Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN OKTOBER 2017 2 Heilsan Vit eru: Barbara Holm Blaðstjóri ð d lf Tjóðhild Patursson Blaðkvinna Birita Blak DIY Annika Kunoy Im Blaðkvinna Noomi Weihe Sølukvinna Hey, sov líka upp á tað Skúlarnir eru júst byrjaðir aftur og ein avbjóðandi og spennandi tíð er fyri framman hjá fleiri aldursbólkum í landinum. Meðan skúlatíðin kann vera tann besta tíðin í lívinum, so kann hon eisini vera tann ringasta. Harriet Olafsdóttir greiðir frá hjartanemandi søgu sínari í blaðnum hesaferð. Harriet ásannaði á sera ungum árum, at happing telist millum tær ringastu upplivingar, sum eitt barn kann møta á lívsleiðini. Tí hvat gert tú, hvat heldur tú um teg sjálvan, um hini halda tú ert kiksað, at tú ikki passar inn? Meðan vit øll helst vita og taka undir við, at happing er av tí ónda, so er nærum gerandiskostur at síggja niðrandi og happandi viðmerkingar frá vaksnum fólki á sosialu miðlunum. Allir hesir undirbólkar, har fólk nýta tíma aftaná tíma at viðgerða og niðurgera onnur, sum hava gjørt eitt hvørt skeivt – í øllum førum sambært kjakarunum – eru vorðnir ein størri og størri plága. Í øllum førum har eg ferðist. Onkur helt fyri, at tað hevði verið kærkomið at havt eitt krav á Facebook um, at tað altíð skuldi ganga 15 minuttir frá tí fólk trýst á send til tað gjørdist alment – so øll høvdu hasar 15 minuttirnar at køla seg av, um tørvur var á tí. Henrik Old, landsstýrismaður hevur mangan tikið til, at størsti politiski lærdómurin, sum hann hevur fingið frá undangongufólki er, at man altíð skal sova upp á tað. Skrivar tú eitt lesarabræv, so lat vera við at senda tað fyrr enn dagin eftir. Tí tá tú hevur sovið upp á tað, so er støðan mangan vorðin meira avbalanserað og tað tú endar við at senda út, er í veruleikanum nakað tú kanst standa við – eisini dagin eftir. Ikki tí, onkuntíð er jú fantastiskt at skjóta frá hoftini og tvinga reaktiónir frá øðrum, um tað er tað, tú ert úti eftir. Men oftast ger tað einki, um tú líka leggur teg at sova – ella bíðar 15 minuttir – áðrenn tú sendir tína hugsan út til alt landið at taka støðu til. Tí givið er, at í øllum aldrum verða vit ávirkað av ljótum viðmerkingum – óansæð hvagani tær koma. Tó so er einki so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tí Harriet Olafsdóttir sigur aðrastaðni í HON, at einsemi orsaka av happing gjørdi, at hon fór at skapa. Og í dag eru vit mong, sum fegnast um hennara verk. Í blaðnum í dag kanst tú eisini fáa góð ráð frá Biritu Black, okkara DIY genta, sum hesaferð vísir, hvussu tú lætt og ómakaleyst kann gera tær eitt vakurt veggja teppi. Tjóðhild Patursson kemur við sínum boðið upp á, hvørjar feministiskar filmar tú kanst hyggja eftir saman við børnunum. Og vit hava eina spennandi kapping í blaðnum. Góðan lesihug! <3 Barbara Holm, blaðstjóri