formaður í løgtingsins vinnunevnd Myndina eigur Jóannes S. Hansen – Bæði manningar, reiðarí og samfelagið alt fara at missa stór virðir, um ein partur av sildakvotuni endar sum fiskaføði heldur enn sum mannaføði, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic