týsdagur 10. oktober 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Fyri 20 árum síðani mátti kon
servativi formaðurin í Danmark –
statsministarakandidaturin Hans
Engell, leggja frá sær sum politikari,
tí hann hevði koyrt ávirkaður av
rúsdrekka.
Fyri nøkrum árum síðani mátti
ein aðalstjóri í Føroyum leggja frá
sær, tí hann hevði koyrt bil og rent
á ávirkaður av rúsdrekka.
Og fútin tók einaferð koyri
kortið frá einum løgtingsmanni,
sum hevði koyrt fullur, rent á og
var rýmdur av staðnum ávirkað
ur av rúsdrekka. Men tann løg
tingsmaðurin góðtók ikki, at fútin
tók koyrikortið og fór í rættin við
fútanum, sum so pent mátti geva
løgtingsmanninum
koyrikortið
aftur. Løgtingsmenn kunnu ikki
revsast, fyrr enn Løgtingið hevur
tikið órinið frá teimum.
Væl vita vit, at løgtingsfólk ikki
eru øðrvísi enn fólk flest. Men tað
hvílir tó ein serlig ábyrgd fólki,
sum verða vald at vera fólksins
umboð, bæði og tingi, í landsstýri
og í kommunum.
Tí er tað ein spurningur um álit,
um integritet og um virðing fyri
veljaranum og politisku skipanina,
um flokkar og persónar í politisku
skipanini bara láta sum luft, tá
ein løgtingsmaður og borgarstjóri
av løgregluni verður skuldsettur
fyri rúsdrekkakoyring. Sambært
Kringvarpinum hevur Pauli Trond
Petersen váttað, at hann er tikin av
politinum fyri at koyra við ov høg
ari promillu.
Sjálvandi skal hann hava sama
rætt at verja seg, sum ein hvør ann
ar, sum av løgregluni verður skuld
settur fyri lógarbrot.
Men spurningurin er so, hvat
ger Pauli Trond Petersen?
Fer hann at sita á tingi og lata
sum um einki er hent, ella fer hann
at gera sum Hans Engell og leggja
øll politisk álitisstørv frá sær?
Hvat sigur flokkurin til, at ein
tingmaður verður skuldsettur fyri
slíkt lógarbrot?
Pauli Trond Peternsen hevur
júst gjørt um seg við at provo
kera politisku skipanina við at
atkvøða ímóti at játta pengar til
ein kanningarstjóra at kanna em
bætisførsluna hjá Høgna Hoydal
og eftirlitsskylduna hjá løgmanni.
Pauli Trond Petersen segði, at
hann stólar upp á Høgna Hoydal,
at hann heldur ikki, at Høgni Hoy
dal hevur gjørt nakað skeivt.
Men kann veljara stóla upp á
metingarevnini hjá Paula Trond
Petersen, tá hann – vitandi um, at
hann hevur drukkið ov nógv til at
koyra bil, kortini ger tað?
Okkum nýtist ikki vísa á stóru
vandarnar, sum standast av full
um fólki í ferðsluni.
Men áhugavert verður at síggja,
hvar persónligi ingtegriteturin hjá
Paula Trond Petersen er – og hvat
Tjóðveldi ger í slíkari støðu.
Eigur skuldsettur tingmaður
at víkja sæti í løgtinginum?
Hvar er etiska markið?
Søgan
sæð við
journa
list
eygum
Ummæli síða 10
Nølli –
eitt 100
ára minni
Nøvn Síða 14-15
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í Sosialinum í gjár skrivaðu
vit um eina søgu, sum skuldi
koma í blaðið í dag. Søgan
snúði seg um ein drong, sum
ikki slapp í skúla í Havn, tí
boðini frá skúlanum vóru,
at tað vóru ov fáir sertímar
til taks til at taka í móti enn
einum barni við serligum
tørvi. Men síðani Sosialurin
setti seg í samband við skúla
stjóran er trupulleikin loyst
ur og drongurin sleppur í
skúla eftir heystfrítíðina. Tí
skil hevur familjan valt ikki
at siga sína søgu kortini.
Í Vikuskiftis Sosialinum
komandi kanst tú tó lesa
um aðrar familjur í líknandi
støðum. Hesaferð varpa vit
ljós á ung við menningar
tarni, har foreldrini kenna
seg púra vónleys. Eitt for
eldur sigur í komandi Viku
skiftis blaðnum millum ann
að soleiðis:
– Hvørjaferð eitt dult
nummar ringir spyrji eg meg
sjálva, um tað nú er Almann
averkið, sum fer at koma við
gleðiboðum, ella um tað er
løgreglan, sum fer at koma
við tí øvugta. Eg stúri fyri
framtíðini hjá dreingi mín
um.
Les meira í Vikuskiftis
blaðnum, sum kemur á gøt
una hóskvøldið.
Barnið, sum kortini slapp í skúla
Komandi
tvær
vikurnar
verða árligu strandarlanda
samráðingar
um
makrel,
svartkjaft og norðhavssild
hildnar í London.
Byrjað varð í gjár við sam
ráðingum um makrel, og er
tað Noreg, ið hevur formans
skapin.
Á skránni fyri makrelsam
ráðingarnar eru havlívfrøði
ligar og tøkniligar framløgur.
Eisini skulu partarnir viðgera
mest loyvdu veiðu fyri 2018
eftir, at ICES er komið við
sínum tilmæli fyri 2018, eins
og at ein roynd verður gjørd
at víðka makrelsemjuna mill
um Føroyar, ES og Noreg frá
2014 til fleiri partar.
Í næstu viku eru svart
kjafturin og norðhavssildin á
skránni og fara tær samráð
ingarnar eisini fram í London.
Tó undir formansskapi av
ávikavist Noregi og Russlandi.
Eins og í makrelinum eru
havlívfrøðiligar og tøkniligar
framløgur
á
skrá.
Eisini
skulu partarnir viðgera mest
loyvdu veiðu fyri 2018 eftir,
at ICES kom við sínum til
mælum herfyri og at royna at
gera nýggjar semjur um být
ið millum strandarlondini av
ávikavist svartkjafti og norð
havssild.
Luttakandi londini til sam
ráðingarnar eru Føroyar, Ev
ropasamveldi, Grønland, Ís
land, Noreg og Russland.
Samráðast um sild,
makrel og svartkjaft
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Fríggjadag
in 13. okt
ober kl. 16
til 18 letur
ein
fram
sýning við
verkum hjá
Niels K. T.
Jensen upp
í Galerie Focus í Lambagerði
1 í Havn.
Framsýningin er opin til
25. oktober: týsdag til fríggj
adag kl. 15 til 18, leygardag kl.
16 til 18, eisini er opið eftir av
talu.
Á framsýningini eru 17
verk Verkini eru at síggja á
heimasíðuni www.galeriefoc
us.com, framsýning.
Niels K. T. Jensen, føddur
1965, býr í Tórshavn
Niels luttók fyrstu fer á Ól
avsøkuframsýningini 1995. Í
1996 sýndi hann fram í Smiðj
uni í Lítluvík.
Veturin 1996-97 var hann
á klassiska tekniskúla á Ny
Carlsberg Glyptotek.
Niels hevur verið við á
fleiri Ólavsøkuframsýningum
og á Várframsýningini 1998.
Hann hevði frammsýning í
Føroyahúsinum í Keypmann
ahavn í 2000.
Og var ein av Fem færing
er hjá Birkerød Kunstforen
ing í 2001.
Hevði framsýning í Smiðj
uni í Lítluvík í 2013 og 2015
Niels arbeiðir nógv við koli
á krossvið og blandað tøkni á
lørift, myndevnið er oftast
fólk og andlitsmyndir.
– Tað er áhugavert, at ar
beiða við klæði, ið hevur fast
mynstur ímóti teimum meira
organisku formunum í tekn
ing og málingi, sigur Niels.
Niels Jensen sýnir fram í Focus