týsdagur 3. oktober 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
- Vit kunnu velja at trúgva,
at alt fer at laga seg – at
sildin fer at vera longri í før
oyskum sjógvi í heyst, enn
hon plagar, og at tað fer at
bera til at sleppa av við alla
sildina í góðum standi til
matna í Føroyum.
Tað eru sjónarmiðini hjá
Varðanum í Gøtu, nú makrel
kvotan er um at verða liðug,
og sildin skal fiskast.
- Men, her liggur nógv í
tí óvissa, og tað kann vera
ógvuliga skjótt, at vit renna
okkum í stórar trupulleikar
sum kunnu føra til, at stór
samfelagsvirðir
fara
fyri
skeyti, heldur felagið í Gøtu.
Men, tað er ikki bara Varð
in, sum hevur hesi sjónarmið.
Somu sjónarmið hevur eisini
felagið hjá uppsjóvarskipum,
Felagið Nótaskip.
Føroyska
uppsjóvartil
feingið í 2017 er rættiliga
stórt, harav føroyski part
urin av norðhavssild í ár er
125.597 tons í mun til 56.087
tons í 2016.
Hetta er ein vøkstur á
69.510 tons, sum svarar til
123 prosent.
Hevði verið róligari
Felagið
Nótaskip
hevur
mælt landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum, Høgna
Hoydal, til at loyva flyting
av pørtum av eginkvotum av
sild frá 2017 til 2018. Hetta er
einki óvanligt, tá ræður um
uppsjóvarfisk, og hetta er
nakað, sum onnur lond gera.
Ein slík flyting ger heldur
ikki, at meira verður fiskað,
tí nøgdin av sild verður júst
hin sama – antin hon verður
fiskað í ár ella næsta ár.
Jógvan Jespersen, stjóri
í Nótaskipum, vísir á, at nú
sildakvotan í ár er meira enn
tvífalt so stór sum í 2016, og
vit hava eitt stórt móttøku
virki minni, metir felagið, at
tað hevði gjørt teir, sum reka
uppsjóvarflotan, róligari, um
Fiskimálaráðið loyvdi flyting
av pørtum av eginkvotum.
- Vit mugu síggja í eyguni,
at sildakvotan í ár er stór, og
umstøðurnar eru serstakar
við tað, at eitt av trimum
virkjum ikki kann taka ímóti
í hesum árinum.
Jógvan Jespersen sigur,
at felagið ikki hevur nevnt
nakrar nøgdir í samband við
spurningin um flyting av
kvotum, men at felagið held
ur, at møguleikin avgjørt eig
ur at vera til steðar.
- Vit hava tvey stór mót
tøkuvirki, sum keypa sild,
og spurningurin er, um tey
megna at fáa alla sildina til
høldar – til bestu dygd og
besta prís.
Stjórin í Nótaskipum vísir
á, at landingarbann er uttan
lands, tí lógin sigur, at her
liggur eitt tvær krónu avreið
ingargjald fyri kilo á makreli
og sild.
- Hetta er tað sama sum
at siga, at landingarbann er
uttanlands, bæði tá ræður
um makrel og sild, og tí er
eingin hugsingur um at
landa uttanlands, sigur Jógv
an Jespersen.
Hann leggur aftrat, at
hevði Varðan Pelagic verið
aftrat, hevði eingin trupul
leiki verið at fingið sildina til
høldar – til bestu dygd.
- Enn hava skipini ikki
borið við sild, og vit vita ikki,
hvussu leingi sildin verður
í føroyskum sjógvi í heyst.
Vanligt er ikki, at nógv sild
verður fiskað í desember. So,
vit mugu rokna við, at tað
serliga verður í oktober og
november, at sildin verður
fiskað.
Jógvan Jespersen stúrir
eisini fyri, at tað kann fara at
ganga út yvir prísin, sum skip
og manning fáa fyri sildina,
at so nógv skal fiskast og fer
at koma á marknaðin í senn.
- Ábendingar eru longu
um, at prísurin á sildini í
heyst ikki fer at verða so
góður, sum vit kundu hugsað
okkum, leggur hann aftrat.
Heildarkvotan minkar
Fiskifrøðingar úr Noregi,
Íslandi, Danmark og Føroy
um gjørdu tíðliga í summar
upp úrslitið av sildakanning
unum, sum tey fýra londini
gjørdu í felag í Norðurhavi
num í mai mánaði í ár.
Úrslitið vísir, at stovnurin
av norðhavssild næstan er
ein fjórðing minni í ár, enn
hann var í fjør.
Um dagarnar kom ICES
eisini við sínum tilmæli um,
hvussu nógv kann fiskast av
svartkjafti, norðhavssild og
makreli í 2018.
Mælt
verður
til,
at
samlaða kvotan av norðhavs
sild fyri 2018 verður minkað
við 15 prosentum í mun til
tilmælið fyri 2017.
Strandalondini eru ikki
samd um sildabýtið, og tí
verður nógv meira sild fisk
að í 2017, enn ICES hevur
tilmælt.
Tilmælið hjá ICES fyri
veiði eftir norðhavssild í
2017 var á 646.075 tons, men
stovnurin metir, at samlaða
veiðan í ár fer at verða heili
805.142 tons.
Jógvan Jespersen sigur, at
tá alt bendir á, at sildakvotan
fyri 2018 verður minni enn í
2017, kundi tað eisini - sæð í
ljósinum av hesum - verið
skilagott at loyvt flyting av
eginkvotum til næsta ár.
- Tá kvotan væntandi
verður minni næsta ár, er
eisini hugsandi, at prísurin
tá kann gerast nakað betri,
sigur stjórin í Nótaskipum.
Einki hoyrt frá Høgna
Teir, sum eiga nótaskipini
og hava keypt sildakvotu á
uppboðssølu, vita, at keyp
ta sildin skal fiskast í hesum
árinum. Hetta er greitt sam
bært lógini um uppboðssølu.
Kvoturnar, sum biðið verður
um at kunna flyta til 2018, er
partur av eginkvotum hjá
skipunum – og ikki keyptu
kvoturnar.
Men, hóast rúm tíð er
gingin, síðan Felagið Nóta
skip vendi sær til landsstýris
mannin í fiskivinnumálum,
er Høgni Hoydal ikki komin
við nøkrum greiðum svari
enn.
- Vit hava ikki hoyrt eitt
orð aftur frá landsstýris
manninum,
staðfestir
Jógvan Jespersen.
Høgni Hoydal segði við
Sosialin í síðstu viku, at hann
skjótt fer at koma við einum
svari upp á ynskini hjá nóta
flotanum um at flyta silda
kvotu.
- Men, áðrenn eg kann
siga nakað um hetta, noyðist
eg fyrst at hyggja eftir, hvat
altjóða avtalur siga, og vit
mugu syrgja fyri, at øll verða
viðfarin eins. Men, vit fara
at koma við einari fráboðan,
soleiðis at øll vinnan veit, hvat
hon hevur at fyrihalda seg til,
segði landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum.
TAÐ HEVÐI VERIÐ RÓLIGARI
UM KVOTUR KUNDU FLYTAST
Stjórin í Nótaskipum, Jógvan Jespersen, stúrir eisini fyri, at tað kann fara at
ganga út yvir prísin, sum skip og manning fara at fáa fyri sildina, at so nógv skal
fiskast og fer at koma á marknaðin í senn, nú sildavertíðin fer at byrja
- Vit hava ikki hoyrt eitt orð aftur frá landsstýrismanninum
um møguleikarnar at flyta eginkvotu av sild til 2018,
staðfestir Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum
- Tá sildakvotan væntandi verður minni næsta ár, er eisini hugsandi, at prísurin tá kann gerast nakað betri, sigur stjórin í Nótaskipum