mánadagur 2. oktober 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
André Olsen
Tá HB kvinnurnar sunnu
dagin vunnu óvæntaðan og
sannførandi 4-0 sigur móti KÍ
í Klaksvík, var tað fyrstu ferð
at Allan Dybczak, ið annars
hevur verið venjari í bestu
kvinnudeildini í nógv ár,
megnaði at vinna í Klaksvík
móti KÍ kvinnunum.
Í farnu viku var Allan
Dybczak saman við fleiri
øðrum føroyskum venjarum
í Svøríki á ráðstevnu. Ein
av teimum var EB/Streym/
Skála venjarin, Erik E. Niel
sen.
Allan
Dybczak,
HB
venjari, greiðir frá, at ein
útsøgn hjá Erik E. Nielsen,
var við til at motivera hann
undan uppgerðini móti KÍ
sunnudagin.
-Á ráðstevnuni sum vit
vóru á í Svøríki, reypaði
Erik E. Nielsen fyri mær
um, at hann var tann einasti
venjarin í kvinnudeildini í ár,
sum hevði megna at vunnið
ein dyst móti KÍ í Klaksvík.
Tá segði eg við hann, at tað
fór hann ikki at vera leingi
afturat, tí vit fóru at vinna
í Klaksvík sunnudagin. Teir
flestu av hinum venjarunum
flentu eftir útsøgnini, tí tað
væntaðu teir ikki fór at lata
seg gera, men tað helt, sigur
Allan Dybczak.
Genturnar vóru
fyrimyndarligar
Allan Dybczak er serstakliga
væl nøgdur við avrikið hjá
sínum kvinnum í Klaksvík
sunnudagin, har hann nær
um kundi sita heilt róligur
á síðulinjuni og hyggja at, tí
at leikararnir hjá honum ar
beiddu so fyrimyndarliga.
-Eg havi ongantíð uppliva
eina slíka kenslu sum undir
dystinum
sunnudagin,
tí
eg haldi tað var bara eini
tvær ferðir at eg noyddist
at reisa meg upp við høgum
pulsi á bonkinum undir
dystinum. Eg hevði eina
eitt sindur keðiliga kenslu
undan dystinum, tí vit vóru
eitt sindur skerdar. Men
frá byrjan av stemplaðu
vit inn í dystin. Genturnar
vóru fyrimyndarligar. Tær
komu
rætt
í
duellirnar,
tóku neyðugu renningarnar
heim
aftur
tá
tað
var
neyðugt, og spældu framúr.
Í veruleikanum skuldu vit
eisini havt vunnið meira, tí
har vóru onkrir møguleikar
afturat, sigur Allan Dybczak.
Bert ein yvir 20
ár á HB liðnum
Merkisvert við liðnum hjá
HB sunnudagin var, at bert
ein leikari var yvir 20 ár, og
at fýra av leikarunum frá
byrjunaruppstillingini ikki
vóru tøkar til dystin móti KÍ.
-Heili fýra av eldru leikar
unum úr okkara byrjunar
uppstilling vóru ikki tøkar
í dystinum móti KÍ. Tí var
Simona Heinesen einasti
leikarin á liðnum hjá okkum
sum var yvir 20 ár, meðan
restina av liðnum vóru gent
ir frá 16-20 ár, sigur Allan
Dybczak.
Heidi Sevdal
verður munurin
Í seinasta dystinum í kvinnu
deildini er tað sermerkt, at
júst tey bæði liðini, ið liggja
nummar eitt og tvey, og
sum kappast um FM-heitið
– EB/Streymur/Skála og KÍ –
hittast í seinasta umfarinum.
Allan Dybczak kennir nógv
til bæði liðini, og hann hellir
meira til at FM-heitið í ár fer
til felagsliðið, EB/Streym/
Skála, heldur enn KÍ. Serliga
er tað ein leikari, sum er
orsøkin.
-Avgerandi FM-dysturin
leygardagin verður ógvuliga
spennandi. Eg vænti at KÍ
hevur tað fínt við at tær
noyðast at vinna dystin,
meðan tað er umráðandi
hjá EB/Streymi/Skála ikki at
spæla ov nógv uppá at tað er
nokk hjá teimum við javn
leiki. Tær mugu fara eftir
sigrinum. Eg trúgvi eisini at
EB/Streymur/Skála fer at
vinna dystin. Serliga orsøkin
til at eg vænti tað, er tí at tær
hava Heidi Sevdal á sínum
liði. Hon er x-factor leikarin
í føroyskum fótbólti og í
mínum eygum klárt besti
leikarin
í
kvinnudeildini,
sigur Allan Dybczak.
Tað er ikki tað sama at fylgja við føroyskum
ítrótti og ítróttarfólki í dag, sum fyri fáum
árum síðani. Eitt er at redaktiónirnar
minka, men størsti munurin er, at talið av
landsdystum og útisetum veksur í hvørjum.
Tað er hetta vikuskiftið eitt próvg um.
A-landsliðið hjá kvinnum hevur spælt
sínar fyrstu EM-undankappingardystir.
Talan bleiv sum væntað um greið tap, men
liðið gjørdi sær ikki fyri skommum, hóast
tær fingu eina ordans farvæl-uppsang frá
fráfarandi landsliðsvenjaranum, ið helt fyri
at føroyski hondbóltsspælarin skal verða
betri fyri. Tær spældu móti Serbia á útivølli
og Svøríki á heimavølli.
U17 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti eru ti
EM-undankapping í Finnlandi, har liðið er
í bólki við Russlandi, Íslandi og Finnlandi.
Áhugin fyri U17 landsliðsfótbólti er vaksin
nógv seinastu tíðina, eftir at liðið var til EM-
endaspælið í apríl. Liðið hevur eisini higartil
tapt sínar báðar dystir móti Russlandi og
íslandi.
Síðani eru tað útisetarnir, sum eru nógvir í
tali. Í hondbóltinum vann Helgi Hildarson
Hoydal á Fríða Weyhe. Vit hava nú javnan
dystir í næstbestu deildini í Danmark, har
føroyskir spælarar spæla móti hvørjum
øðrum. Tað er eitt stórt framstig. Eisini
hjá kvinnum er talan um fleiri føroyskar
landsliðsspælarar, sum til dagligt royna seg í
donskum hondbólti.
Tað legst eisini afturat við útisetum í
fótbólti. Bara hesa vikuna hava vit Kaj Leo
í Bartalsstovu, sum hevur bjargað ÍBV lívið
í bestu deildini. Slíkt var stórtíðindi fyrr,
men nú er tað bara ein av fleiri søgum hjá
føroyskum útisetum.
Eg haldi ikki, at vit skulu lata so illa at. Tað er
framgongd á fleiri frontum í løtuni!
trondur@sosialurin.fo
Broyttar tíðir
á ítróttar
redaktiónunum
KÍ kvinnurnar mistu sunnudagin oddasessin í bestu
kvinnudeildini, tá tær óvæntað taptu 4-0 á heimavølli móti
HB. Allan Dybczak, venjari hjá HB, væntar at felagsliðið úr EB/
Streym/Skála nú fer at vinna FM-heitið í kvinnudeildini
NÚ EIGUR FELAGSLIÐIÐ FM
BÓLTIN Í KVINNUDEILDINI