hósdagur 19. oktober 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
20. OKTOBER 2017
Miðflokkurin hevur – sum hin fyrsti
– havt fyrst uppstillingarfundin
Miðflokkurin er farin at fyrireika seg til
næsta løgtingsval og hevði fyrsta upp still ing -
ar fund í vikuni.
Tað ljóðar skilagott, at ein politiskur
flokk ur fer so tíðliga í gongd við val fyri reik-
ing ar nar. Flokkurin sigur, at tað er ikki tí,
at tey vænta val í ótíð, men at talan er um
fyri reik ing til næsta løgtingsval, sum verður
í sein asta lagi 1. september í 2019 – um sløk
tvey ár.
Vit síggja alt ov lítið til, at flokkar fyri reika
seg í góðari tíð. Hinvegin kunnu vit siga, at
Miðflokkurin als ikki er so tíðliga úti, tað eru
hinir flokkarnir, sum eru so seinir – teir áttu
at farið undir fyrireikingarnar so skjótt sum
løg tingsvalið er yvirstaðið.
Vit kunnu so spyrja, hví flokkarnir ofta
eru so seinir. Tað kann vera av praktiskum
or søk um, men tað eisini vera av taktiskum or-
søkum – ella beinleiðis av passivum or søk um.
Í øllum flokkum er eitt hieraki, har summi
sleppa meira enn onnur. Hjá summ um pass-
ar tað best, at bíðað verður í síðstu løtu, so
uppstillingin kann hóska best til tey røttu
fólkinum. Og tað merkir ikki altíð tað, sum er
best fyri flokkin, men tað sum er best fyri tey
røttu fólkini.
Og so eru tað hini fólkini, sum skulu
hál ast upp á listan í síðstu løtu, fólk sum
kanska slett ikki hava verið virkin í flokk i-
num ella pol itiskt yvir høvur, men fólk, sum
hava sína gongd í onkrum trúarbólki ella
onkr um ítróttarfelag ella øðrum felagsskapi.
Fólk, sum skulu brúkast sum agn at fáa fleiri
atkvøður.
Og so eru tað flokshopparar – sum
eisini pláss skal vera fyri. Tað er næstan
ikki løg tings val, at onkur flokshoppari er
farin úr ein um flokki í annan. Av teimum
33, sum komu í Løgtingið eftir eftir seinasta
løgtingsval hava 7 fólk um boð að aðrar
flokkar á tingi, enn tey umboða nú, og fleiri
hava ver ið virk in í øðrum flokkum. Um framt
tað eru nógv á listinum til seinsta løg tings val
– sum tó ikki vórðu vald – sum hava um boðað
aðrar flokkar.
Tað ávirkar sjálvandi trúvirði, at fólk
hoppa millum flokkar – og kanska er tað eitt
bein leiðis úrslit av, at politikkur er vorðin
meira vorðin meira sjálvsøkin – at tað snýr
seg meira um »meg« enn um flokkin. Tað
skerst ikki burt, at góður felagsskapur skap ar
bestu politisku úrslitini – bæði innan floks og
millum flokkar.
Nú verða tveir nýggir kommunulæknar settir
í starv. Annar kommunulæknin verður settur í
starv á Skálafjørðinum, meðan hin verður settur
í starv í Suðurstreymi.
Løgtingið samtykti fríggjadagin at hækka
játt anina til kommunulæknaøkið, so tað nú ber
til at økja talið á kommunulæknastørvum við
tveim um nýggjum størvum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur í
viðmerking, at hon fer beinanvegin at heita
á Heilsutrygd um at lýsa størvini leys, so tey
kunnu verða sett skjótast gjørligt.
Landsstýriskvinnan og borgarstjórarnir í
Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum eru
samd um, at ein av teimum nú tilsamans fýra
kommunulæknunum í Skálafjarðar læknadømi
fer at halda til í viðtaluhølunum á Strondum.
Økta talið á kommunulæknum fer eftir
ætl an at hava við sær, at heilsutænastan til
borg ar arnar í hesum økjum verða betri enn tey
eru í dag. Sirið Stenberg fegnast um, at tal ið
á kommunulæknum við hesum verður økt,
samstundis sum tað er eydnast at fáa kommu-
nu lækn ar í føst størv
sein astu tíðina.
Ov tíðliga ella ov seint til uppstilling
Ein á Skálafjørði-
num og ein í Havn
KOMMUNULÆKNAR
Les eisini blaðið
á telefonini
Vit búgva
í einari satiru
Høgni Djurhuus
baksíðan
Ársins spælari
verður nú størri
ítró"ur síða 27
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Møgulig aling vestur á Víkum
Málið um at loyva alifelag at leggja út aliringar vesturi á Víkum á Vágoy hevur hesaferð givið
keiputeknarum, Napoleon Smith, íblástur til dagsins tekning.
Vík frá Víkum
Minnist til haldargjaldið