Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Á fundi týsdazgin í komandi viku, fer formansskapurin hjá Løg­ting­inum enn einaferð at viðgera eitt upprit frá fyrisitingini í Løg­tinginum, um uppskotið hjá løg­manni um stjórnarskipan fyri Før­oy­ar. Uppskotið er fyri langt síðan borið í tingið, men sum vanligt skal umsitingin hjá Løgtinginum eftirhyggja uppskotið og tryggja at tað er gjørt í samsvar við galdandi reglur. Vanligt er, at hetta ikki er nak­ar trupul­ leiki, men onkuntíð verða uppskotini send aftur til upp­skotsstillaran við kravi um at rætta ávísar partar í uppskotinum. Onkuntíð er tað tí at uppskotið ávirkar aðrar galdandi lógir, men aðrar tíðir er tað onkrir formligir feilir, sum skulu rættast. Umsitingin hevur gjøgnum­gingið upp­ skotið, sum løgmaður hevur latið tinginum, um stjórn­arskipan fyri Føroyar. Í hesum føri hevur umsitingin gjørt eitt upprit til for­ mans­skapin í tinginum um uppskotið. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur sagt, at formansskapurin hevur við­ gjørt uppritið, men at hann ikki er liðugur við tað enn. Fundur er aftur í næstu viku, og tá fæst at vita, um formansskapurin fer at mæla tinginum til at loyva viðgerð av upp­ skot­inum ella vísa uppskotinum frá sær. Tingskipanin Tingformaðurin hevur higartil ikki vilja sagt, hvat stendur í uppritinum, sum for­mans­ skapurin hevur fingið frá um­sitingini. Tað einasta hann váttar er, at tað ikki er vanligt at umsitingin ger eitt upprit til formansskapin uttan so, at okkurt serligt er í uppskotinum. Keldur okkara siga, at umsitingin í fyrstu at­løgu heldur, at uppskotið er fløkjasligt. Fyrst og fremst tá ið talan er um nær lógin og partar av lógini koma í gildi. Í onkrum føri verður eisini mett, at upp­ skotið er á kant við stýrisskipanarlógina, men tað er ikki størsti trupulleikin. Okkum kunnugt liggur trupulleikin eitt heilt annað stað. Uppskotið um stjórn­ar­skip­ an fyri Føroyar er í meira enn einum stað í kon­flikt við tingskipanina og tað er hetta, sum umstingin hjá Løgtinginum vísir til, sum tann størsta trupulleikan. At ein stjórnarskipan ikki er í tráð við heima­stýrislógina og grundlógina ger helst onki, tí í 2011 samtykti Løgtingið, at væl ber til at gera eina slíka lóg, sjálvt um hon ikki passar inn í hesar galdandi lógir. Hetta er nakað sum Løgtingið avger. Sum víst til omanfyri, so viðger formansskapurin uppritið frá umsitingini hjá Løgtinginum. Tað er ikki soleiðis, at formansskapurin fær steðga einum uppskoti, men formans­ skap­urin kann mæla tinginum til at lata upp­skotið koma til viðgerar ella at vísa tað frá sær. Fomransskapurin í Løgtinginum er ein for­maður og tríggir næstformenn. Páll á Reyna­túgvu, Tjóðveldi, er formaður, með­an hinir tríggir eru Heðin Mortensen, Javn­aðar­ flokkurin, Jógvan á Lakjuni, Fólka­flokk­urin, og Edmund Joensen, Sam­bands­flokk­urin. Í sambandi við stjórnarskipanaruppskotið er nærliggjandi at halda, at uttan mun til hvat einstøkui limirnir í formansskapinum halda, so fara teir at lata uppskotið sleppa gjøgnum nálareyga, so Løgtingið sjálvt slepp­ ur at taka støðu til, hvat síðani hendir við uppskotinum. Tað vigar sjálvandi tungt, at umsitingin í Løgtinginum hevur gjørt eitt upprit um málið, men hinvegin so er málið so gamalt og tað liggur smgonguni so nógv á sinni at fáa tað framt, at tað helst fer at fáa viðger í ting­inum. Fólkatkvøða skuldi eftir ætlan vera um málið flaggdagin næsta ár, men hetta verður helst av ongum. Tað skal ganga minst eitt hálvt ár frá tí, tingið hevur samtykt eitt mál, til tað kann leggjast til fólkatkvøðu. Og longu 25.í hesum mánaðinum er eitt hálvt ár til flaggdagin og tá hevur tingið ikki avgreitt málið. Tað stendur rættuliga fast. Við øðrum orðum,: sjálvt um tað eydnast at atkvøða málið ígjøgnum tingið – kanska eftir einstakar rættingar og politiskar til­ lag­ingar – so megnar tingið ikki at avgreiða stjórn­armálaruppskotið áðrenn 25. oktober. Uppskot er í stríð við ting­ skipanina Formansskapurin í Løgtinginum viðger eitt upprit frá umsitingini um uppskotið til stjónarskipan fyri Føroyar STJÓRNARSKIPAN Páll á Reynatúgvu, tingformaður, hevur sagt, at málið gevur fyri aftur á fundi í formansskapinum týsdagin í næstu viku Uppskotið um stjórnarskipan skal millum annað staðfesta okkara samleika. Umsitingin hjá Løgtinginum hevur gjørt eitt upprit um málið. Tað verður bert gjørt, tá ið tey ivast í um alt í lógaruppskotinum er í lagi.