Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Stendur tað til NSÍ, so verður eingin FM fagnaður annan sunnudag fyri Víkingi, sum nú eigur máltindin, ið Adeshina Lawal hevur tikið seg ovast uppá 07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN Fínur innsatsur sum tíverri ikki røkkur til stig í dag. Nú er tað ikki í okkara hondum meir, og vónin er at toftamenn halda áfram at hava gummibein. NSÍ – JAN B. ANTHONIUSSEN Hóast tað er eitt sindur seint nú, so er tað gott at vit eru byrjaðir at vinna dystir aftur! Hvør veit? Kanska vit bara runda av við at gera eitt sindur fortreð við Víking komandi dyst. Góðir! TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO Viljin at vinna lýsir av monnum. Og tað gav aftur úrslit hesaferð. Betri næstu ferð, Salmundur! SUĐRINGAR! ÍF – SÆBJØRN LEITI Góður fyrri hálvleikur, men so skiftu føroyameistararnir gear og vunnu 5-1 Koyr á ÍF EB/STREYMUR – RÓGVI DAM Nú er ári hjá okkum bjarga. Tillukku við enn einum ári í Effodeildini. Eitt super comeback, at vera aftanfyri við tveimum og vinna 3-2.Vegna arbeiði sá eg ikki dystin. Saman standa vit sterk. B36 – LISSI MOURITSEN Hvar er tað stuttligt, hvar er tað gott, B36 spælir so flott flott flott!!! Flott dreingir - UEFA Europa League 2018/19! Jóannes Hansen Tá ið fyrri hálvleikur var lokin í gjár, vóru støðurnar kring landið soleiðis, at Vík­ingur lá til at vinna FM longu ígjár. Víkingur vann stórsigur í Fuglafirði, men B36 sigurin á Skála ber við sær, at meistaraspurningurin verður ikki svaraður fyrrenn í fyrsta lagi annan sunnudag. Tá verður grannauppgerð við Løkin í Runavík. NSÍ fær vitjan av Víkingi. Sambært NSÍ liðformannin Klæmint A. Olsen, so fara hann og liðfelagarnir at leggja nógv fyri í royndini at vinna á Víkingi. -Tað liggur ikki til okkum at geva nakað frá okkum og als ikki á heimavølli ímóti Víkingi. Vit fara at gera okkara ítarsta fyri at enda kapp­ingarárið so væl, sum tað ber til, sigur NSÍ lið­for­ maðurin. Eftir at NSÍ í gjár vann undir­haldandi uppgerð í Sørvági 3-2, er tað fram­vegis møguleiki fyri, at bronsu­ krón­urnar kunnu enda í Runa­vík. Fyrsta treytin er, at NSÍ vinnur stig á heimavølli ímóti Víkingi,. So fæst at síggja, hvussu tað fer at laga seg hjá KÍ á útivølli ímóti B36, og hvat so skal til hjá NSÍ í síðsta umfari í Klaksvík. -Vit vístu góðan hugburð í Sørvági. Í fyrra hálvleiki høvdu vit fríska lotið ímóti, og tá høvdu vit betri tak á bóltinum. Vandamikli Søren B. Nielsen legði heima­ liðið framum átta minutt­ir undan steðginum, men vit svaraðu aftur, tá ið Jan Ó. Ellingsgaard skoraði eft­ir horna, og síðani Pet­ur Knud­ sen úr stuttari fjar­støðu. So vit vóru framman­fyri 2-1 í steðginum. Pól Jóhan­nus Justinussen økti til 3-1 við fínum skoti. Tá kendu vit okkum hava tak á tí, men eftir at Ken Fagerberg varð skift­ur inn, vendi hann gongd­ini. Søren B. Nielsen mink­aði um munin við brots­sparki, og um teir vóru hepnir, so kundu teir havt javn­að, heldur Klæmint A. Olsen. Øll árini síðani 2013 hevur Klæmint A. Olsen verið ovast á máltindinum. Tað er hann ikki undan tveimum teimum síðstu umførunum. Nógvu tey seinastu umførini hevur Adeshina Lawal hjá Víkingi skorað mest sum hvørja ferð. Nú er hann ovast á mál­tind­ inum við seytjan málum. Patrik Johannesen hjá B36 hevur leingi verið sera máls­økin. Nú er hann undir liðini á Klæmint A. Olsen. Teir hava skorað sekstan mál. Jákup fegnast um uppreisnina Í B36 leguni vóru teir ovur­ fegn­ir um, at máltalvan vísti 2-3, tá ið síðsta bríkslið var á Skála. Eftir at Patrik Johanne­sen beinanvegin legði B36 framum, svaraði Skála aftur. Brian Jacobsen javnaði undan steðginum, og Michal Przybulski legði lítið korter eftir steðgin Skála fram­um. So gekk tað soleiðis, sum tað ofta fyrr í ár hevur gjørt hjá Skála fram ímóti dystarenda. Innskifti Jógvan Skeel Nolsøe, sum hevur verið nógv skaða­darv­aður, javnaði við stútara beinan­ vegin, eftir at hann var komin á vøllin, og Patrik Johannesen skoraði sigurs­ málið. -Hetta var uppreisn eftir snópisliga tapið í Sørvági fyri viku síðani. Spælararnir reistu seg, og talan var um flott liðavrik. Nú hava vit tryggjað okkum pláss í Europa næsta summar, og nú ræður um at vinna í Gundadali ímóti KÍ og har­við at tryggja okkum næst­fremsta plássið og silvur­krónurnar, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. At 07 Vestur tapti ímóti NSÍ ber við sær, at Skála nú eigur trygd fyri plássinum í bestu deildini næsta summ­ ar. KÍ skrivar litfátæka søgu Tað endaði málleyst, tá ið KÍ var gestur við Stórá. Harvið tryggjaðu Suðringar sær pláss­ið í bestu deildini. KÍ misti FM møguleikan: -Tað hevur stóran týdning fyri felagið og spælararnar, at vit hava nú hava vissu fyri europeiskari luttøku næsta summar. Vit fegnast um, at tað aftur eydnaðist at halda tætt í verjuni, men vit iðra okkum um, at vit ikki fingu nyttu úr málmøguleikunum, sum vit spældu okkum til. Nú snýr tað seg um at vinna silvurkrónurnar. Lykla­dyst­ ur­in í tí sambandi verður í Gunda­dali ímóti B36, og tað síggja vit í spenningi fram til, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen. Ímóti Suðringum settu klaks­víkingar lítið hugaligt met. Hetta var triði dysturin á rað, at KÍ var partur av málleysum javnleiki. Tað hava klaksvíkingar ongantíð áður roynt. Bara einaferð áður er tað komið fyri, at KÍ tvær ferðir á rað hevur spælt málleysan javnleik. Tað var fyri 29 árum síðani. Í 1988 endaði tað í áttanda umfari málleyst, tá ið TB var í Klaksvík, og í níggjunda um­fari endaði tað málleyst, tá ið KÍ var á útivølli ímóti NSÍ. Venjarin hjá Suðringum er fegin um, at tað eydnaðist at vinna stig ímóti einum av teimum stóru, og at tað nú er greitt, at bæði tey fremstu liðini hjá Suðringum varð­ veita plássini í bestu og næstbestu deildini: -Spælararnir eiga herða­ klapp fyri, at teir ímóti KÍ løgdu nógv fyri og tryggjaðu okk­um ímóti niðurflyting. Eftir at hava vunnið ímóti meistar­unum á útivølli, høvdu vit stóran møguleika at vinna øll stigini ímóti KÍ, men tíverri sendi Salmundur Bech í seinna hálvleiki við brots­sparki bóltin væl oman­ fyri málið, sigur Mau­rice Ross. -Arikini ímóti Víkingi og KÍ vísa, at um tú heldur teg til skipanina og rennur teir metrarnar, sum skulu til, so hevur tú møguleika ímóti øllum. Vit eiga ein dyst ímóti 07 Vestur á útivølli og í síðsta umfari Skála á heimavølli. Vit hava vunnið 29 stig, og vit halda okkum hava møgu­ leika at vinna uppaftur fleiri, sigur venjarin hjá Suðr­ing­ um. Tað lætnaði hjá Heðini Tað vóru nógvir fótonglar á vegnum hjá Heðini Askham og hansara monnum, men tá ið íslendski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti talvan 2-3. EB/Streymur fór úr Gundadali við øllum, og harvið er tað greitt, at teir í Sundalagnum eisini í 2018 vera partur av bestu deildini. Í HB kendu teir seg sum NSÍ ÆTLAR AT ÚTSETA FM FAGNAÐIN HJÁ VÍKINGI