hósdagur 28. september 2017síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
24
September 2017
1
Terji Nielsen
Fyri at styrkja málsøkini arbeiðseftirlit
og brunaeftirlit vóru Arbeiðseftirlitið
og Brunaeftirlitið løgd saman í ein
stovn á nýggjárinum, og nú er Leivur
Persson settur í starv sum stjóri á
stovninum, har hann eisini virkaði
sum fyribils stjóri frammanundan.
36 ára gamli Leivur Persson er
útbúgvin løgfrøðingur, og hann
hevur áður starvast sum løgfrøðing
ur hjá Sjóvinnustýrinum, og síðani
2013 hevur hann arbeitt á Arbeiðs
eftirlitinum, har hann í fyrstu atløgu
kom í starv sum deildarleiðari.
Høvuðsuppgávan hjá Arbeiðs-
og brunaeftirlitinum er støðugt at
betra um arbeiðsumhvørvið, eisini
tað sálarliga, á øllum føroyskum arb
eiðsplássum, umframt at virka fyri
brunatrygd.
Terji Nielsen
Fyrrverandi sølu- og marknað
arstjórin hjá Vodafone, Suni Justin
ussen, er settur í starv sum nýggjuhr
stjóri hjá JT Electric.
Umframt at vera útbúgvin mask
inmeistari hevur Suni útbúgvingar
innan banka- og íløguvirksemi. Har
afturat hevur hann royndir innan
leiðslu og nevndararbeiði.
– Vit meta, at Suni er rætti pro
filurin, sum JT electric hevur tørv á,
sigur Árni Rasmussen, nevndarfor
maður í JT electric. Umframt sína
teknisku bakgrund, hevur hann
eisini leiðsluroyndir og viðkomandi
útbúgvingar til starvið.
Suni tekur yvir sum stjóri tann
1. oktober eftir Róa Kalsø, ið hevur
verið stjóri síðan 2013, men nú
hevur valt at taka við nýggjum
avbjóðingum í øðrum starvi.
JT electric hevur 35 fólk í starvi og
er veitari av framkomnari el-tøkni til
alivinnuna í Føroyum og uttanlands.
Terji Nielsen
Hetta er ein partur av eini umskipan í
samtaksleiðsluni í BankNordik, sum
skal styrkja og tryggja eina betri
skipan av virkisøkjunum í Bank
Nordik-samtakinum, boðar bankin
frá.
Turið F. Arge heldur fram í sam
taksleiðsluni, sum hon hevur sitið í
síðani 1. oktobur 2015, men tað ger
Henrik Jensen ikki. Hann heldur tó
kortini fram í starvinum sum íløgu
stjóri.
Per Sjørup Christiansen, sum
bleiv settur sum sølustjóri í bank
anum í juli í ár, tekur við sum privat
kundastjóri og fer frameftir at hava
ábyrgd av privatkundavirksemin
um og Private Banking. Hann gerst
samstundis nýggjur í samtaksleiðsl
uni.
Samtaksleiðslan verður tí fram
eftir myndað av Árna Ellefsen, for
stjóra, Per Sjørup Christiansen,
privatkundastjóra, Turið F. Arge,
rakstrarstjóra og Rune Nørregaard,
fíggjar- og kredittstjóra.
Janus Thomsen, stjóri í Trygd,
tekur við sum stjóri í lívstryggingar
felagnum NordikLív, og hann verður
sostatt bæði stjóri í Trygd og Nordik
Lív.
Leivur Persson stjóri
í Arbeiðs- og
Brunaeftirlitinum
Suni skal stjórna JT Electric
Turið fingið nýggj álitisstørv
FYRR Í HESUM MÁNAÐINUM SETTI SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ LEIV
PERSSON Í STARV SUM STJÓRA FYRI ARBEIÐS- OG BRUNAEFTIRLITIÐ
MÁNADAGIN TEKUR LEIRVÍKINGURIN SUNI JUSTINUSSEN VIÐ
SUM NÝGGJUR STJÓRI HJÁ JT ELECTRIC Á KAMBSDALI
TURIÐ F. ARGE ER NÚ NEVNDARFORKVINNA Í ØLLUM
TRIMUM DÓTTURFELØGUNUM HJÁ BANKNORDIK:
TRYGD, NORDIKLÍV OG SKYN. HON SKIFTIR EISINI
HEITIÐ TIL RAKSTRARSTJÓRI Í SAMTAKINUM
Leivur Persson stjóri í Arbeiðs- og
Brunaeftirlitinum
Suni Justinussen, stjóri hjá JT
Electric
Turið F. Arge er nú nevndar
forkvinna í øllum trimum
dótturfeløgunum hjá BankNordik
Nýggj fólk á arbeiðsplássinum?
Hava tit søgur um nýggj starvsfólk á arbeiðsplássinum –
ella onkur hevur fingið nýggjar avbjóðingar, latið okkum
frætta. Sendið tekst og mynd til vinnan@sosialurin.fo