Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA Áki Bertholdsen – Alt tilfeingi sum kann brúkast til mannaføði, skal takast til lands í Føroyum og avreiðast sum manna­ føði. Tað heldur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík. Og hann heldur, at føroyingar, sum kalla seg eitt kristið fólk, kunnu ikki loyva sær at tveita tús­ und­tals tons av mati í havið. – Tað er ógudiligt at tveita mat í stórum nøgdum í havið, samstundis sum tað ganga milliónir av fá­tæk­ um fólki, sum hava brúk fyri tí. Tey kunnu ikki geva við at tey nú einaferð eru so óheppin, at tey eru fødd í Afrika og ikki í okkara ríka parti av heiminum, men tað kann ikki vera avgerandi fyri, um tey fáa atgongd til protein, sigur hann. Hava mist eina milliard Nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Høgna Hoydal um at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, hevur eisini Eirikur á Húsamørk brúkt hetta høvi til at siga sína hugsan um­ støðuna. Tað, hann serliga harmast um, er at ein stórur partur av okkara fiska­tilfeingi verður tveitt aftur í havið. Og tí heldur hann, at at politik­ arar skulu seta sum eitt krav, at alt, sum kann brúkast til matna, skal takast til land og avreiðast til matna. Í hesum sambandi sipar hann eisini til skipini, sum fiska á fjar­ leið­um, brúka bara fløkini og so verð­ur restin av fiskinum tveitt aftur í havið. Og tað eru tveir trið­ ingar av fiskinum, sum verða tveitt­ ur aftur í havið. Verða teir tveir triðingarnar av fiskinum sum verður blakaður fyri borð á fjarleiðunum tiknir til lands, hevði útflutningurin hjá Høvda­ virkinum verið minst eina milliard krónur størri, hesi sekstan árini, virkið hevur verið til, sigur hann. – Hetta kundi verði ein stór inn­ tøka fyri samfelagið, men við ver­ andi lóg, hevur samfelagið mist hesa inntøku leggur hann afturat. Og stjórin á Høvdavirkinum held­ur, at í hesum sambandi taka politik­arar eina stóra ábyrgd á seg. – Tað er ein stór ábyrgd hjá politik­arum at taka støðu til at eitt pro­tein er betri enn eitt annað. Og tað er ein stór ábyrgd at taka á seg at avgera, at tað bara er protein til tey ríkastu í heiminum, sum skal takast til lands, men at øll tey protein, sum tey fátæku hava ráð at keypa, skal tveitast burtur og for­ komast – So er illa lóggivið, sigur Eirikur á Húsamørk. Hann sigur, at aðalsetningurin hjá teimum á Høvdavirkinum er, at fátæk fólk verða eisini svong og tey mugu so eisini fáa møguleikan til at keypa tey bíligaru proteinini, tey hava ráð til. –  Vónandi vilja tit lata tann kristna andan skína ígjøgnum og for­bjóða, teimum ið skulu gagnnýta okk­ara tilfeingi, at kasta stórar mongd­ir av mati burtur, ljóðar heils­anin frá Eiriki á Húsamørk til polit­iska myndugleikan. Høvdavirkið tekur ímóti einum 15.000 tonsum av høvdum og ryggj­ um frá føroyskum virkjum um árið. Tað verður turkað og gevur eini 3000 av lidnari vøru, sum alt verður út­flutt til Nigeria, har tað verður brúkt til matna. Ongin umbering Eirikur á Húsamørk heldur, at tað er ongin umbering yvirhøvur fyri at tveita mat á sjógv og at forkoma hon­um. Í hansara hugaheimi er málið rætti­lig einfalt: Tá ið eitt skip er fult, verður siglt til lands. Og klára teir, sum í dag fiska fiskin, ikki at føra allan matin til lands, er at finna onkr­an at fiska, sum er sinnaður til at gera tað, leggur hann afturat. Hann veit eisini, at hugburðurin hjá reiðarunum er tann, at verður tað álagt teimum at alt skal takast til lands, fara teir at gera tað. – Tað einasta politikararnir hava at gera, er sostatt á áleggja skip­un­ um at taka alt til lands, sigur stjórin á Høvdavirkinum. –  Tað er væl trúligt, at høvd og ryggir ikki geva líka nógv sum flakið, men tað er matur, og tað hevur pengar. Og eisini tá ið vit hugsa um umhvørvið, er tað skila­ leyst at tveita so nógvan mat fyri borð, leggur hann afturat. Tá ið Høvdavirkið gekk við full­ari kraft, arbeiddu eini 70 fólk á tí, men tá ið oljuprísurin fór í botn, tók tað eisini botnin undan markn­aðinum í Nigeria. Nú er so gongd komin á aftur og Eirikur á Húsa­mørk sigur, at teir avskipað til Nigeria so skjótt teir klára framleiða. – Teir politikarar, sum eru settir at at umsita okkara ríkidømi, skulu um­sita alt ríkidømið, og ikki bara tann dýrasta partin av tí. – Vit kundu framleitt nógv meiri enn vit gera. Eg veit ikki um vit eisini skuldu fingið okkum eitt fiski­loyvi og so bara ført høvd og rygg­ir til lands, og kanska tikið flakið við til lands fyri einki, heldur hann speiskliga fyri. Tað er ógudiligt at bera seg soleiðis at ÓKRISTILIGT Fátæk fólk eru eisini svong og tey mugu fáa møguleikan at keypa tað, tey hava ráð til at keypa Einfalt mál – Málið rættilig einfalt: Tá ið eitt skip er fult, verður siglt til lands. Og klára teir, sum fiska fiskin, ikki at føra allan matin til lands, er at finna onkran at fiska, sum er sinnaður til at gera tað, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík Vónandi vilja tit lata tann kristna andan skína ígjøgnum Fátæk fólk verða eisini svong og tey mugu so eisini fáa møguleikan til at keypa