Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 22 September 2017 1 – Vanligt er, at sildin í størstan mun verður fiskað í oktober og nov­ emb­er, og síðan fara skipini aftur á svartkjaft í desember. Men, sildin skal ikki bara fiskast. Hon skal eisini landast og virkast, og her kann veruliga koma at standa á, nú Før­ oy­ar hava eitt uppsjóvarvirki minni. Høvuðstrupulleikin kann gerast, sig­ur hann, at skipini koma at liggja og bíða so leingi eftir landingartørni, at dygdin á fiskinum verður vánalig. – Í øðrum lagi kann henda, at skip noyð­ast at bíða við at loysa ella bíða á felt­inum, tí útlit ikki eru til at sleppa av við lastina teir næstu dagarnar, sig­ur hann. Missa stór virðir Bogi Jacobsen, sum blaðungur sigldi sum skipari við Finni Fríða, men sum seinni gjørdist stjóri á Varð­an­um Pelagic, hevur altíð havt tann hug­ burð, at uppsjóvarfiskur skal landast so feskur sum gjørligt og skal í størst møgu­lig­an mun skal landast til matna. – Men, í dag, nú um­støð­urnar eru so serstakar við stórari sildakvotu, sum skal fisk­ast eftir tveimum mán­ að­um, samstundis sum Varðin Pela­ gic onga móttøku hevur, stúri eg fyri, at ein partur av silda­kvotuni kann enda í kvørn­ini hjá Havsbrún fyri ein nógv lægri prís, enn prísurin hevði verið á sildini sum mat­fiski. Stjórin og fyrrverandi skiparin vís­ir á, at bæði manningar, reiðarí og samfelagið alt fara at missa stór virð­ir, um ein partur av sildakvotuni end­ar sum fiskaføði heldur enn sum manna­føði. – Vit kunnu taka eitt ítøkiligt dømi um, hvussu gongdin kann fara at verða við sildini, nú mót­tøku­møgu­ leik­ar­nir eru skerdir. Jupiter kom aft­ ur av makreltúri við 750 tonsum hin 22. september. Teir noyddust at bíða eftir landingartørni, og hin 24. sept­ emb­er vóru teir lidnir at landa. Tá teir høvdu landað, fingu teir boð frá mót­ tøku­virkinum um, at teir máttu bíða í ein­ar 10 dagar, áðrenn teir kundu fara aftur til fiskiskap. Annars fór kuril at koma í við landingartørni. Hann vísir á, at tá skipið aftur kann loysa, er ikki vist, at teir raka við fisk aftur beinanvegin. – Tí veit heldur eingin, hvussu ting­ini fara at laga seg, og hvussu alt fer at passa við landingartørni, tá skip­ið aftur hevur fingið fisk. Bogi Jacobsen dugir at ímynda sær, at tað kann fara at gerast rætti­ liga trupult, nú øll sildakvotan skal fiskast eftir so stuttari tíð við skerd­ um móttøkumøguleikum. – Tað fer at taka nógvar dagar at fiska sildakvotuna, um fleiri skip skulu bíða eftir landingartørni og síðan skulu bíða, áðrenn tey loysa aftur – fyri at passa inni í landingarskipanina hjá mót­tøku­virk­ in­um, sigur hann. Millum pest og kolera Sum skilst, kann tíðin, sum stundar til, skjótt gerast eitt val millum pest og kolera hjá teimum, sum sigla við og eiga nótaskipini. Alternativið til at landa í Føroyum, er at landa sildina uttanlands, men verð­ur hon landað uttanlands, liggur bæði eitt avreiðingargjald á, sum er tvær krónur fyri kilo, umframt at skip­ini missa fiskitíð, tí tað verður langt at sigla av feltinum og aftur á feltið. Tað er heldur eingin vissa fyri, at neyðugt ikki verður at bíðað efti­r landingartørni uttanlands eisini, og tað fer so aftur at ganga út yvir dygd­ina á sildini. – Vit kunnu sjálvandi velja at trúgva, at alt fer at laga seg hjá okk­ um – at sildin verður longri í før­oysk­ um sjógvi í heyst, enn hon plagar, og at tað fer at bera til at landa alla sild­ ina í góðum standi til matna í Før­oy­ um. Men, her liggur nógv í tí óvissa, og tað er ógvuliga skjótt, at vit kunnu renna okkum í stórar trupulleikar, sig­ur Bogi Jacobsen. Flyta part av kvotu Nú útlitini til at fáa mest møguligt burt­ur úr sildakvotuni í heyst – til mann­ingar, reiðarí og samfelag – eru rætti­liga ivingarsom, hevur Varðin í Gøtu vent sær til Fiskimálaráðið um møguleikan at flyta partar av silda­ kvot­uni til 2018, tá Varðin Pelagic á Tvør­oyri aftur kann taka ímóti. Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá Varðanum í Gøtu, sigur, at fe­lag­ið eisini hevur verið á fundi við Fiski­ málaráðið um spurningin um møgu­ leik­an at flyta sildakvotu til 2018, men haðani hevur reiðaríið einki greitt svar fingið – annað enn, at tey arb­eiða við málinum. – Vit kunnu vænta, at sildavertíðin byrj­ar fyrsta dagin, og hóast vit hava bíð­að eftir svari úr Fiskimálaráðnum í umleið hálvan annan mánaða, fyri­ ligg­ur einki greitt haðani. Skrivstovuleiðarin vísir á, at bæði í Noregi og Íslandi er vanligt, at ein part­ur av uppsjóvarkvotunum verður flutt­ur yvir um ársskiftið. – At flyta kvotu, kostar ikki Fiski­ mála­ráðnum nakað, og hetta merkir held­ur ikki, at meira verður fiskað, tí kvotunøgdin verður hin sama – ant­ in fiskurin verður veiddur í hesum ár­ in­um ella næsta ár, sigur hann. At taka atlit Tórheðin Jensen sigur, at tað hevði verið munandi lættari at lagt fiski­ skap­in í heyst til rættis, um partur av kvot­uni hevði verið fluttur. – Vit høvdu vónað, at Fiski­mála­ ráð­ið tók atlit til støðuna, sum kom í, tá vit mistu Varðan Pelagic á Tvøroyri og harvið mistu ein so stóran part av okk­ara móttøkukapasiteti. Hann vísir á, at tað eisini hevði kom­ið arbeiðsfólkinum í Suðuroy til góðar, tá virkið á Tvøroyri kemur í gongd aftur, um ein partur av silda­ kvot­uni – eginkvotunum – hevði ver­ið goymdur til 2018. – Tað er trupult at planleggja, tá landsstýrismaðurin í fiski­vinnu­mál­ um ikki vil koma út úr buskinum, sig­ur Tórheðin Jensen. Hann sigur, at tað er partur av eg­in­kvotunum, sum Varðin í Gøtu ynskir at fáa møguleikan at flyta. – Úr Fiskimálaráðnum hava vit fing­ið greitt at vita, at upp­boðs­sølu­ kvot­urnar skulu fiskast í ár, og loyvi verð­ur ikki givið at flyta tær yvir um árs­skiftið, men í hesum førinum er tað eginkvoturnar, sum vit hugsa um, sigur skrivstovuleiðarin. Eins og Bogi Jacobsen vísir Tór­ heð­in Jensen á, at verður sildin longri í før­oyskum sjógvi í heyst, enn hon plag­ar, kann verða, at sildin fæst til høld­ar á líkinda hátt. – Um vit høvdu Varðan Pelagic, hevði eingin trupulleiki verið at tik­ið ímóti allari sildini, men so­leið­is er tað bara ikki, nú vertíðin stund­ar til. Eg haldi tí­skil, at nógv tann einfaldasta og skila­besta loys­in hjá lands­stýr­is­ mann­inum í fiski­vinnu­málum hevði ver­ið at loyvt reiðarí­um at flutt part av eg­in­kvotunum til næsta ár, leggur hann aftrat. Minkandi sildakvota Alt bendir á, at stóra heildarkvotan av norð­havssild í ár verður munandi minni næsta ár, og tí verður hugsandi eis­ini munandi minni í okkara part tá. – Longu áðrenn sildafiskiskapurin byrj­ar, hava eisini norðmenn ætlanir um at goyma part av sínari kvotu til næsta ár, tá eisini kvotan hjá teimum vænt­andi verður nógv minni. Tórheðin Jensen vísir á, at eitt ann­að sjónarmið, sum eisini eigur at vera tikið við, er, at nógva sildin, sum vænt­andi verður fiskað í heyst, fer at trýsta marknaðin rættiliga hart. – Tískil hevði tað eisini verið ein markn­að­arfyrimunur, um partur av silda­kvotuni varð goymdur til næsta ár. Eitt er, at landsstýrið arbeiðir við ein­ari fiskivinnunýskipan, men tað eig­ur at bera til – og tað ber til, um lands­stýr­ismaðurin vísir vilja til tess - at gera eina serliga skipan fyri sildina í ár, nú støðan er, sum hon er, sigur skriv­stovuleiðarin. Má loyva flyting Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur í stuttari við­ merking við Sosialin, at Fiski­mála­ ráð­ið skjótt fer at koma við einum svari upp á ynskini hjá nótaflotanum um at flyta sildakvotu. – Men, áðrenn eg havi eitt greitt og endaligt svar, kann eg ikki siga nakað ítøkiligt um málið. Vit hyggja sjálv­sagt eftir, hvat al­tjóða avtalur siga, og vit mugu syrgja fyri, at øll verða viðfarin eins. Men, vit fara at koma við einari frá­boð­an, soleiðis at øll vinnan veit, hvat hon hevur at fyrihalda seg til, sigur lands­stýr­is­ mað­urin í fiski­vinnu­málum, Høgni Hoy­dal. Mikudagin sendi Bjarni Hammer, for­mað­ur í vinnunevnd løgtingsins, út eina viðmerking um júst hesi við­ ur­skifti. Her vísir hann á móttøkuorkuna á landi, sum nú er avmarkað við tað, at Var­ð­in Pelagic brann. – Bíðitíðin eftir at sleppa framat at landa er sum skilst upp til eina viku. Tað fara stór virði fyri skeytið av hesum. Dygdin á fiskinum verður nógv verri, enn hon átti at verið, og nógv minni partur verður landaður til matna. Í sínari viðmerking vísir vinnu­ nevnd­ar­for­maðurin á, at skip lata vera við at fiska, tí tað lønar seg ikki, og tey sleppa ikki av við fiskin. Onn­ ur skip liggja á feltinum og halda aft­ ur við at kasta, meðan tey bíða eftir tørni at landa. Bjarni Hammer vísir á, at loyvini, sum eru útskrivað fyri 2017, geva ikki loyvi at flyta kvotu yvirum ár. Grund­ gev­ingin er, at øll loyvir ganga út hin 31. desember 2017. – Tí vilja reiðarí, manningar, arb­ eiðs­fólk á landi og samfelagið alt missa stór virði. Formaðurin í vinnunevndini held­ ur, at skulu virðini ikki áhaldandi fara fyri skeytið, má landsstýrismaðurin loyva at flyta fittan part av kvotunum yv­ir­um til næsta ár. framhald av s. 20 – Nógva sildin, sum væntandi verður fiskað í heyst, fer at trýsta marknaðin rættiliga hart. Tískil hevði tað eisini verið ein marknaðarfyrimunur, um partur av sildakvotuni varð goymdur til næsta ár, sigur Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá Varðanum í Gøtu Føroyska kvotan av norðhavssild í ár er 125.597 tons í mun til 56.087 tons í 2016. Alt hetta skal fiskast, landast og virkast í tveir mánaðir. Vanliga verður norðhavssildin fiskað í oktober og november