Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Heldur ikki hetta býráðið í Havn ætl­ar sær at loysa stóra park­er­ings­ trup­ul­leikan í Havnini. Tað er bara ein táta upp undir val, tá atkvøðurnar skulu fiskast. Í blaðnum í dag sigur Jákup Dam, for­maður í teknisku nevnd hjá Tórs­havn­ar býráð, at tey bara mugu ásanna, at tað eru ikki peng­ ar at loysa trupulleikan við. Tann 5. november í fjør skip­aði Miðla­húsið fyri valfundi í Reinsa­ rí­n­um, har m. a. park­er­ings­við­ur­ skfit­ini vóru eitt av málinum. Tá søgdu allir flokkar seg vera samd­ar um, at par­ker­ings­við­ur­ skif­t­ini í býnum ikki eru nóg góð – og lovaðu allir at loysa málið. Á­hugaverd­asta uppskotið kom frá Sam­bands­flokkinum, hvørs val­evni, Ingi Mittún, skeyt upp at byggja ein parkeringstunnil undir bý­num. Hann væntaði, at hetta fór at kosta 100 milliónir. Róaldur Jákupsson, valevni hjá Framsókn, ynskti ein bilfrían mið­ bý, partvís undir taki. Runt um mið­bý­in skulu so vera fleiri smærri park­er­ings­hús. Marin Katrina Frýdal úr Tjóð­ veldi vísti á, at vánaligu par­ker­ ings­við­ur­skift­ini í miðbýnum kosta vinnu­lívi­num mist­ar inn­tøk­ur. Hon vildi tí loysa trup­ul­leik­an og bøta um umstøðurnar hjá teim­um súkklandi. Sjúrður Olsen úr Fólka­flokki­ num vísti á, at tá Tórs­havn­ar Havn verð­ur flutt longur út á vágna, verð­ur alt økið við Bursatanga, har bil­ar til Smyril og Norrønu nú standa, tókt til parkeringsøki. Hann mælti eisini til at byggja eitt park­ er­ings­hús við at leggja eitt dekk yvir økið. Tað fer at kosta um 20 mill­i­ónir krónur. – Um vit ikki loysa par­ker­ings­ trup­ul­leikan nú, so kann alt tað góða, vit annars hava gjørt í mið­ bý­num koyr­ast í skrellispannina, segði Trónd­ur Sig­urðs­son, valevni hjá Javn­að­ar­flokk­i­num. Hann segði, at loysn­in er at byggja par­ ker­ings­hús í Bøkjarabrekku og á Skála­trøð og seinni við Bursatanga og lovaði, at tvey teirra verða bygd í kom­andi valskeiði. Well. Nú er gerandisdagur á Vagli­num í Havn. Gyltu vallyftini eru pakk­að niður. Tey verða tikin fram aftur um trý ár. Veljarin er nokso býttur, tí hann trýr upp á vallyftini – og tá bý­ráðs­ lim­ir nú við ymsum og hósk­andi und­an­førsl­um royna at greiða velj­ aru­num frá, at tað eru alt­so ikki pengar til at loysa park­eri­ngs­við­ur­ skift­ini, so yppir veljarin bara øksl. Politikkur snýr seg um rað­fest­ ing­ar – um at velja, hvar og hvussu peng­ar­nir skulu brúkast. Parkeringsviðurskiftini hava lága rað­fest­ing. Tað kann skiljast í onkr­um samanhangi, men væl­sign­ að fólk: – Latið vera við fiska atkvøður við parkeringsplássum næstu ferð, tí tit øll vita, at hetta er bluff!. Sigið bara sum er, at tit ikki vilja brúka pengar upp á p-pláss parkeringspláss ein táta Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Sjúrður Poulsen Í »Sosi­al­i­ num« 20/9 spyr und­ ir­rit­aði, hví Skúv­oyggin hev­ur broytt navn í nýggja før­oy­a­kort­i­num. Eg vist ikki, um nakar fór at svara hesum spurningi, men tað ger Eivind Weyhe 27/9 í »Sos­i­al­i­num«, og tað skal hann hava tøkk fyri. Svarið er ógvuliga drúgt og full­fíggj­að, men tað, ið hev­ur størsta áhuga, er, har hann nevn­ir, at um 1980-90 er ein nevnd sett við umboðum frá Matr­ikul­ stovuni og Fróð­skap­ar­setr­i­ num, og nevnd­in skuldi taka støðu til, hvør úttaluformur skuldi brúkast, Skúvoy ella Skúgv­oy, nú nýggj kort skuldu gerast. Seinni verður nevnt, at báðir út­talu­form­ar eru líka góðir og líkar rættir. Hví skuldi so nakað broyt­ ast? Eg havi eitt føroyakort hang­andi oman fyri skriv­ ara­borð mítt við mátinum 1:200.000. Her eitur oyggin Skúv­oy. Áheitan mín er tí á Eivind Weyhe, ið eg haldi hevur mynd­ug­leik­an, at fáa hetta aft­ur í rættlag, soleiðis at oygg­in eitur Skúvoy, og har er bara ein bygd, og hon eitur Skúgvi Skúvoy – Skúgvoy einaferð enn Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Í komandi blaðið: TÁ SKIPANIN SVÍKUR Sosialurin fer nú undir stóra kampanju, har vit varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum við serligum tørvi. Vit byrja í komandi blað við umstøðunum í skúlunum, hjá børnum við sertørvi. Mamma - Eg havi lært, at eingin verjir mítt barn uttan eg. Tey síggja ikki drongin, tey síggja bert diagnosuna. Skúlastjóri – Tá vit søkja Sernám um tímar er játtanin altíð ov lág, og so mugu vit telva okkum fram til, hvussu vit býta peningin. Les eisini... Matuppskriftir, siðsøgu, mentan, ítrótt, politikk og mangt mangt annað í Vikuskiftis Sosialinum.