Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - VIT MISSA HØVDIÐ ÍF-venjarin, Albert Ellefsen, var nøgdur við fyrra hálvleik, men helt at serliga tað eina málið kom at kosta. - Tað var ein góður fyrri hálvleikur. Vit vóru væl við, og vit høvdu gott spæl. Vit høvdu eina trúgv upp á tað tá ið vit fóru út aftur, men 3-1-málið kostar okkum, og vit missa totalt høvdið aftaná tað, segði Albert eftir dystin. ÍF gjørdi alt fyri at leggja fíggindunum úr Víkingi meinbogar á vegin í marsjinum ímóti FM-gullinum, men hóast ein góðan fyrra hálvleik hjá fuglfirðingum, so setti Víkingur alt so ruddiliga upp á pláss og hevur nú aðru hondina á FM-steypinum Pætur Albinus Tað var toppur ímóti botni í Fuglafirði sunnudagin, har botnliðið ÍF, sum longu er flutt niður, fekk vitjan av Víkingi, sum er ógvuliga tætt við at endurvinna meist­ara­heitið. Hetta var ein heldur øðrvísi gran­ na­upp­gerð, men tað var einki at taka seg aftur í, at fuglfirðingar ógvuliga fegn­ ir vildu spenna bein fyri Vík­ingi í teirra stríði at vin­ na FM-gullið. Tað var ríkiligt av undir­ haldi fyrstu løtuna av dysti­ num. Adeshina Lawal legði gestirnar á odda 1-0 longu í fimta minutti, men tað gjørd­ist skjótt greitt, at tað var fitt av broddi í ÍF- álopun­um hendan dagin, og at heimamenninir als ikki skuldu avskrivast. Eitt væl spælt álop umvegis ein væl upp­lagdan Dánjal á Lakjuni í høgra borði endaði við, at Niels Pauli B. Danielsen javn­ aði til 1-1. Hesa løtuna vóru einans átta minuttir spældir, og dysturin var longu av álvara latin upp. ÍF var væl við og skap­ti vandastøður, men tað var skjótari og kyniskari, tá ið Víkingur fór frameftir. Tá ið 20 minuttir vóru spældir legði Víkingur seg aft­ur á odda 2-1, hesaferð við einari umstilling og einum ÍF-sjálvmáli. - Eg haldi vit høvdu ov stóran skund at fáa lagt ta røttu avleveringina í fyrra hálv­leiki. Teir hastaðu okk­um eisini, og tað vóru ov nógv­ar sendingar, ið fóru til ong­an. Nakrar ferðir kundu vit tikið eina nerting meira og skapt okkurt meira, sigur Sølvi, sum tó heldur, at teir vóru við yvirlutan í fyrra hálvleiki og eitt nú fingu eitt koll­dømt mál umframt eitt brots­spark, ið teir hildu seg eiga. Umstillingar Seinni hálvleikur var nak­að rótutur. Víkingur vágaði ikki tað stóra, og tað var púra greitt, at Víkingur hug­savn­ aði at hava ríkiligt av monn­ um aftanfyri bóltin. So skjótt sum Víkingur misti bóltin, so vóru renningar gjørdar aftur í vøllin, har Víkingur longu frammanundan var væl mannað. Hetta var eisini við til at taka broddin av ÍF frameftir vølli­num, og tað var einans í fáum støðum, at ÍF fekk sent okkurt hendinga innlegg inn­fyri málið. Víkingur hevði ikki tann stóra áhugan í at hava bóltin. ÍF slapp at hava hann og at byrja álopini, men Víkingur vann seg snildisliga upp ímill­um, og sum fráleið og ÍF-orkan var um at ganga undan, gjørdist uppskriftin hjá Víkingi gjørdist meiri og meiri týðilig. Víkingur vísti sum so mang­an áður í ár gott tol og trú­festi ímóti sínum taktikki, nevni­liga umstillingunum, og 20 minuttir fyri leiklok bragd­aði. Tað var Sølvi Vatn­ hamar, sum við góðum inn­ leggi fann Adeshina Lawal, ið gjørdi tað til 3-1. Eftir hetta var í grund­ini leyst og liðugt, og løtu­na, sum var eftir av dysti­num, skræd­naði. Sølvi Vatn­ham­ar gjørdi tað til 4-1, og so slapp Hans Pauli Samuelsen eisini upp í part og gjørdi tað til endaligu støðuna, 5-1 til Víking. Avgjørt Dystargongdin var púra sum v æ n t a ð . V í k i n g u r hevði neyðu­ga tolið og neyðu­gu kyn­ is­muna, ið skal til at vinna dystir, meðan ÍF fór púrasta niður við høvdinum. Tað var 3-1-málið, sum tók alla trúnnað frá teimum, men tað var helst eisini ork­an, sum byrjaði at ganga und­an. Eg veit ikki hvussu venj­ ingar­støðan hjá teimum er, men munurin bleiv stórur sum dysturin fráleið. - - Eg haldi teir byrjaðu væl. Teir sótu tætt í okkum og vóru góð­ir í nærdystunum, men vit fingu bara meira og meira pláss. Eg veit ikki um tað var møði, men tað doyði so hjá teim­um, sigur Sølvi Vatn­ hamar, sum við­gong­ur, at ÍF sjokkeraði teir eitt sindur fyrstu løtuna, men at tað bara ráddi um hjá Víkingi um aftur at fáa fót­að sær. Víkingur hevur eina hond á steypinum, nú einans tveir dystir eru eftir at spæla. Eitt stig afturat er nóg mikið, og t a ð kunnu teir vinna sær annaðhvørt í Runavík ímóti NSÍ næstuferð ella á heima­ vølli ímóti EB/Streymi síðsta dyst­in. albinus@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Nú svitast ikki: VÍKINGUR Í EYÐKENDUM STÍLI ÍMÓTI FM