Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 203 - 23. oktober 2004 Nr. 203 - 23. oktober 2004 41 Felags foreldrafundurin verður mánadagin 25. okt. kl. 19.00 Skrá: 1. Tónl,eikur/sangur 2. Ársfrágreiðing frá skúlastýrinum 3. Happing (Rógvi Thomsen og Hans M. Foldbo leggja fyri). Vit vóna, at foreldur møta fjølment! Fuglafjarðar skúli Føroya Felag Móti Krabbameini Bót til Bata skipar fyri almennum kvøldið um bróst- krabba á Hotel Hafnia, mikukvøldið 27. oktober kl. 19.00. Sjúkrarøktarfrøðingar frá Onkologisk ambulatori- um á Landssjúkrahúsinum halda fyrilestur um: Við- gerð og eftirlit á Landssjúkrahúsinum í sambandi við staðfesting av bróstkrabba. Karen Heinesen, socialráðgevi heldur fyrilestur um rehabilitering við atliti til krabbamein. Eisini fer ein kvinna sum hevur havt bróstkrabba at siga sína søgu. Øll eru vælkomin. Føroya Felag Móti Krabbameini Kunngerð Veljarar í Fuglafjarðar kommunu, ið sambært kommunuvallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu,kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag-fríggjadag millum kl. 10 og 15 til og við 8. november 2004. Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á val- staðin og sum ynskja at greiða brævatkvøðu heima, kunnu boða býráðsskrivstovuni frá hesum á tlf. 444006 í seinasta lagi 8. november 2004 kl. 15.00. Fuglafjørður, tann 21. oktober 2004 Fuglafjarðar býráð Frisørsalong Við øllum hentleikum til leigu í Vestmanna frá 1. des. 2004. Áhugaði kunnu ringja á tlf. 424243. Salong Finngerð Byrjunarskeið um Autismu Hósdagin 18. november frá kl. 9.30 til 16.00, verður skeið fyri fakfólk sum arbeiða við fólki við autismu. Skeiðið er ætla starvsfólkið, sum dagliga arbeiða við børnum við autismu. 1. Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarun- um eina fatan av, hví børn við autismu hava ein annan atburð enn børn flest. 2. Hvussu skipað vit dagin fyri børn við autismu,við støðið í tí vitanini vit hava. 3. Luttakarnir fáa høvi til at samskifta um teir spurningar, tey hava í teirra dagliga arbeiði. Undurvísarar vera Jóhannes Jóhannesen og Jóh- anna Hansen, sum dagliga arbeiða við børnum/- ungum við autismu. Skeiðið verður hildið í Føroya Læraraskúla. Kostnaður fyri hvønn luttakara er 1000 kr. Talið av lutakarum er avmarkað, og síðsta freist at tekna seg er mikudagin 3. november 2004. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Sernámsdepilin tlf. 314522/223712 Sernámsdepilin Frælsið 32. FO - 100 Tórshavn Valkort Hervið verður gjørt kunnugt, at valkort til kommunuvalið 9. november 2004 verða send veljarunum í kommununi. Um veljari ikki hevur fingið valkort,skal vera sagt frá á kommunuskrivstovuni í seinasta lagi 5.november 2004. Vestmanna Kommuna Leiðari til dag- stovnin í Hósvík Hósvíkar kommuna byggir ein nýggjan dagstovn í Hósvík, har pláss verður fyri 58 børnum í aldrinum 0- 10 ár.Í hesum sambandi verður søkt eftir leiðara. Høvuðsuppgávur: • At hava leiðsluna og ábyrgdina av stovninum • At samskipa arbeiðið á stovninum • At skapa trivnað á stovninum Vit sóknast eftir persóni, ið: • Kann ganga á odda og dugir væl at fyrisita/leiða • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt • Kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og myndugleikar • Er opin fyri nýhugsan Útbúgving/royndir: • Námsfrøðiliga útbúgving. Royndir innan leiðslu og umsiting kunnu vera ein fyrimunur. Lønar- og setanarviðurskifti: Eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Meir fæst at vita við at venda sær til kommunu- skrivstovuna, tlf. 422366. Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Hósvíkar kommunu, Rættarvegur 10, 420 Hósvík, í hendi í seinasta lagi 8. november 2004. Hósvíkar kommuna Kunngerð Tað verður hervið gjørt kunnugt,at valkort til nýtslu til kommunuvalið 9. november 2004, eru send øll- um veljarum í kommununi. Um onkur,ið heldur seg hava atkvøðurætt,ikki hev- ur móttikið valkort ella okkurt er komið skeivt fyri, skal vera sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 5. november 2004 kl. 15.00 á tlf. 444006. Fuglafjørður, tann 21. oktober 2004 Fuglafjarðar býráð Fundur Fundur fyri kvinnulig valevni undir heitinum »Felags avgerð felags ábyrgd« verður í Eydnuni á Oyrabakka mánakvøldið 25.oktober klokkan 19.00. Skrá: • Annita á Fríðriksmørk býður vælkomin og greiðir frá arbeiðnum, sum er í gongd við at økja um kvinnurnar lut í politisku avgerðarprosessini • Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javnstøðu- nevndini, sigur frá um javnstøðu og kvinnu- umboðan í politikki • Eyðgunn Samuelsen og Mia Petersen, býráðs- limir, siga frá spennandi royndum, og greiða frá arbeiðnum í bý- og bygdaráðum • Per Højgaard fer at halda fyrilestur um at tora at stíga fram og um, hvat krevst av einum komm- unalpoltikkara At enda verður bólkaarbeiði, har evnið verður: Hvussu gerast meira sjónligar í politiska arbeiðn- um? Fundurin endar klokkan 21.30 Vegna stigtakararnar, Rúna Sivertsen, Annita á Fríðriksmørk og Annika Wardum Joensen Heimarøktin Vágoy/Norðstreymoy Heimahjálpari Søkt verður eftir heimahjálpara til Heimarøktina í Norðstreymoy, at byrja skjótast tilber í Vestmanna. Starvið er tíðarmarkað til 01.11.05 og starvsbrøkur- in er 25 tímar um vikuna. Ynskiligt er at tú hevur útbúgving sum heilsuhjálp- ari ella hevur royndir og kunnleika innan eldrarøkt. Starvið verður lønt millum heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú væl- komin at ringja til økisskrivstovuna á tlf. 333249. Skrivlig umsókn saman við møguligum prógvi verður at senda til: Heimarøktin Vágoy/Norðstreymoy Økisskrivstovan · 370 Miðvágur Umsóknarfreist: 08.11.04. Vaskifólk Søkt verður eftir einum vaskifólki til skúlan á Fossá- nesi. Arbeiðstíð uml. 2-3 tímar pr. dag. Meira fæst at vita við at venda sær til kommunu- skrivstovuna. Seinasta freist at lata inn umsókn er 15. november 2004. Hvannasunds kommuna 740 Hvannasund tlf. 452007 Aðalfundur hjá Føroya-MC Motorsúkklufelagið Føroya-MC hevur ársaðalfund leygardagin 6. november kl. 15.00 í hølunum hjá Maskinmeistarafelagnum sum eru á Grønlands- vegnum 58. Skrá sambært viðtøkum felagsins, umframt støðu- takan til møguligt húsakeyp. Uppskot skulu vera formanninum í hendi seinast 8 dagar áðrenn fundin. Nevndin Pedagogur/ hjálparfólk 2 fólk til barnsburðarfarloyvi Søkt verður eftir pedagogi/hjálparfólk barnsburð- arfarloyvi, at byrja skjótast tilber, og fram til 31/12- 2005. 25 tímar um vikuna. Ein pedagog/hjálparfólk barnsburðarfarloyvi, at byrja 20/11-2004 til 30/6-2005. 29,75 tímar um vikuna. Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni • Er røkin, nærlagdur og álítandi • Nýhugsandi og ígongdsetandi Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur við 3 stovum 12 børn á hvørjari í aldrinum 0-3 ár. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunufelag. Meiri fæst at vita, við at ringja til leiðaran á tlf. 313131 ella 317878. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 12.november 2004. Vøggustovan á Konmansmýru Tøkk Hjartaliga tøkk øll tit mongu, ið komu til stórfingna móttøku á Muntra á 40 ára starvsdegi mínum í Fugjafjarðar skúla. Tøkk fyri vakran sang og horntónleik, fyri tær góðu og mongu røðurnar við góðum ynskjum. Tøkk fyri tær stórfingnu gávur, ið gleddu meg almikið. Ein serlig tøkk til Súna í Hjøllum, skúla- stjóra, fyri góð orð og fyriskipanina av móttøkuni. Hetta var ein av mínum bestu løtum í lívinum. Vinarligar heilsanir Dánjal Vang C M Y K 41 40