Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN OKTOBER 2017 14 DIY BIRITA BLACK ER ÚR KLAKSVÍK, HAR HON LIVIR SAMAN VIÐ SÍNUM LÍVSKÆRLEIKA, ODDURI OG BØRNUNUM, ARCHIA OG VITALIU. BIRITU HEVUR ALTÍÐ DÁMAÐ SERA VÆL AT TAKAST VIÐ TAD KREATIVA, AT LATA HUGFLOGIÐ REIKA OG SKAPA. HON HEVUR VERIÐ VIÐ Í FLEIRI KREATIVUM VERKÆTLANUM ÁÐUR, HAR Í MILLUM QUEEN AGNAS HJÁ MIRJAM OG JANUS. Hesaferð havi eg valt at gera veggupphang úr tógvi. Tað er sera lætt at gera, men tekur tó eitt sindur av tíð. Møguleikarnir eru nógvir, bæði í sniði, stødd og litum. Tilfarð: tógv og rundstokk 1. Fyrst sæðar tú rundstokkin. Tað eina stykkið er 68cm og hitt 46cm 2. Síðani klippur tú tógvi til. Best er at klippa longri longdir enn ætla, tí pláss má vera til at kunna snøgga um. Tað gráa: 120 cm Tað svarta: 35 cm Tað ljósareyða: 70 cm 3. Legg so tráðin dubultan og gera eina bugd um rundstokkin. Sí mynd. 3. Legg so tráðin dubultan og gera eina bugd um rundstokkin. Sí mynd. 4. Tá alt er komi upp á rundstokkin, so er bert eftur at pressa/strúka. Eg brúkti eina hárbust fyri at fáa alt at liggja sum tað skuldi. 5 Hvørt upphang hongur á tveimum naglum. Upphang við duskum. Tilfarð: tógv og rundstokk 1. Fyrst sæðar tú eitt stykki av rundstokkinum, sum skal verða 55 cm. 2. Síðani klippur tú tógvi í 9 longdir á 60cm. Bind so ein knút á. Sí mynd. 3. Hong knútin upp og fest uttastu bondini í rundstokkin við at binda knútar á. Sí mynd. Ger so tað sama við hini 7. 4. So skulu duskarnir gerast. Vikla tógvi nakrar fer rundan um eina bók ella okkurt líknandi. 5. Klipp so annan endan upp og bind knút um hin endan. Sí mynd. 6. Bind so ein dusk í hvønn av teimum 9 endunum. 7. Bind so tvet bond um ovarliga á duskinum. Sí mynd