Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Hanna Petrina Jacobsen f. 02.04.23 d. 08.07.17 andaðist og varð jarðað. Vit takka tykkum, sum vóru um Honnu seinastu tíðina. Somuleiðis takka vit presti fyri góð orð í kirkjuni, kirkjutænarum, sangarum og øllum tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávu til kirkjuna. Og stóra tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Anna, Elisabeth og Sunneva Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið góða elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ingibjørg Heinesen (Gajan) f. 25.11.29 d. 14.09.17 andaðist og varð jarðað. Takk til Norðoy heimatænastu, Norðoya Røktarheim og Heimið við Vágnna. Ein serlig tøkk til Marnu og Jóhann fyri góða hjálp og umsorgan. Tøkk til Meinhard Bjartalíð og Hanus á Gørðum fyri vøkur orð, og takk til kirkjutænarar og sangarar. Tøkk fyri alla hjálp sum varð veitt okkum, bæði til jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur til Christianskirkjuna. Stóra tøkk til tykkum øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Jákup Heinesen eldri Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum sýndu samkenslu, tá ið okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Rósing Rasmussen, f. 27. oktober 1929 - d. 27. september 2017 andaðist. Ein serlig tøkk til tykkum á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, ið vóru um hann, tíðina hann var har, og tykkum á B7 í røktu hann seinastu dagarnar. Takk fyri gávur til nýggja Berøa og takk tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Liss, Anna, Bogi, Beinta, Ingun, Rógvi og Gudný Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma okkara, Sigrid Poulsen í Skemmuni fødd 20.12.1926 - deyð 30.09.2017 flutti heim til Harran. Ein serstøk tøkk til tykkum, starvsfólkið á Hamragarði, ið vóru so góð við hana, tíðina, ið hon búði har. Hjartaliga takk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur til Betania. Stóra tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Jonna, John, Áki og Lív. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á mínum 90 ára føðingardegi. Tøkk fyri gávur og heilsanir. Kærastu heilsanir Gunlaif Vestergaard Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu tá elskaði sonur, maður, pápi og verðpápi okkara Jeffri Sølvi Joensen Hvalvík f.12. september 1965 d.16 august 2017 so brádliga varð tikin frá okkum. Vit takka fyri alla umsorgan og hjálpsemi, sum er sýnt okkum í hesi sváru tíð. Takk til Bakkafrost. Takk til Jóhan Birgir Dahl Olsen og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk til Jan og Jónhild fyri vakran sang í kirkjuni. Takk til HZ og HK bussar. Takk til Hvalvíkar missiónshús og til øll, ið bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk til tykkum øll sum komu inn á gólvið, ringdu og sendu eina heilsan. Takk fyri blómur, kransar og gávur. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Winnie, Brian, Allan og Talita.