hósdagur 12. oktober 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
13. oktober 2017
Tað er fúl skomm, at Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldi fara soleiðis
við okkara veikastu samfelags
borgarum
Um dagarnar kom fram, at Landssjúkra
húsið útsetir sjúkraviðgerðir uttanlands til
næsta ár, tí pengarnir eru brúktir. Og ikki
nóg mikið við tí. Sjúkrahússtjórin boðar
eisini frá, at sparingar mugu fremjast á
Landssjúkrahúsinum, tí játtanin er um at
verða brúkt – og verður uppi, verða tiltøk
ikki sett í verk.
Alt hetta fer fram, meðan landsstýrið
breggjar sær av metstórum yvirskoti á
fíggjarlóg og meðan tað almenna byggir yvir
evni, og meðan ávaringarklokkurnar ringja,
tí tað almenna koyrir og nógv á konjuktur
arnar.
Eitt landsstýri – og ein samgonga, verður
mált eftir, hvussu tey veikastu í samfel
agnum hava tað – hvussu tey á niðastu
rókunum hava tað. Soleiðis funnust verandi
samgonguflokkar eisini at undanfarna
landsstýri, sum tey hildu gjørdu alt ov lítið
fyri tey á teimum niðastu rókunum.
Hvussu hava tey sjúku tað í dag? Hvussu
hava tey gomlu tað? Hesi fólk, sum eru mál
bólkurin hjá Javnaðarflokkinum og partvís
Tjóðveldinum við.
Politikkur er at raðfesta. Politikarar taka
alla tíðina støðu til, um teir vilja brúka peng
ar til hetta ella til hatta.
Til dømis hevur løgtingið játtað eina
heila millión at kanna Høgna Hoydal fyri.
Og tað er bara fyribils. Tá Løgtingið setir
kanningarstjórar, so fær onkur advokatur
ein blankokekk upp á upp til fleiri milliónir,
tí tað hevur so ræðuglia stóran týdning – í
hesum føri at kanna Høgna Hoydal og
kanna, um løgmaður hevur hildið nóg væl í
oyrunum á honum. Øll vita, at hetta penga
spill er bara fyri at spæla hund.
Men tá er einki óført.
Tí er tað so fullkomiliga meiningsleyst,
at tað verður gjørt til ein trupulleika, at fólk
fáa neyðuga hjálp á sjúkrahúsi, og at fólk
fáa neyðuga sjúkrahjálp uttanlands. Hvat
hjálpir tað at flyta viðgerðir til næsta ár? So
verður tað bara onkur annar næsta ár, sum
aftur má bíða eitt ár.
Hetta er tað reina humbukk. Skal veljarin
hava nakra respekt fyri serliga Javnaðar
flokkinum, so syrgið fyri at skaffa hasar
pengarn, sum sjúrkahúsinum tørvar í ein
fart.
Sjúk fólk skulu hava hjálp, punktum!
– Sjúrður skal ikki blanda seg uppí. Hann uppførir
seg sum ein hjálandastjóri, sigur grønlendskur
politikkari.
Tað er einki nýtt í, at nakrir av limunum
í ríkisfelagsskapinum fyrst og fremst hava
fíggjarlig áhugamál í okkum, sigur Jess Svane,
politiski framsøgumaðurin hjá Siumut sambært
Sermitsiaq. Hann biður tí Sjúrður Skaale gevast
við at uppføra seg sum ein hjálandastjóri og ikki
blanda seg upp í grønlandsk viðurskifti.
– Tað er eingin orsøk til, at føroyski limurin í
Fólkatinginum, Sjúrður Skaale, skal blanda seg
upp í grønlendsk viðurskifti, sigur Jess Svane
sambært Sermitsiaq.
Bakgrundin er talan hjá Sjúrði Skaale,
tá Fólkatingið varð sett 3. oktobur. Sjúrður
Skaale vísti tá til ætlanirnar hjá grønlendska
landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Karl-
Kristian Kruse, um at í 2020 skulu 90 prosent av
øllum yvirmonnum á grønlendskum skipum hava
búð í Grønlandi í tvey ár. Jess Svane sigur, at tað
er eingin, sum roynir at kroysta føroyingar úr
grønlendsku fiskivinnuni.
– Kravið um tvey
ára bústað er nátúrligt,
tí endamálið er at
verja heimabúgvandi
grønlendingarnar í
fyritøkunum, sigur
Jess Svane.
Skaffið hasar pengarnar í ein fart!
Sjúrður Skaale
hjálandastjóri
Sermitsiaq
Les eisini blaðið
á telefonini
At ferðast
er at bíða
Høgni Djurhuus
Síða 4
Heilsa á
arbeiðsplássinum:
Reis teg upp!
Síða 16-17
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Kjakið um burka- og niqabforboðið hjá Jógvani Skorheim úr Sjálvstýri hevur fingið
keiputeknaran Napoleon Smith at senda okkum hesa tekningina
For lidt og for meget...