Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 32 H etta er tólvta árið á rað, at forlagið Føroya Met gevur út bókina, Skakandi Tilburðir. At bókin hevur so mong ár á baki, er eitt prógv um, at hon er væl umtókt. Í bókini, sum nú er komin í bókabúðirnar kring landið, eru fjúrtan frásagnir, og eins og í bókunum, sum áður eru komnar, eru frásagnir frá fólki kring landið. Hetta eru fólk, sum hava verið fyri einari ella fleiri skelkandi hendingum, har tað stóð um lív. Í bókini hesaferð er frásøgn um hending úti í Lítlu Dímun, har illa stóð til, tá menninir ikki sluppu av aftur oynni, og frásøgn er um smádrong í Sørvági, sum misti lívið av mortergranat.  Frásøgn er eisini um stranding, sum varð raktur av hørðum ravmagnsstoyti, og frásøgn er um skelkandi hending við Eystugrønland, har skiparin fór í havið og kom skrúvuna. SMÁDRONGUR DOYÐI AV MORTERGRANAT Tvífaldur flaggdagur tensix Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 V it eiga at flagga í dag, tey sum hava bæði stong og flagg. Vit eiga at flagga í hálvari við Merki­num. Onnur halda, at vit eiga at flagga í heil­ a r i við Dannebrog. Ella við Dannebrog heilt har uppi við húnin og við Merkinum undir, knappliga halva stong undir. Men flaggdagur er ikki, ikki al­ menn­ur flaggdagur. Men til ber at flagga kortini. Tað eiga vit at gera, flagg­dagur ella ikki. Tí merkisdagur er. Ja, gamaní, merk­ið við lítillátnum m. Ikki Merk­ i­s­dagur 25 ára hátíðardagur er. Minn­is­ dag­ur. Tann 6.oktober. Fjórðingsøld er nú liðin, síðani Før­oy­ar aftur fóru á húsagang í Danmark. Danskarar vóru stór­sinn­ að­ir sum altíð og góvu okk­um pengar, nógvar pengar. At alt gongur so seint í Før­oyum, vit krevja og brúka nógva tíð, sama, hvat vit gera, kemur okk­um enn eina ferð til góðar. Vit hava leitað í 20 ár nú, men onga funn­ið. Á nýggjárinum strika dansk­ ar­ar hálva milliard, hálva mill­i­ard krónur, sum vit skylda teimum, tí vit hava ikki funnið olju. Kanska finna vit hana 2.januar 2018. Tað gera vit ikki, tí eing­in leitar tá. Men tá tey fara at leita aftur. Tá vit finna olju, tí hon er har, siga tey, sum siga seg vita. Tá hevur eingin brúk fyri olju long­ur. Tá er alt vorðið grønt. Vit hava langt síðani funnið vatn og vind. Ókey, hatta var síðsta oljan í has­ um tanganum. Sum amerikanarar – og tí at kalla allur heimurin – hava sín nine­ele­ v­en, hava vit, og bara vit, okkara ten­six. Trítúsund seks hundrað og nøkur doyðu í tornunum báðum í New York. Vit mistu fýratúsund tá fyri 25 ár­um síðani. Vit kundu havt verið yvir 54.000 fólk nú. Hvør hevði so skyldina? Tað er neyð­ugt at vita. Hví fingu vit okk­ ara tensix á miðjari myrkari ok­tob­ ernátt í 1992? Nógv siga, at amerikanarar høvdu sjálvir skyldina í nineeleven. Amerikanarar hava ikki sum vit dansk­arar at tveita skyldina á. Tey kundu bara havt ansað bet­ ur eftir teimum, sum lærdu seg at flúgva, men bara at fara upp frá. Teir lærdu seg ikki at seta flogfar. Tí høvdu teir ikki brúk fyri at duga. Teir lærdu seg avmarkað flog­ kynst­ur. Og tað var nóg mikið til teirra brúk. Vit kundu eisini havt ansað betur eft­ir tá seint í farnu øld. Men tað gjørdu vit ikki. Ávaringarklokkurnr ringdu og ringdu, tær leikaðu í hart. Men eingin her hoyrdi tær. Tær ringdu úr Danmark. Sum fekk skyld­ina fyri, at vit ikki hoyrdu tær. Vit sóu heldur ikki vitarnar, hóast teir lýstu bjartari enn nýslignar mynt­ir. Men farið er farið. Nú há­tíð­ar­ halda vit 6.oktober, 25 ára dagin, við dýrd, mæti, skarti og skreyti. Onkur fer væntandi, ella vónandi, at halda røðu, nú tað aftur gongur so væl og betur enn nakrantíð. Vit síggja ikki krepp­ur fyri berum pengum og ríkidømi. Fyri at stimbra og styrkja sam­leik­ an tá, fekk Merkið litakotur. Tað var ikki longur bara reytt, blátt og hvítt, sjá tú blánar og alt hatta har. Nú er tað sambært tjóðskaparlóg PMS 032 og PMS 300. Hvítt er framvegis tó bara hvítt og ikki ráhvítt til dømis, ella ill­hvítt sum orðabókin sigur. Sjá tú PMS 300... Lógin um flaggið er annars sera for­kunn­ugur lesnaður eins og flestu lóg­ir eru. Har eitur okkara flagg Før­ oya flagg og ikki Merkið. Vit halda veitslu í dag, tí vit blivu bjarg­að tá fyri 25 árum síðani og verða tað eisini næstu ferð. So tað er bara at koyra ahead. Vit syngja meðan vit hava í stong, vinda í húnar hátt ella hálvt. Vit kunnu ikki minnast, men minna á, hvat hendi 6.oktober 1992. Tíðin lekir øll sár. Jú, men pengar gera tað skjótari, nógv skjót­ari. Teir grøða ringastu sár, eisini banasár. Høgni Djurhuus