Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eitt stríð millum løgmann og fyrr­ ver­andi javnaðarkonuna, Sonju Jógv­ans­dótt­ir, varð kynt í Kring­ varp­i­num um dagarnar. Sonja Jógvansdóttir vil vera við, at hon hevur eina avtalu við løg­ mann um, at løgtingið skal sam­ tykkja, at vit frá 1. januar komandi skulu kunnu draga limagjald fyri fak­fel­ag frá í skatti. Tað framgekk av søguni, at løg­ mað­ur ikki hevði hug at kenn­ast við hesa avtalu við Sonju Jógv­ans­ dótt­ir – sum hon segði seg hava upp á skrivt. Okkurt er sum bendir á, at sam­ gong­an troyttast av Sonju Jógv­ ans­dótt­ir, sum tykist kunna taka alla sam­gonguna sum gísla fyri at fáa sín vilja. Tí var tað helst kær­ kom­ið, at Sjálvstýrisflokkurin er sam­an við samgonguni um at leggja løg­tings­fíggj­ar­lóg­ina fyri næsta ár fram – og samtykkja hana. Har­við hevur samgongan 16 ting­fólk pluss tvey frá Sjálv­stýr­ is­flokk­i­num og helst eisini Sonju Jógv­ans­dóttir. Í einum 19-fólkameiriluta kann eitt ein­stakt tingfólk ikki taka alla ta pol­itisku skipanina sum gísla. Vit kenna sum vera man einki til hesa avtalu millum løg­mann og Sonju Jógvansdóttir. Í veru­leik­a­ num er einki komið fram um, hvat Sonja Jógv­ansdóttir hevur avtalað við sam­gonguna yvirhøvur, heldur ikki vita vit, hví hon brádliga meld­ aði seg úr Javn­að­ar­flokk­i­num, áðr­ enn løgtingið og landsstýrið var far­ið til verka. Tað var eitt víðgongt stig hjá henni at taka – kanska hon hevði sín­ar grundir, men tá hon ikki vil greiða frá orsøkini til, hví hon fór, so hev­ur veljarin ilt við at taka hana fyri fult. Sama er uttan iva gald­andi í samgonguni, sum tí ger alt fyri, at hvørki hon ella onkur ann­ar bal­stýr­in tingmaður – hinir varg­ar­nir eru menn – kann taka hvørkra­tak um samgonguna. Um fakfelagslimir sleppa at trekkja limagjaldið frá í skatti – ella mugu fáa almennan stuðul til lima­gjald­ið, sum tað nokk má eita í okk­ara skatta­skip­an, førir neyv­ an til nakra kollvelting. Fak­fel­øg missa limir, og áhugin at fylkj­ast er kanska ikki tann, hann hev­ur verið. So kanska al­menn­ur stuðul skapar áhuga fyri fak­fel­ags­ar­beið­i. Men hevur Sonja Jógvansdóttir eina skriftliga avtalu við løgmann, so er málið so sera einfalt. Tí ein av­tala er ein avtala. Men tað krev­ ur sjálvandi, at báðir partar eru samd­ir um, at har er ein avtala. So tykist ikki at vera. So Sonja, hevur tú eina skrift­ liga avtalu við løgmann, so væl­ sign­aða legg hana almenn fram! Tykist ikki vera samd um, at tey hava gjørt eina avtalu Legg avtaluna á borðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Kundatænastuleiðari til Effo Hevur tú leiðsluroyndir, og brennur tú fyri at veita eina serliga góða tænastu? So er starvið sum Kundatænastuleiðari júst nakað fyri teg. Starvið Sum leiðari í Kundatænastuni fært tú eitt spennandi og avbjóðandi starv við ávirkan og ábyrgd. Tú fært ábyrgd av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Kundatænastuni. Høvuðsuppgávur/arbeiði umfatar • Leiða og samskipa arbeiðið í Kundatænastuni • Ábyrgd av samskifti og uppgávum mótvegis kunda og innanhýsis í organisatiónini, so sum oljuveitingar, hitatænastu, fyrispurningar o.a. • Tvørgangandi átøk fyri at menna tænastuna, bæði mótvegis kunda og innanhýsis • Tryggja at viðkomandi uppgávur sum hoyra til virksøkið verða framdar • Luttaka í dagliga arbeiðinum í Kundatænastuni Tínir førleikar • Er tænastusinnað(ur) • Góð leiðslu- og samstarvsevnir • Góð samskipanarevnir og samskiftisførleikar • Dugir at seta greið mál og skapa úrslit • Megnar til tíðir at arbeiða undir trýsti Fyrimunur um umsøkjarin hevur leiðslu- og samskipanarroyndir. Vit bjóða Eitt støðugt arbeiðið í einum góðum og skipaðum umhvørvi. Vit bjóða tær løn eftir nærri avtalu, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Tú fært neyðuga upplæring í viðkomandi telduskipanum og arbeiðs-/mannagongdum. Starvstaðurin er á høvuðskrivstovuni á Óðinshædd. Umsókn Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera okkum í hendi 20. oktober 2017, og sendast til P/F Effo Postboks 3098 110 Tórshavn Frámerki: “Kundatænastuleiðari” ella sum teldupost til hr@effo.fo Starvið verður sett skjótast tilber. Upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til Jónsvein Simonsen, Sølu og Kundatænastuleiðara á fartelefon 228063. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Pf. Effo Óðinshædd 3 Postboks 3098 110 Tórshavn Tel 34 35 00 www.effo.fo