hósdagur 5. oktober 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
30
torshavn.fo/byggisamtyktir
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. september 2017 uppskot um at
broyta serstøku byggisamtyktina fyri Kaldbak soleiðis, at eitt ískoyti
verður orðað í serstøku byggisamtyktini Gr. 2 Nýtsla økisins.
Uppskot til ískoyti í stk. 3:
Á matrikklarnar oman fyri vegin við Krosslá, har stórur hæddarmunur
er á lendinum, er loyvt at byggja íbúðir, og kann tað út frá einari
heildarætlan í sambandi við íbúðarbygging víkjast frá ásetingum um tal
á hæddum og hæddarásetingum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri
Tórshavnar kommunu, liggur frammi á torshavn.fo/byggisamtyktir og í
Snarskivuni frá 29. september 2017 til 10. november 2017.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. novem-
ber 2017.
Broyting í serstøku
byggisamtyktini fyri Kaldbak
Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð
á fundi 28. september 2017 samtykti uppskot um broytingar í almennu
byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar
kommunu er orðað soleiðis, at eitt ískoyti um at byggja íbúðir verður
skoytt uppí almennu byggisamtyktina Kap. IV, § 5, stk. 9. Uppskotið til
ískoytið er skrivað við feitari skrift. Verandi ásetingar fyri økispartarnar
A1 í 3. grundøki í §5, stk. 9 eru:
Í serstakari byggisamtykt er ikki loyvt at fara upp um tey nýtslustig,
ið eru í stk. 5, tá ið økið verður roknað sum heild.
Í serstakari byggisamtykt kann, fyri eitt natúrligt avmarkað øki, verða
loyvt at byggja íbúðir
Í serstakari byggisamtykt kann víkjast frá ásetingum um tal á hæddum
og hæddarásetingum, har lendið er soleiðis háttað, at tað fellur natúr
liga inn, ella har kommunan eftir heildarmeting heldur tað vera ráðiligt.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri
Tórshavnar kommunu, sæst á torshavn.fo/byggisamtyktir og liggur
frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 4. oktober 2017 til 15. november
2017, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá
kl. 9.00 til kl. 15.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 15. november
2017.
torshavn.fo/byggisamtyktir
Broyting í almennu byggiamstyktini
fyri Tórshavnar kommunu
Stuðul til ridluskriðakanningar
Stuðul til ílegukanningar um mótstøðuføri móti riduskriðasjúkuni í
útbroti verður veittur sambært Løgtingsfíggjarlógini fyri 2017. Stuðul
verður veittur til brundseyð í Fugloynni, Eysturoynni og á Streymoynni.
Fyri at fáa stuðul skal ein virðisseðil avheintast á Búnaðarstovuni og
latast Heilsufrøðisligu Starvsstovuni saman við blóðroyndunum. Meir
kann lesast um stuðulin á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni www.bst.fo
og hjá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni www.hfs.fo
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 – Faks 47 90 20
T-post: bst@bst.fo
Minnist til haldargjaldið